mánadagur 8. september 2014síða 4
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 8. september 2014 · Nr. 101
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hvussu kann Tvøroyri gerast
ein framleiðslu- og mentan
arhøvuðstaður?
Hetta er spurningurin, teir
tríggir tvøramenninir, Helgi
Eidesgaard, søgufrøðingur,
Rasmus Nolsøe, cand merc
hrm., og Flóvin Eidesgaard,
hagfrøðingur, royna at svara
í eini umfatandi kanning, teir
hava gjørt.
Í hesum sambandi hava
424 fólk svarað einum spurn
arblaði um, hvat tey halda er
týdningarmikið fyri at tey
vilja búsetast á Tvøroyri, ella
fyri at verða verandi á Tvør
oyri.
Kynsbýtið í kanningini er
rættiliga javnt, so áskoðanin
hjá báðum kynum eru um
boðað.
Nógv tey flestu, sum
hava svarað, eru fødd í sjeyti
og áttatiárunum og tað er
eisini tann mest áhugaverdi
aldursbólkurin, tí tað er
hesin aldursbólkurin, sum
nú av álvara er liðugur við
útbúgvingina og er við at
velja bústað, og at seta búgv.
Gott og væl helvtin av
teimum, sum hava svarað,
eru fólk, sum búgva á Tvør
oyri, gott og væl 100 búgva
uttanlands og hini búgva
aðrastaðni í Suðuroy, ella
aðrastaðni í Føroyum.
Spurningarnir
snúðu
seg um, hvat skal til fyri at
fáa fleiri útisetar at búseta
seg á Tvøroyri, Hvat halda
tvørafólk um raðfestingarnar
hjá kommununi, hvat kann
gerast fyri at bøta um
trivnaðin á Tvøroyri? og
annað.
Treytin fyri at vera við
í kanningini, er, at tey sum
svara, búgva á Tvøroyri, ella
hava búð á Tvøroyri onkun
tíð í lívinum og leygardagin
varð úrslitið av kanningini
lagt fram fyri tvørafólk.
- Endamálið er at skapa
ein størri vinnu- og fólka
vøkstur, og ein betri trivnað,
á Tvøroyri, siga teir tríggir,
sum hava gjørt kanningina.
Ein frágreiðing skal nú
skrivast og latast kommu
nuni, sum býráði síðani kann
hava sum eina vegleiðing, tá
ið politikkurin verður settur
út í kortið.
Seinnapartin leygardagin
varð kanningin løgd fram
fyri tvørafólki og her tríva
vit í nakað av tí, sum varð
ført fram á fundinum.
Meiri verður at frætta í
Sosialinum mikudagin og á
www.in.fo.
Áki Bertholdsen
Avmarkaðir
starvsmøgu
leikar!
Tað er størsta forðingin
fyri, at útisetar flyta aftur á
Tvøroyri.
Tað
vísir
kanningin,
sum tríggir tvøramenn nú
hava gjørt við tí endmáli at
menna Tvøroyri aftur.
Av teimum, sum eru við
í kanningini, og sum ikki
búgva á Tvøroyri, siga heili
71 prosent, at avmarkaðir
arbeiðsmøguleikar
eru
størsta forðingin fyri at tey
flyta aftur á Tvøroyri.
Men kanningin vísir eisi
ni, at nógv av teimum eru
sinnað at skifta starv fyri
at flyta aftur á Tvøroyri, fáa
tey møguleika fyri tí og fáa
eitt áhugavert starv.
Hinvegin siga 26 prosent,
at orsøkin til at tey ikki
flyta aftur, er, at makin
ella børnini vilja ikki flyta
á Tvøroyri og 23 prosent
siga, at ferðasambandi inn
á meginlandið í Føroyum er
ein forðing fyri at tey flyta
heim aftur.
Men so eru tað eisini 22
prosent, sum halda, at tað
er ov bygdasligt á Tvør
oyri og 17 prosent halda, at
mentanar- og ítróttartilboð
ini á Tvøroyri eru ov vánalig.
Hinvegin hava 18 prosent
heilt aðrar orsøkir til at tey
ikki vilja flyta aftur til Tvør
oyri at búgva.
Sostatt er niðurstøðan, at
avmarkaðir starvsmøguleik
ar er nógv størsta forðingin
fyri, at fólk vilja flyta aftur
á Tvøroyri.
Sum heild halda fólk
eisini at útlitini fyri, at tey
sleppa at arbeiða við tí, tey
hava áhuga fyri, eru smá á
Tvøroyri.
Serliga eru tað nógvar
kvinnur, og tey yngru, sum
halda at tað er ringt at finna
arbeiði á Tvøroyri á teimum
økjum, tey hava áhugað fyri.
Men fleiri av teimum,
sum longu búgva á Tvøroyri
halda, at tað ber væl til.
- Tað kann vera tí, at tey
vita betri, ella tí at tey, sum
eru ónøgd við arbeiðsmøgu
leikarnar, eru flutt, sigur
Flóvin Eidesgaard
Vilja fegin flyta heim
Hinvegin vísir kanningin
eisini, at nógv tey flestu av
teimum tvørafólkum, sum
eru flutt aðrastaðir, kundu
hugsað sær at flutt heim
aftur.
Kanningin vísir, at helvt
in av teimum kundi hugsað
sær at flutt aftur á Tvøroyri.
Men tað er eisini eitt heilt
greitt úrslit í kanningini, at
hóast tvørafólk búgva aðra
staðni, varðveita tey eitt
ógvuliga sterkt tilknýti til
heimstaðin.
Teir útisetar, sum ikki
føla eitt sterkt tilknýti til
Tvøroyri, kunnu nevniliga
teljast á hondunum.
Hinvegin vísir kanningin
eisini, at tess longri fólk eru
burtur, tess verri er at fáa
tey at flyta aftur á Tvøroyri.
- Tað vísir seg, at eru fólk
burtur longri enn fimm ár,
er verri at fáa tey aftur, sigur
Flóvin Eidesgaard
Størsta forðingin fyri at fáa útisetar aftur á Tvøroyri
at búgva, er avmarkaði møguleikin at fáa arbeiði
Tvøroyri aftur í fremstu røð
Full undir
tøka fyri
eftirskúla í
Suðuroy
Tvørafólk taka at kalla
fult undir við at fáa ein
eftirskúla í Suðuroy.
Tað vísir kanningin, tríggir
tvøramenn hava gjørt
um, hvussu tað ber til at
menna Tvøroyri í framtíðini.
Úrslitið vísir vísir, at 64
prosent taka treytaleyst
undir við eftirskúla í
Suðuroy, men harafturat
eru so nógv, sum taka undir
við ætlanini undur ávísum
treytum. Samstundis eru
tað bara fimm prosent, sum
eru ímóti ætlanini.
Vilja hava
eitt vinnu
lívsráð í
Suðuroy
Kommunurnar í Suðuroy
eiga at stovna eitt vinnu
lívsráð, sum skal røkja
vinnuligu áhugamálini hjá
oynni. Tað halda tey flestu
av teimum tvørafólkum,
sum eru við í kanningini um
at menna Tvøroyri. Hetta er
annars ein spurningur, sum
meiri enn ein heilur triðing
ur av fólki ikki hevur nakra
støðu til. Men av teimum,
sum hava eina støðu, taka
nógv tey flestu undir við
at stovna eitt Suðuroyar
Vinnilívsráð. Tað eru bara
fýra prosent, sum beinleiðis
eru ímóti at stovna eitt
vinnulívsráð.
Møguleikin
at fáa starv
er størsta
forðingin
Tvørafólk
taka undir
við Salt-
verkætlanini
Tvørafólk taka sum heild
væl undir við stórfingnu
Salt-verkætlanini á
Drelnesi. Tað vísir
kanningin, sum nú er løgd
fram um, hvussu Tvøroyri
kann mennast. Men
kanningin vísir, at tey eru
kortini ikki líka heit fyri hesi
verkætlanini, sum tey eru
fyri kommunusamanlegging
og fyri at fáa eina oljuhavn
á fjørðin. Kanningin vísir,
at 40 prosent av tvørafólki
taka fult undir við ætlanini,
sum er sett í verk um at
gera gomlu saltgoymsluna
á Drelnesi til eitt stórfingið
mentanarhús. Hinvegin
taka 42 prosent undir við
ætlanini, men við einum
ávísum fyrivarni
Hinvegin eru tað sløk 20
prosent av fólki, sum ikki
taka undir við ætlanini
yvirhøvur.