mánadagur 8. september 2014síða 5
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 8. september 2014 · Nr. 101
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
Meirilutin av tvørafólki eru
ónøgd við, hvussu Tvøroyrar
Býráð brúkar peningin, tey
rinda í skatti til kommununa.
Tað vísir kanningin, trígg
ir tvøramenn hava gjørt við
tí endamáli at menna býin og
at fáa fólkatalið at veksa, at
fáa vinnulívið at veksa og at
økja um trivnaðin.
Men merilutin er ikki
stórur, tí kanningin vísir, at
tey flestu hava onga ávísa
meining um politikkin hjá
býráðnum.
Men av teimum, sum
hava eina greiða meining
um
raðfestingarnar
hjá
kommununi, eru tað 175 av
teimum, sum hava svarað,
ið eru antin ónøgd, ella sera
ónøgd við raðfestingarnar
hjá kommununi. Hinvegin
eru tað bara 71 fólk, sum eru
nøgd, ella sera nøgd við bý
ráðið.
Men tað er stórur munur
á, hvat mannfólk og konu
fólk halda við tað, at nógv
tey flestu av teimum, sum
eru nøgd, ella sera nøgd, eru
mannfólk, men nógv tey
flestu av teimum, sum eru
ónøgd, ella sera ónøgd, eru
konufólk.
Og tað passar væl saman
við tað, at tað eru tey málini,
sum konufólk ofta verða
søgd at hava størstan áhugan
fyri, sum tvørafólk eru mest
ónøgd við.
Tað eru nevniliga raðfest
ingarnar á teimum bleytu
økjunum,
sum
fólk
eru
ónøgd við.
Serliga eru tað tey, sum
hava børn, sum halda, at
kommunan hevur raðfest
barnaansingin og skúla- og
útbúgvingarviðurskiftini
í
kommununi ov lágt.
Men harafturat eru fólk
ógvuliga ónøgd við raðfest
ingarnar hjá kommununi
á eldraøkinum, serliga eru
kvinnurnar ónøgdar við um
støðurnar hjá teimum eldru.
Men hinvegin eru pen
sjónistarnir sjálvir, ikki so
ónøgdir.
Tað kann vera enn ein
staðfesting av, at sum heild
eru tey eldru nøgd við tað,
tey fáa, og klaga ikki, heldur
Flóvin Eidesgaard, sum legði
kanningina fram.
Væl nøgd
Harafturímóti heldur ein
stórur meiriluti av tvørafólki,
at ítróttur og vinnulív verða
raðfest høgt í býráðnum.
Sum heild eru tað tey sum
búgva á Tvøroyri, sum hava
eina greiða meining um rað
festingarnar hjá kommununi
og tað eru eisini serliga tey,
sum halda, at kommunan ger
nógv fyri at hjúkla um ítrótt
og vinnulív.
Men tað er eisini nakað
fólk halda hevur stóran
týdning, so í hesum førum er
samsvar ímillum raðfesting
arnar hjá kommununi og tað,
fólk vilja hava.
Samstundis vísir tað seg,
at mannfólk eru betri nøgd
við
frítíðarmøguleikarnar
enn konufólkini eru.
Tey, sum búgva uttanfyri
Tvøroyri eru eisini ónøgd
við útboðið av matstovum,
kaffistovum og handlum,
men har eru tey á Tvøroyri
betri nøgd.
Hinvegin halda tey nógv
av teimum yngru, at bústað
armøguleikarnir
eru
ikki
nøktandi. Men tað er ikki
nakað eintýðugt ynski um
nakað ávíst slag av bústaði,
so eitt fjølbroytt úrval av bú
støðum er tað, sum skal til.
- Kanningin vísir, at 58
prosent av teimum, sum
hava verið burtur í minni
enn fimm ár, vænta at
búgva aftur á Tvøroyri um
10 ár og 42 prosent vænta
ikki.
Men tey siga samstundis,
at fáa tey ikki møguleikan at
búgva á Tvøroyri, vilja tey
heldur taka stigið fult út og
bússetast uttanlands, ístað
in fyri at búgva í Havn, ella
aðrastaðni í Føroyum.
Men hjá teimum, sum
hava verið burtur longri
enn fimm ár, er myndin
heilt viðvend, tí tá eru tað
heili 86 prosent sum svara,
at tey vænta ikki at búgva á
Tvøroyri um 10 ár.
Og hjá teimum, sum hava
búð aðrastaðni í minst 10 ár,
eru tað fimm prosent, sum
vænta at flyta aftur til Tvør
oyri.
Men hjá teimum, sum
hava verið burtur í minst 15
ár, eru tað bara 15 prosent,
sum vænta at búgva aftur á
Tvøroyri um 10 ár.
- Tað er eitt heilt týðiligt
mark og tað, at eru fólk
burtur longri enn fimm ár,
vænta tey ikki, at tey flyta
heimaftur,
sigur
Flóvin
Eidesgaard.
Sostatt vísir tað seg í
kanningini, at tá ið fólk eru
burtur í longri enn fimm ár,
festa tey røtur og flyta ikki
aftur.
Øll Suðuroy eigur at vera ein
kommuna! Tað halda nógv tey flestu
av teimum sum vóru við í kanningini
um at menna Tvøroyri. Í kanningini eru
tað nógv tey flestu sum sakna metri
samstarv ímillum allar kommunurnar
í Suðuroy og tað eru bara nøkur
heilt fá sum halda, at kommunurnar
tvørturímóti eiga at kappast enn meir.
Kanningin vísir, at heili 63 prosent
av tvørafólki taka treytaleyst undir
við at øll Suðuroy verður løgd saman
í eina kommunu. Men harafturat eru
tað 29 prosent sum taka undir við
kommunusamanlegging, men tey hava
ymisk fyrivarni og tað eru bara átta
prosent, sum beinleiðis eru ímóti.
Kanningin vísir, at tey, sum búgva á
Tvøroyri, eru heldur varnari á hesum
øki, men tey, sum ikki búgva á Tvøroyri,
hava í størri mun lyndi til at taka undir
við kommunusamanlegging.
Hetta samsvarar rættiliga væl
við fólkaatkvøðuna á Tvøroyri
fyri nøkrum árum síðani um
kommunusamanlegging.
Sakna bleyt
virði á Tvøroyri
Meirilutin av tvørafólki heldur ikki,
at politikkurin hjá Tvøroyrar Býráð
er rættur á teimum bleytu økjunum
Fitt av tvørafólki hevði leitað sær á Seglloftið í
dýrdarveðrinum leygardagin at hoyra, hvussu býur
teirra kann gerast ein vinnu- og vitanarhøvuðstaður
Suðuroy skal vera ein kommuna
Ein stórur meiriluti á Tvøroyri vil hava
eina oljuhavn á fjørðinum. Tað vísir ein
kanning, sum tríggir tvøramenn hava
gjørt um, hvussu Tvøroyri kann mennast,
og fólkatalið fáast at veksa.
Kanningin vísir, at 55 prosent av fólki
taka treytaleyst undir við, at ein oljuhavn
verður skipað á fjørðinum. Sostatt taka
90 prosent av tvørafólki undir við at gera
fjørðin til eina oljuhavn
Hinvegin taka 35 prosent av fólki undir
við eini oljuhavn á fjørðinum, men við
ymsum fyrivarnum, men 10 prosent
taka ikki undir at gera eina oljuhavn á
fjørðinum.
Vilja hava oljuhavn á Tvøroyri
Endamálið við kanningini er at geva býráðnum ein amboðskassa at brúka, tá ið framtíðar politikkurin skal leggjast til
rættis. Tað eru Flóvin Eidesgaard, vinsrumegin, Rasmus Nolsøe í miðjuni og Helgi Eidesgaard, sum hav agjørt kanningina
Mynd: Eileen Sandá