Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. september 2014síða 6

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. september 2014 · Nr. 101 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Marjun Dalsgaard Hóast eitt sethúsakeyp helst er størsta íløgan ein familja ger, so ber ikki til at tryggja seg ímóti tí størsta váðanum, sum er tengdur at hesum keypinum, nevniliga fukti og soppi. Í vikuskiftissosialinum prent­aðu vit eina samrøðu við Katrina Joensen, sum keyp­ti hús saman við manni­num fyri tveimum ár­um síðani. Parið hevur nú upp­giv­ið at flyta inn aftur í húsini, men tey skulu í rætt­ in, har tey fara at royna at fáa endurgjald fyri tær ábøt­ ur, sum skulu til, fyri at hús­ ini hjá teimum skulu vera livi­lig, so tey kunnu seljast. Síðani Katrin og Álv­ ur keyptu síni hús, er ein kunn­gerð um ognar­skiftis­ trygg­ing komin í gildi, júst fyri at verja keyparan, og seljar­an í eini slíkari støðu. Men hóast Katrin og Álvur høvdu keypt húsini eftir at ein ognarskiftistrygging var komin á marknaðin, so hevði hendan húsamarran hjá teimum ikki verið øðrívi. Sam­bært kunngerðini nýtist sopp­ur ikki vera fevndur av tryggingini í praksis. Hetta var fyst orðað sum eitt bein­ leið­is undantak í kunn­gerð­ini. Undantakið var tik­ið burt­ur, men orðingin er so­leið­is, at tryggingin í veru­leika­num ikki fevnir um sopp. Spurd um, hví hetta er so, sigur Jóanna Djur­ huus, fulltrúi í Vinnu­mála­ ráð­num, at tað ongantíð var ætlanin, at sopp­ur skuldi vera fevndur av hesi tryggingini. Soppur er størsti trupulleikin, tá fólk keypa hús, tað sæst á dóm­un­um, sum vísa at 3, av 6 snúgva seg um sopp. Orsøkin til at soppur ikki skal vera fevndur av trygg­ ing­ini er, at tað er ringt at kanna, um eini hús av sopp, tí tað er feilur í húsunum, held­ur enn, tí reinførið ikki er í lagi. Hetta er tó ikki rætt, sam­bært Jón Nordendalm byggi­frøðingi á LBF. - Vit gera inniluftsroyndir og um tekin er um nógvar soppa­spor­ar í luftini, kunnu vit altíð biðja fólk um at gera ein høvuðsreingerð, áðrenn vit taka nýggjar prøvar, sig­ur hann. Undir øllum um­støð­ um eru royndir av inniluft bert ein ábending og ein av fleiri háttum at kanna málið. Gera sum í Danmark Sambært Jóannu Djurhuus, hava tey í Vinnumálaráðnum gjørt, sum í Danmark, tá tey orð­aðu kunngerðina, men tó hava tey valgt ikki at taka sopp við, hóast soppur og fukt eru fevnd av lógini í Dan­mark. - Tá vit fóru undir hetta Upprunaliga ikki ætlanin at sopp Tað var upprunaliga ikki ætlanin at soppur skuldi vera partur av ognarskiftistryggingini, sum hevur verið á veg síðan 2008, sigur Vinnumálaráðið Marjun Dalsgaard Orðið blámusoppur kann leypa hvøkk á tann tann skyn­samasta húsakeyparan í dag. Nógv hevur verið tos­ að um blámusopp í Før­oy­ um seinastu árini. Al­menn­ir bygningar eru stongd­ir, og tað tykist alsamt van­ligari, at tú hoyrir, at húsa­eigar­ ar í Føroyum hava trupul­ leikar av soppi. Ofta hoyr­ ist, at hús í Føroyum skulu vera í serligum váða fyri at fáa blámusopp veg­na veðurlagnum, men hetta er ein skrøgg­søga, sam­bært Jón Nordendal, sum er byggi­ frøð­ing­ur og ser­frøð­ing­ur á øki­num. - Veðurlagið hevur sum oft­ast einki at gera við, um eini hús verða fongd av blámu­soppi, sigur hann. Tað velst um konstruktiónina av húsunum, og sum heild eru hondverkarar í Føroyum væl­gjørdir, tá ið teir byggja hús, so tey kunnu standa ímóti hesum vandanum. - Aloftast er trupulleikin væta frá inniumhvørvinum, sum kondenserar á køldum yvir­flatum. Tann eina er vána­lig fylla, tað vil siga, at væta kemur inn í húsið frá vánaligari fyllu undir lendis- og kjallaragólvunum – tað hevur sum so einki við veður­lagið at gera. Trupul­ leik­in her er, at tilfarið und­ir gólvunum er vátt, og vætan verður ”sogin” upp ígjøg­ num betongið og upp. Tann næsta orsøkin er, at fólk hava eini stoypt hús, og tey hava timburveggir innan. Um veggurin innan ikki er gjørdur rætt, kann tað stand­ ast soppur í húsunum, greið­ ur Jón Nordendal frá. Í hesum førinum er trupul­leikin ofta, at hitin slepp­ur út gjøgnum innara vegg­in, møtir tí kalda betong­ veggi­num og sleppur ikki víðari út gjøgnum betong­ vegg­in. Tí verður heita luftin til vætu millm skins og hold. Loysn­in í hesum førinum er í fyrsta lagi at tryggja, at vætan ikki sleppur út gjøgn­ um veggin, í øðrum lagi at bjálva betong veggin uttaní­ frá, so veggurin ikki er so kaldur á innsíðuni, at heita luftin verður til vætu, tá hon møtir honum. Lætt at kanna Tað er ikki nakar trupul­leiki at kanna, um tað kondens­ erar vegna hendan trupul­ leik­an, sigur Jón Nordendal. - Vit brúka ymiskar hætt­ir at kann eini hús fyri sopp. Tað er møguligt at kan­na nøgdina av soppa­til­ fari í luftini, uttan at gera destruk­tiv átøk á bygnings­ lutir­n­ar, men skalt tú vera 100% vísur, mást tú gera tað. Kann­ingar av inniluft eru einans ein ábending millum ann­að av tí at inniluftin kann vera tengd at reinføri. Um tað slær út kann tað ofta loysa seg at biðja eigaran av húsi­num gera høvuðsreint, og so taka nýggjar royndir eina stutta tíð aftaná. Um luft­in enn hevur tekin um sopp, er neyðugt at gera fleiri kanningar, bæði vætu­kann­ ingar og soppa­kan­ingar. Tá er talan oftast um destruk­ tivar kanningar, har tú fer inn í bygnignslutirnar. - Á tann hátt ber til at stað­festa, um har er vátt, og um soppur er millum skins og hold, greiðir Jón Norden­ dal frá. Reinføri og nýtsluháturin hevur nógv at siga. Vit kunnu vísa á fleiri dømir har luftin hevur verið illa dálk­ að av soppatilfarið, men at tað samstundis ikki bar til at staðfesta soppavøkstur á yvirflatunum, við de­struk­ tivum kanningum. Í teim­um førunum er talan um soppa­ til­far, ið kemur frá úti­um­ hvørvi­num, og har nøgdin við tíðini er blivin so stór at tað er ein trupulleiki fyri inni­um­hvørvið. Vit hava eisin dømir um tað mótsatta, har reingerðin hevur verið so góð, at onki soppatilfar kundi stað­festast í luftini, sjálvt um ógvus­ligur soppavøkstur var at finna ímillum skins og hold. Tað sigur okkum, hvussu umráðandi tað er, at kann­ingarnar verða gjørdar á rættan hátt, og at tann, sum kannar, veit hvussu úrs­lit­ini skulu tulkast. Niður­s­øður mugu ongantíð byggj­ast á eina einstaka luft- ella yvirflaturoynd, men mugu altíð setast saman við eini gjøgnumgongd av bygninginum og m.a. vætu­kann­i­ng­um, sigur Jón Nordendal. Vilja ikki tryggja Hetta er orsøkin til, at nógv trygg­ingarfeløg eru ímóti, at veita tryggingar, sum trygg­ ja móti soppi. Sambært Vinnu­mála­ráðnum ber ikki til at tryggja móti soppi, tí tú kanst ikki staðfesta vand­an fyri soppi áðrenn hús­ið verður selt, uttan at gera sokallaðar destruktivar roynd­ir. - Tað ber ikki til at kanna, tí kann tað heldur ikki vera tryggj­að, sigur Jóanna Djur­ huus, fulltrúi í Vinnu­mála­ ráðnum. Sambært trygg­ingar­ felag­num Trygd, ber tað snøgt sagt ikki til at trygg­ ja eini hús mótvegis soppi í Føroyum, tí øll hús fáa sopp fyrr ella seinni vegna veður­lagnum. Hetta er heilt einfalt ikki rætt, sam­bært Jón Nordendal, sum stað­ festir, at veðurlagið ikki er ein avgerandi faktor , um eini hús fáa sopp. Hann av­ sann­ar somuleiðis, at tað eru lut­falsliga fleiri hús í Før­oy­ um enn aðrastaðni, sum fáa sopp. Triðja orsøkin, sum er van­ lig í Føroyum er væntandi út­ lufting í sambandi við ovasta loft og tekjuna. - Um heita luftin inn slepp­ur út á ovastalofti, verð­ ur hon til vætu, tá hon kemur upp á kalda lofti, og her kem­ ur sostatt soppavøkstur. Eitt mistak, sum ofta hendir, er at bjálving verður kroyst heilt út undir væðingina og typpir luftopini, ið eru neyðug um sleppast skal und­an soppavøkstri á einum køldu­m ovastalofti, sigur Jón Norden­dal. - Hetta er ikki gott fyri inni­luftina uppi á loftinum, og kann føra við sær ein javna soppavøkstur undir tróðri­num á ovasta lofti, sigur Jón Nordendal. Má taka tilfarið burtur Um eini hús hava verið rakt av soppi, er tað ikki nokk at støðga orsøkini til soppa­ vøksturin. Um vøkst­u­rin er ógvusligur, skal soppa­fong­da tilfarið burt­ur­bein­ast. - Tað ber som oftast ikki til at vaska soppin burtur, men harðar yvirflatur sum. betong kunnu reinsast við eitt nú turrísi ella dampi. Er tal­an um bleytt lívrunnið tilfar er oftast neyðugt at taka veggin og bjálvingina vekk, tí tá soppurin turkar upp, kann hann gerast ein enn størri trupulleiki fyri inniumhvørvið, enn tá hann Soppur ikki vanl blámusoppur Tað er ein skrøggsøga, at hús í Føroyum eru í størri vága fyri at fáa blámusopp enn hús aðrastaðni. Hetta er als ikki rætt, sigur serfrøðing á økinum, Jón Nordendal. Tó hava vit eina sjálvbyggjaramentan, sum kann kann elva til trupulleikar