Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-08, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. september 2014síða 7

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 8. september 2014 · Nr. 101 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 er vátur, sigur Jón Norden­ dal. Smáu sporarnir ferðast lætt­ari í luftini, tá teir eru turrir, og kunnu vera heilsu­skaði­ligir. - Tað er sum við hoyfepuri – summi tola gras, onnur ikki. Summi kunnu gott liva inni í einum húsum, sum hava blámusopp, uttan at merk­ja nakað til tað. Onnur fáa tekin um ovurviðkvæmi alt fyri eitt, sigur Jón Nord­en­dal. Hyggja vit at, hvørjir bygn­ing­ar, tað eru sum fáa sopp, eru tað ofta betong­bygn­ing­ar. Men tá er trupul­leikin, at tú hevur timur­veggir innan og ikki hevur loyst trupulleikan við kon­dens. - Hetta merkir als ikki, at allir bygningar, sum eru av betong, fáa blámusopp. Summ­ir eru gjørdir soleiðis, at tað er nóg góð útlufting mill­um skins og hold, og tað tískil ikki stends væta av heitu luftini, sigur Jón Norden­dal. - Vit hava eina sjávl­ byggjara­mentan, og nógvir før­oy­ing­ar fara sjálvir í holt við at innrætta kjallaran. Hesir vita, av góðum grund­um ikki, hvussu ein bygnings­lut­ur ávirkast av vætu, um tað ikki verður gjørt á rættan hátt, og og tí­ skil, stendst skaði á húsini, sig­ur Jón Nordendal. Ikki tryggjað Nýggja ognar­skiftis­trygg­ ing­ini, sum kom í gildi 1. sept­em­ber fevnir ikki um tann størsta trupulleikan við soppi, nevniliga, at inni­ luftin verður skaðiligt, og klæð­ir og innbúgv fara at lukta. Kunngerðing er orð­að soleiðis, at tryggingin bert tekur við, um soppurin ger skaða á sjávlt tilfarið í húsu­ num. Men tað ger hann stórt sæð aldrin, sambært Jón Norden­dal. - Vit hava tvey sløg av sopp­um, blámusoppur og hús­soppur. Tað er blámu­ sopp­urin, ið er atvoldin til heilsutrupulleikar hjá fólki, ímeð­an hann er óskaðiligur fyri sjálvan bygnignin. Trupul­leikin er ikki, at blámu­sopp­ur­in ger skaða á til­far­ið. Trupulleikin er, at tað ikki er liviligt í húsunum, um soppur er í, og tað átti at verði fevnt av kunngerðini, sum fylgiskaði, sigur hann. Men so er ikki sam­bært Joannu Djurhus í Vinnu­ mála­ráð­num. Sam­bært Joannu Djurhus, hevur tað aldrin verið ætlanin, at sopp­ur skal vera fevndur av trygg­ing­ini. Í Danmark ber til at tekna eina ognarskiftistrygging, sum dekkar sopp, hóast at tað ikki verða tiknir so­ kall­að­ir destruktivir prøv­ ar. Sambært hoyr­ings­ skrivu­num í sambandi við viðgerðina av ognar­skiftis­tryggingini, fer hetta at krevja, at føroysku áskoðan­ar­fólk­ini skulu á onnur skeið enn tey donsku, og at tað tískil verður dýrt at út­búgva fólk til at gera hesar kann­ing­ar. Hóast nýggjasta lóg­in í Danmark fevnir um sopp hava føroysku myndu­g­leik­ ar­nir valgt ikki at dekka sopp við tryggingini. Ein annar trupulleiki, sum tryggingarfeløgini eisini vísa á, er, at eingin byggi­ reglugerð er í Føroyum, sum tryggar, at hús og bygningar verða gjørdir á ein ávísan hátt. Ein byggilóg kom í gildi í mai 2012. Reglugerðirnar mangla tó enn, men eru áveg­ is, sambært Jón Nordendal. ur skuldi við arbeiði, var soppur og fukt­ ur ikki fevnt av lógini í Dan­ mark. Danir hava so valgt at taka tað víðari, men har hava vit mett, at tað er best at byr­ ja í smáun sigur Jóanna Djur­ huus. Hon leggur dent á, at brúk­arin er nógv betri vard­ ur í dag, enn hann var áðrenn kunn­gerð­in kom í gildið. - Hetta stillar undir øll­ um umstøðum brúkaran í eina nógv betri støðu á fleiri økjum, so tað er ein betr­ing av støðuni hjá húsa­keypara­ num sum heild, hóast hann ikki er tryggjaður mótvegis soppi, sigur hon. Hyggja vit eftir hoyr­ ings­svarunum hjá Trygd, er greitt, at felagið helst sær, at soppur og fukt­ur ikki er fevnt av tryggingini. Her stend­ir beinleiðis, at Trygd mæl­ir til eina undantøku, tá tað kemur til fukt og sopp. Soppur ikki fevdur av tryggingini Endaliga kunngerðin var ikki orðað við undantøku, men skal tulkast soleiðis, at sopp­ ur ikki er fendur av tryg­g­ ing­ini, um ikki sjálvt til­far­ið í húsunum, verður oyði­lagt av soppi, sigur Jóanna Djur­huus. Hetta er tó ikki trupul­ leikin við soppi.Trupulleikin er, at inniluftin verður heilsu­skaði­lig og tí gerst trygg­ing­in omsonst. Tryggingarfelagið Før­ oy­ar skrivar í sínum hoyr­ ings­svari, at verður ein trygging veru­leiki, sum skal fevna um sopp, so kemur hon at liggja á einum kostnaðarstøði mill­ um 20.000 og 40.000 krónur. Hetta er tvífalda tað, sum ein tílík trygging kostar í Dan­ mark. Regin Hammer, stjóri á Trygg­ingarfelagnum vil ikki siga um, tað verður neyðugt at gera tryggingarnar so dýr­ ar. - Vit hava ikki fingið tíð til at seta okk­um inn í viður­ skift­ini enn. Vit mugu líka seta okkum nið­ur og rokna uppá hetta her, sigur Regin Hammer. Hann heldur ikki, at tað e r ein trupulleiki, at sopp­ur verð­ur fevnd av trygg­ing­ini. - Eg haldi, at tryggingin skal fevna um tað, sum brúk­ ar­in vil hava. Vit kunnu altíð rok­na okkum fram til rætta prís­in, sigur hann. Fríggjadagur 5. september 2014 · Nr. 100 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 5 Fríggjadagur 5. september 2014 · Nr. 100 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 blámusoppur Marjun Dalsgaard Tað er ræðandi at seta teg í skuld fyri tvær milliónir krónur fyri eini hús – serliga um tú ikki kanst búgva í teimum. Tað heldur Katrin Joensen, sum ongantíð aftur ætlar at keypa eini hús . Hon vil heldur búgva til leigu restina av lívinum. Fyri tveimum árum síðani keypti hon eini hús saman við Álvi Hansen. Har skuldu tey búgva saman við teirra, í alt fýra børnum. Men fyrsta dagin, tey fingu lyklarnar, var greitt, at okkurt var spinn­ andi galið. – Eg var skelkað yvir ógvus liga luktin av fugti í hús inum og visti alt fyri eitt, at okkurt var heilt galið, sigur Katrin Joensen. Tey høvdu verið og hugt eftir húsunum tvær ferðir, og tey høvdu havt ein serkønann við sær, áðrenn tey keyptu húsini, men tá kendu tey einki til roykin av blámusoppi. – Eg haldi, tað kemur an uppá ættina. Tað hevði verið gott veður tær ferðirnar, vit vóru og hugdu. Tann dagin, vit fingu lyklarnar, var regn og ringt veður, sigur Katrin. Hon setti seg alt fyri eitt í samband við Skyn, sum hevði sett húsini til sølu, og royndi at fáa tey at lata handilin ganga aftur. Men tað bar ikki til. Katrin fekk at vita, at freistin fyri at lata handilin ganga aftur, var farin. Tá hetta ikki gekk, setti Katrin seg í samband við fyrrverandi eigaran, men hann segði at tey kendu onki til fuktroyk og vistu tí ikki, hvat tey tosaðu um. Kendi einki til fukt Eftir at serkøn høvdu kann­ að húsið við yvir flatu kann­ ing um og staðfest at lukturin stavaði frá ventilatiónini, av gjørdu Katrin og Álvur at flyta inn. Tey fingu ven­ tila tiónina reinsaða og settu nýggjan motor í, Tað kostaði 40.000 krónur og saman við máling og nýggjum gólvum og hurðum, settu tey húsini í stand í erva fyri eini 100.000 krónur, áðrenn tey fluttu inn. Tað gekk tó ikki lang tíð, áðrenn familjan byrj aði at kenna árin frá blámu sopp­ inum. Katrin gjørdist trong fyri bróstið, og maðurin fekk tekin um overuviðkvæmi. Tá fyrsti óveðursdagur kom eftir innflyting, kom fukt­ royk urin aftur. – Ættin skifti, og tað var váttligt í veðrinum. Við eitt luktaði húsini aftur, og hetta var eftir at ventilatiónin var gjørd, og vit høvdu sett hús­ ini í stand. Tá hugsaði eg, at her er okkurt rav ruskandi galið, sigur Katrin Joensen. Ting møblar l ik – Okkara klæðir luktaðu. Vit merktu tað, tá vit komu út í bilin, har luftin var heilt annaðleiðis. Tú merkti tað somuleiðis, tá tú læt eitt vindeyga upp í húsunum, tí tað var so stórur munur á frísku luftini, ið kom inn, og so luftini inni í húsunum, sigur Katrin. Nú gjørdu tey av at senda boð eftir einum, sum kundi gera kanningar millum skins og hold. Hetta gav eitt heilt annað úrslit enn fyrra kann ingin, sum bert var av yvir flatuni. Somuleiðis vórðu kanningar gjørdar av luft ini í húsunum og nýggju roynd irnar vístu, at talið fyri sopparsporar í luftini var væl oman fyri mark. Ringast var í sovikamaranum. og familjan flutti alt fyri eitt oman til mammu Katrina. Blámusoppur er serliga vanda mikið fyri pinkubørn, og ógvusligu soppasporarnar í sovi kamarinum vóru vanda miklir fyri lítla barnið hjá teim um. Men at flyta inn í sítt barna kamar heima hjá mamm uni, tá tú júst hevur átt, er ikki bara sum at siga tað. – Eg hevði glett meg til at vera á barsil. At vera í okk ara nýggju húsum, og njóta fyrstu mánaðirnar av lívinum hjá tí yngsta. Hetta var als ikki tað, eg hevði droymt um. Nú sat eg brádd­ l iga heima hjá mammu í mín um egna barnakamari. Vit búðu í einum kufferti, og okk i blámusoppur Hava uppgivið Húsini Katrin Joensen og familian fara ikki í húsini aftur, sum tey keyptu í november 2012. Tað vísti seg, at húsini vóru fongd við soppi, og familjan hevur bert búð í teimum í nakrar vikur. Tilburðurin hevur verið traumatiserandi, sigur Katrin, sum koyrur í ein langan boga rundan um húsini, fyri at sleppa undan at síggja tey var tíggju mánaðir. Eftir eitt hálvt ár flutti familjan í eini hús í Hoyvík, har tey búðu til leigu í eitt ár. Nú búgva tey í Havn í einum raðhúsum, sum tey ikki ætla at flyta úr fyribils. – Eg havi gjørt av, at eg fari ikki aftur í hasi húsini. Eg klári ikki at búgva har, tó tey yvaleyst verða superlekkur, tá tey eru sett í stand. Tí ber eisini til at gera ein langtíðar leiguavtalu her, sigur Katrin. Hon vil gjarna lova børn­ un um, at tey ikki skulu flyta aftur fyribils. Lívið í kuffert­ inum orkar hon ikki longur. – Vit eru troytt av at flyta, og at ikki hava okkara egnu ting. Maðurin og børnini høvdu ikki h hava elvt til so nógv stríð og høvuðbrýggj. – Tá eg skal heinta tann yngsta í barnagarðinum í granna lagnum har húsini liggja, koyri eg ein umveg, fyri at sleppa undan at síggja tey, sigur Katrin. Ein avbjóðing fyri parlagið Miseydnaða húsakeypið hev­ ur verið ein avbjóðing fyri parlagið hjá Katrini og Álvi. Tey hittust í 2010, og høvdu ikki verið saman leingi, tá hon gjørdist við barn, og tey gjørdu av at keypa hús sam­ an. Húsakeypið skrivaðu tey undir á heysti í 2012. – Hetta var fyrstu ferð hendan hatt, sigur Katrin Joensen. Í alt hava hon og Álvur fýra børn. Hon hevði tvey áðrenn tey hittust, hann hevði eitt, og saman hava tey ein son, sum var fáar mánaðir gamal, tá tey keyptu nýggju húsini. Tíðin eftir hevur verið merkt av eini tilveru í einum kufferti, og at kvøldini fara við nógvum diskussiónum um búskaparligar spur­ ningar. Húsini hjá Katrini og Álvi kostaðu tvær milliónir krónur, men av tí at familjan ikki hevur kunnað búð í teim­ um, hava tey havt tví faldaða húsaleigu síðani. – Vit missa 9.000 krónur ljós og hita í báðum húsum, um framt leigu har vit búgva nú. Hetta tí húsini mugu ikki standa køld, hóast eingin býr í teimum, sigur Katrin.. Sengur og klædnaskáp hjá familjuni eru enn í húsunum, tí tey lukta av soppi, og kunnu ikki brúkast longur. – Vit lata tað innbúgvið standa fyribils, sum vit ikki kunnu brúka longur. Tað stendur í húsunum, so vit kunnu prógva, hvat tað er vert, og at tað er oyðilagt, sigur Katrin. – Eg vaskaði sofurnar hvønn dag leingi, áðrenn lukturin fór ú t i Vreiðin er drívmegin Spurd, hvussu hon orkar at berjast við mynduleikar og paragraffir, sigur Katrin: – Eg eri so óð! Eg eri ill um, at eg eri gjørd til eitt offur av skipanini. At eg skal rudda upp eftir øðrum fólk um. Tað kann ikki vera rætt, sigur Katrin Joensen. Tað ringasta er, at tað tek ur so langa tíð. Tey hava bíðað í eitt ár eftir at ein sýns ­ maður skal koma og hyggja at húsunum, og Katrin veit ikki, hví tað tekur so langa tíð, men fyrr enn tað er yvir­ staðið, koma tey ikki víðari. Hon hevur gjøgnum sína orðna tað helst sjálvi og bíta tað í seg. Har hevur tað heilt víst hjálp mær, at eg havi eitt sindur av innlitið í løgfrøði, sigur Katrin Joen sen. Hon svevur illa, tí hon hev ­ ur ilt við at góðtaka, at hon ikki hevur tamarhald á egnu búskaparligu støðu. Ein hátt ur ikki at hugsa ov nógv um støð­ una, sum tey eru í, er at fara í holt við arbeiði og lestur. – Eg taki eina mast ar í løgfrøði á Fróðskapar­ setri num við síðuna av starvinum, og eg arbeiði so nógv sum gjørligt. Á tann hátt havi eg ikki tíð at hugsa um t ll i Miseydnaða húsakeypið Tað hevur ikki verið stuttligt at byrja sítt lív sum familja saman á h d - Hetta var fyrstu fer vit skuldu búgva saman. Nú skuldu vit royna hetta her; tíni børn, míni børn og okkara børn, men tað hevur ikki verið stuttligt at byrja sítt lív sum nýggj familja á hendan hatt, sigur Katrin Joensen – Eg eri so óð!, sigur Katrin Joensen. Vreiðin er ein drívmegi hjá henni í stríðnum fyri endurgjald, nú tey hava keypt eini hús, sum tey ikki kunna búgva í Stríðið hjá Katrini Joensen og Álvi Hansen hevur nú vart í skjótt tvey ár. Tey keyptu eini sethús á heysti í 2012, og hava síðani búð til leigu trý ymisk støð. Rættarmálið kann ikki fara í gongd fyrr enn ein sýnsmaður hevur verið og hugt eftir húsunum enn einaferð. Ímeðan gongur tíðina, og familjan bíðar eftir at teirra liv kann byrja aftur. Tískil hava tey gjørt av, at tey flyta ikki aftur fyribils. – Vit selja húsini, tá rættarmálið er yvirstaði, um sølan ikki kann ganga aftur. Antin gera vit tey í stand fyri tann erstatning, sum vit meina, at vit hava rætt til, og selja tey, ella selja vit tey áðrenn og geva ein avsláttur, sum svarar til prísin at gera í stand aftur, sigur Katrin Joensen. Húsini eru ikki oyðiløgd, tey kunnu gerast aftur, tí er hon ikki bangin fyri, at tey ikki kunnu selja tey, tó hon hevur varpað so nógv ljós á trupulleikan. – Eg vænti ikki at fólk, sum hava skil fyri bygging, eru bangin fyri at keypa húsini, tí tey skulu bara gerast í stand. Vit vilja bara ikki gjalda meir enn tað, vit longu hava goldið. Fyrimunurin tá húsini eru sett í stand verður so eisini, at tann sum keypur fær eini meir ella minni nýggj hús, sum eisini eru kannaði frá enda í annan, sigur Katrin. Sambært sýnsmanninum kostar tað fyribils 400.000 krónur at bøta um keldurnar til fuktin og harvið blámusoppin. – Húsini standa partvíst undir jørð. Tað skal gravast upp, og tað skal drenast rundan um tey, og síðani skulu fongdu veggirnir í kjallarahæddini takast burtur, sigur Katrin. igari í Føroyum blámusoppur Í vikuskiftissosialinum skrivaði vit at bæði tryggingarfeløgini, Trygd og Trygg­ingar­ felagið Føroyar høvdu skriva at hús í Føroyum ikki eru trygg­ingarbar, av tí at veðurlagið ger at øll hús fáa sopp, og at tey tí hava sagt ósatt í hoyr­ings­svari­ num. Talan er bert um Trygd, og hetta var tískil ein feilur.