Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. september 2014síða 8

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. september 2014 · Nr. 101 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nýggjur føroyskur filmur frumsýndur Eg vóni tú virðir okkara søgu og mentan Janus á bókasavni Nýggjur psykologiskur dramafilmur, ið Katrin Ottarsdóttir hevur skrivað og leikstjórnað, verður frumsýndur hóskvøldið Hans Jacob Hermansen, nevndarlimur í Grindamannafelagnum og íðin verji av grindadrápi, hevur sent bræv til skotska sjónleikaran Ross McCall, ið sambært Sea Shepherd kemur at vitja Føroyar í næstum Janus á Húsagarði vísur komandi tíðina tekningar fram á Býarbókasavninum í Havn. Hóskvøldið 11. september kl. 19.30 verður almenn frum­ sýn­ing av  LUDO í Norð­ur­ landa­húsinum. Allir leikararnir í film­in­ um, leikstjóri og meg­in­part­ ur­in av films­lið­num verða til stað­ar á frum­sýn­ing­ini. Frumsýningin er partvís fyri innbodnum – tað vil siga øll­um teimum mongu, ið hava stuðlað filminum fíggj­ ar­liga og á annan hátt, men Norð­ur­landahúsið er tíbetur stórt, so pláss er eisini fyri øðr­um. Almenningurin kann tí eisini keypa atgongumerki til frumsýningina. Eftir frumsýningina – frá fríggja­degi 12. september – fer filmurin at ganga í Havn­ ar Bio í Havn, í Atlantis Bio í Klaks­vík og í lítla Bio­graf­in­ um undir Gøtuni á Sandi (hjá Thom­asi Koba). Seinni verður filmurin eis­ini sýndur ymsastaðni í Dan­mark. Drama LUDO er eitt psykologiskt drama um eina 11-ára gamla gentu, ið er fangað sum gísli mill­u­m myrka sinnalagið hjá mamm­uni og hjálparloysið hjá pápanum. Filmurin fer fram eitt samdøgur hjá hesi ungu familjuni. At síggja til ein vanlig, eydnurík familja – mamma, pápi og dóttir – men skjótt merkist, at her býr okkurt óunniligt undir yv­ir­flatanum. Høvuðsleikarar í film­in­ um eru Lea Blaaberg, Hjálm­ ar Dam og Hildigunn Eyð­ fins­dóttir. Aðrir leikarar eru Bárð­ur Pers­son og Gunnvá Zach­ar­ i­a­sen. Filmurin varð tikin upp á Sandi í august í fjør, og films­liðið var – við einum und­an­taki – manna við før­ oy­ing­um. Katrin Ottarsdóttir hevur skriv­að, leikstjórnað og klipt film­in, ið kostaði 800.000 krón­ur at gera. Hetta er mill­ um 5 og 10 % av hvat ein með­ al danskur spælifilmur kost­ ar at gera. 60% (480.000 kr.) av fram­ leiðslu­kostnaðinum eru fíggj­að við stuðli frá før­ oysk­um grunnum, stovn­ um og privatum fyri­tøk­um umframt einum hópi av privatpersónum, ið lótu størri og smærri upp­hædd­ir til tvey sonevnd áhuga­fígg­ing­ar­ átøk (crowd fund­ing). Hin­ar 320.000 kr, eru eg­in­fígging frá Blue Bird Film hjá Katrini Ott­ars­dótt­ir og Hugini Eide. Danjal av Rana   Í brævinum skrivar Hans Jacob Hermansen, at Ross McCall sjálvandi er væl­kom­ in til Føroya, og Hans Jacob Her­mansen vónar, at honum fer at dáma tær líka væl sum vit, ið búgva her, gera. Tó sig­ur hann seg eisini vóna, at Ross McCall fer at virða okk­ara søgu og mentan, eins og vit virða hansara søgu og ment­an.  Hans Jacob Hermansen sig­ur seg vóna, at hann fær møgu­leikan at møta Ross McCall og greiða honum frá før­oysk­ari søgu, mentan og øðr­um lokalum evnum, ið sjón­leikarin kanska hevur áhuga í. Hann væntar, at hetta kann vera neyðugt, við tað, at kunningin Ross McCall hevur fingið frá Sea Shep­herd allarhelst er bæði sera avmarkað og litað av teirra sjónarmiði. Hans Jacob Hermansen skriv­ar at enda, at tó at hugs­ anin hjá Ross McCall um grinda­dráp er hansara egna og sera privata avgerð, so vón­ar hann, at Ross McCall vil vísa honum tað virðing, at geva sær møguleikan at kunna hann um hesi evni, frá einum føroyskum sjón­ ar­miði. Janus á Húsagarði er føddur í Havn 13. des­ emb­er 1975. Hann hev­ ur teknað, síðan hann var smádrongur, og sum vaksin hevur hann havt hópin av lista­fram­sýn­ ing­um í Føroyum, Ís­ landi og Danmark. Hann hevur teknað fleiri bøk­ ur, plakatir, lýsingar og fløgu­húsar, hevur teknað í barnasjónvarpi og und­ir­ víst í tekning. Framsýningin á Bý­ ar­bóka­savn­inum er av myndum úr barna­bók­un­ um Veiða vind og Ferðin hjá Mosalisu. Framsýningin er sølu­ fram­sýning og er at síggja í september og oktober. Janus á Húsagarði gjørdi eisini 40 ára føð­ ing­ar­dags­plakatina til Bý­ar­bókasavnið. Enn eru nøkur eintøk eftir, sum kunnu keypast í av­ greiðsl­uni.