mánadagur 8. september 2014síða 9
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 8. september 2014 · Nr. 101
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Jón Brian Hvidtfeldt
Tað, sum fyrr var tvørligt og
trupult, er í dag lætt og líka
til.
Soleiðis tykist myndin
síggja út, nú løgmaður hevur
verið á fundi við russisku
stjórnina.
– Talan var um ein ótrú
liga konstruktivan og gev
andi fund. Í roynd og veru
ein tann besta fundin, sum
eg havi verið á, sigur Kaj Leo
Holm Johannesen í fartele
fonini úr Moskva.
Vaksandi, russiski áhugin
fyri føroysku fiskavørum
fekk
russisku
stjórnina
at bjóða løgmanni á fund.
Fundurin kom í lag eftir at
Russland 7. august setti inn
flutningsbann á vørur úr ES,
Norra, USA og fleiri øðrum
londum í vesturheiminum.
Føroyar eru sum kunnugt
ikki raktar av handilsbann
inum, og tað økir um russiska
áhugan fyri føroyskum fiska
vørum.
– Russland ynskir ein
vaksandi samhandil við Før
oyar. Tey ynskja at keypa
okkara fiskavørur, og tað
kom eisini greitt til sjóndar á
fundinum fyrrapartin, sigur
Kaj Leo Holm Johannesen.
Sambært løgmanni høvdu
russar fyrireikað seg væl til
fundin. Vertur fyri fundin
var Ilia V. Shestakov, sum er
vararáðharri í landbúnaðar
málum og samstundis stjóri
fyri Russian Fishery Agency,
ið er ein stovnur undir russ
isku stjórnini. Harumframt
vóru stjórar fyri russisku
innflutnings- og tollmyndug
leikarnar við á fundinum.
– Fyri tað fyrsta fingu
vit enn einaferð staðfest, at
Føroyar verða ikki raktar
av russiska innflutnings
banninum, ið landið hevur
sett í gildi móti ES, Norra og
øðrum londum í vesturheim
inum. Tvørturímóti gjørdu
russisku
myndugleikarnir
greitt, at tey vilja gera ein
eyka innsats fyri at øll før
oysk virki verða góðkend at
útflyta til Russlands, sigur
Kaj Leo Holm Johannesen.
At handling liggur aftan
fyri russisku orðini fekst
sjón fyri søgn, longu í síðstu
viku, tá kryvjivirkið hjá
Bakkafrost í Kollafirði aftur
kom á grøna listan hjá russ
iska
matvørueftirlitinum
eftir
oyðimarkargongd
á
reyða lista í okkurt um tvey
ár. Tí kann Bakkafrost aftur
selja laks til Russlands, sum
er kruvdur í Kollafirði.
Bakkafrost boðaði um dag
arnar frá, at fyritøkan væntar
at trífalda sín útflutning til
Russlands, og ein orsøk til
tað er óivað at finna í spentu
politisku
støðuni
millum
Russland og stóran partin
av vesturheiminum, ið eitt
nú hevur við sær at norskar
alifyritøkur sleppa ikki at
selja til Russlands.
Fríhandil
Í september 2012 hitti Kaj Leo
Holm Johannesen russiska
uttanríkisráðharran
Sergej
Lavrov. Handilsviðurskiftini
landanna millum vóru á
skránni fyri tann fundin, sum
varð hildin í samband við ST-
aðalfundin í New York. Ta
ferðina nýtti løgmaður høvið
at seta fram ynski um eina frí
±handilsavtalu við Russland.
Men síðani hevur verið
lítið at hoyrt um føroyska
ynskið um fríhandilsavtalu.
Oftast hevur undanførslan
verið, at Føroyar eru bara ein
lítil aktørur í stóru myndini,
har fleiri enn 30 onnur lond
somuleiðis ynskja fríhand
ilsavtalu og harvið betri
atgongd til risastóra, russiska
marknaðin.
Eftir fundin við russisku
stjórnina fyrrapartin er løg
maður bjartskygdur.
– Russar gera greitt, at tey
ynskja eitt strategiskt sam
starv við Føroyar. Fríhand
ilsavtalan varð eisini umrødd
á fundinum, og eingin forðing
tykist vera fyri, at Føroyar
rímuliga skjótt kunnu fáa í
lag eina fríhandilsavtalu við
Russland, sigur Kaj Leo Holm
Johannesen.
Løgmaður sigur seg hava
góðar vónir um, at fríhand
ilsavtala verður undirskrivað
innan eitt ár.
– Ja, tað er eitt realistiskt
mál, sigur Kaj Leo Holm
Johannesen.
Í
samgonguskjalinum
stendur, at landsstýrið skal
”leggja áherðslu á at føra ein
virknan uttanríkispolitikk,
altjóða handilspolitikk og at
vinna okkum fríhandils- og
samstarvsavtalur.”
Løgmaður hevur í fleiri
umførum ført fram, at Føroy
ar eiga at satsa upp á russiska
marknaðin, og í næstum letur
upp upp føroysk sendistova í
Moskva.
Heita eplið
Dagliga hoyrast útmeldingar
av ovastu, politisku rókunum
um spentu støðuna millum
Russland og stóran part av
Vesturheiminum, íkomin í
kjalarvørrinum av russiska
leiklutinum í og mótvegis
Ukraina. Partarnir hótta við
støðugt fleiri tiltøkum móti
hvørjum
øðrum,
spentu
viðurskiftini vóru á bredd
anum á NATO-toppfund
inum í Wales um dagarnar,
og serfrøðingar skíra viður
skiftini millum Russland og
Vesturheimin at vera ísakøld.
Viðurskiftini sigast ikki hava
verið so ring síðani áðrenn
Múrurin fall.
Tann støðan fekk ikki
løgmann at steðga á, nú inn
bjóðing kom úr Moskva.
– Nei, eg aftraði meg ong
antíð við at fara til Russlands,
sigur Kaj Leo Holm Johanne
sen sannførdur.
Uttanríkispolitiskt hevur
løgmaður lítlan hug at leggja
seg út í ”stríðið” millum Russ
land og ES. Kortini var evnið
stutt uppi at venda á fund
inum fyrrapartin.
– Jú, eg helt tað vera rætt
at nevna Ukraina. Eg greiddi
frá, at Føroyar síðsta árið
hava upplivað eitt boykott
frá ES, og eg førdi fram, at
vit trúgva ikki upp á boy
kott sum amboð at loysa
ósemjur, sigur Kaj Leo Holm
Johannesen.
Sambært løgmanni vóru
hansara orð móttikin við
virðing. Men sum nevnt var
ongantíð upp á tal hjá løg
manni at setast aftur:
– Vit eru ikki partur av
hasi trætuni. Russland hevur
valt at seta innflutningsbann
á matvørur, eitt nú úr ES.
Men tað merkir ikki, at øll
ES lond eru givin at handla
aðrar vørur við Russland,
argumenterar Kaj Leo Holm
Johannesen.
Sambært løgmanni nýtti
hann eisini høvið til at vísa
á aðra, føroyska framleiðslu,
ið kann vera áhugaverd fyri
russiska marknaðin. Eitt nú
trolútgerð frá Vónini og trol
lemmar frá Rock Trawldoors
í Vági.
Formliga hevur løgmað
ur ikki ráðført seg við Utt
anlandsnevndina hjá løg
tinginum
áðrenn
fundin
við russisku stjórnina. Við
á ferðini hjá løgmanni til
Moskva eru Gunnar Holm-
Jacobsen og Áki Johansen,
ávíkavist deildarstjóri og ráð
gevi á Uttanríkistænastuni í
Tinganesi.
Løgmaður hálsfevndur
av russisku bjørnini
– Russiski marknaðurin er svangur og ynskir vaksandi samhandil við Føroyar,
sigur løgmaður eftir »konstruktivan og gevandi fund« í Moskva
– Vit eru ikki partur av trætuni millum Russland og ES, sigur løgmaður, sum í staðin fyri at leggja
seg út í stórpolitikk hevur verið á »konstruktivum og gevandi fundi« í Moskva