mánadagur 8. september 2014síða 10
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 8. september 2014 · Nr. 101
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað góða og minni
Óli Jakup Jacobsen
Hugskotið er rættiliga beint
fram: Føroyskur tónleikur
til føroyingar í Danmark.
Um einum ikki dámar tað,
so er at halda seg burtur frá
Amagerstrand teir báðar
dagarnar, Míttland verður
hildin. Í so máta vóru kon
septið og málbólkurin væl
definerað, og man visti,
hvat man fekk.
Smá 2000 fólk vórðu
mett at vera til Míttland,
sum fyrireikararnir hildu
vera stak nøktandi. Øvugt
av tí, sum ein kanska vildi
hildið, so taldu tey føroysku
lesandi ikki bróðirpartin
av festivalgestunum. Hin
vegin vóru tey flestu til
komnir føroyingar, sum eru
búsitandi niðri. Tað gevur
eisini góða meining, tí tað
búgva túsundavís av før
oyingum í øllu Danmark,
og nógv av teimum hava
kanska ikki verið í Føroy
um ta síðstu tíðina. Tá er ein
festivalur sum Míttland eitt
óført høvi at uppliva nakað
av føroysku sangmentanini
og at hitta aðrar føroyingar.
Í fjør varð Míttland á
fyrsta sinni hildin, og helt
hann til á sama staði sum í
ár. Tá ein skipar fyri onkrum
fyri
fyrstu
ferð,
slepst
næstan ikki undan onkrum
barnasjúkum, og teimum
høvdu fyrireikararnir í ár
tikið hædd fyri. Millum
annað var ein trupulleiki í
fjør, at tá sólin var niðurfarin,
var festivaløkið bølamyrkt,
tí snøgt sagt onki ljós var. Í
ár var so ongin trupulleiki
við ljósinum, og kundi man
síggja fólk uttan at lýsa á tey
við eini fartelefon.
Tað vóru í høvuðsheitum
tveir munir á Míttland í ár í
mun til í fjør. Fyri tað fyrsta
var festivalurin í ár yvir
tveir dagar, meðan hann í
fjør var í ein dag. Fyri tað
næsta var meginparturin
av festivalinum í ár í einum
tjaldi, har stóri pallurin
var, meðan ein minni pallur
stóð uttanfyri í sólini. Í fjør
var allur festivalurin undir
bláum himni, og harafturat
var bara ein pallur.
Í stuttum var Míttland
ein fínur og fólksligur festi
valur, har nógv gott var
at heinta. Men tað er altíð
pláss fyri ábótum, og tí
verður ein eftirmeting av
Míttland gjørd. Sjálvsagt
fellir nógv undir at vera
ein smagsak, men eftirmet
ingin er gjørd í ljósinum av,
hvat undirritaði metti at
vera gott og minni gott.
Í vikuskiftinum varð punktum sett fyri føroyska festivalsumrinum, tá Míttland varð hildin. Gott
nokk var festivalurin hildin í Keypmannahavn, men Míttland var føroyskur í odd og egg, tí hvør tóni,
sum kom úr hátalarunum á tí tveir daga langa festivalinum var føroyskur. Í stuttum var Míttland ein
virðiligur endi á føroyska festivallívinum á hesum sinni, hóast sumt kann gerast betur til næstu ferð
GOTT
Veðrið
Tá føroysku festivalarnir byrjaðu at stinga seg upp á sinni,
tóktust teir altíð at verða vælsignaðir við góðum veðri. So
kom ein tíð við stormi, har hvør konsert var í vanda at blíva
skola burtur. Men í ár hava festivalarnir aftur upplivað gott
veður, og á Míttland var veðrið eisini framúr. Hitin lá væl
oman fyri 20 gradir, og tað var ikki fyrr enn kl. 21, at man
byrjaði at lata seg í langermdar troyggjur. Ein festivalur
verður bara nøkur hakk betri, tá veðrið spælir við. Í so máta
dugdu fyrireikararnir at leggja festivalin eitt tíðspunkt, tá
líkindini enn vóru fyri góðum og heitum veðri.
Greiða konseptið
Onkuntíð tá man roynir at tekkjast øllum, endar man við
at tekkjast ongum. Míttland hevði sítt greiða konsept
at spæla føroyskan tónleik fyri føroyingum í Danmark.
Hugskotið hevur bein at ganga á, tí tað búgva ein ørgrynna
av tilkomnum føroyskum útisetum í Danmark, og Míttland er
í ein stóran mun fyri tey. Tónleikaskráin hevði eisini dám av
at venda sær nógv móti teimum, tí nógvur gamal syngið-
við-tónleikur var á henni. Tað er gott og til stóra gleði fyri
føroyingar í Danmark at møtast til føroysk tiltøk og at møta
øðrum føroyingum. Tá tað so er sagt, vóru tað ikki einans
tilkomin, men eisini fitt av ungum lesandi til Míttland.
Umhvørvið
Onki slær føroysku nátturuna, munnu flestu okkara
vera samd um. Tá tað so er sagt, er umhvørvið úti á
Amagerstrand avbera hugnaligt og vakurt. Samanrenningin
millum strondina við hvíta sandinum og høgu skógartrøini
riggar sera væl sum eitt stað at hava ein festival. At metroin
var fimm minuttir til gongu frá festivaløkinum, gjørdi tað
heila ikki verri.
Benkur og borð
Tað eru tey allar, allar fægstu, sum klára at vera til ein
festival uttan at noyðast at seta seg niður at hvíla beinini
eina løtu. Tó so tykjast fleiri festivalar at gloyma henda
sjálvsagda veruleika, har tað undantikið í mattjøldum
er torførari at finna ein frían bonk enn at finna eitt frítt
parkeringspláss í SMS lítlajólaaftan. Hesin trupulleikin var
ikki til Míttland, og bæði inni í tjaldinum og uttanfyri vóru
tíggjutals benkur og borð við plássi fyri hundraðtals sitandi.
Av tí at man fekk sitið, tímdi og orkaði man betur at vera
longri á sjálvum festivalinum, tí man ikki endiliga noyddist
at fara heim at hvíla seg.