mánadagur 8. september 2014síða 11
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 8. september 2014 · Nr. 101
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
góða við Míttland
TAÐ MINNI GÓÐA
Tveir dagar
Tá Míttland í fjør var hildin fyri fyrstu ferð og vardi ein
dag, hugsaði eg, at tað var eitt fínt hugskot at avmarka
festivalin til ein langan dag. So fekk man jú konsentrerað
alt tað góða, so man ikki fekk kensluna av, at tiltakið
varð hálað út. Í ár valdu fyrireikararnir at hava festivalin
yvir tveir dagar, men man sá á uppmøtingini til fyrru
konsertirnar, at fólk orka og tíma ikki ov væl tiltøk, sum
strekkja seg yvir ov langa tíð. Tað var spell fyri allar
bólkarnar, sum spældu tíðliga um dagin, tí teir spældu fyri
næstan manntómum tjaldi. Hevði festivalurin verið í ein
dag, høvdu fólk uttan iva verið raskari at møtt tíðliga, tí
festivalurin jú bara var ein dag. Míttland er jú tann síðsti
av fleiri festivalum, og festivalorkan hjá fólki strekkir um
hesa tíðina illa til fleiri dagar.
Tíggju tey somu
Tónleikaheimurin í Føroyum er nokk so lítil, og ofta upplivir
man, at summir tónleikarar spæla við fleiri bólkum á sama
festivali. Men ongantíð havi eg upplivað tað, sum hendi
á Míttland, at somu bólkar stóðu fleiri ferðir á skránni.
Tað absurda við tí heila var, at talan var ikki um ein ella
tveir dupultgangarar, men um heili tíggju bólkar ella
sangarar, sum framførdu tvær ferðir. Summi teirra spældu
fríggja- og leygardagin, meðan onnur spældu tvær ferðir
leygardagin. Hvør orsøkin at hava so mangar bólkar at
spæla tvær ferðir er ilt at siga, men hugskotið ber ikki á
mál. So heldur skera tíggju konsertir úr skránni og hava
festivalin í ein dag.
Vantandi fyrireiking frá ávísum bólkum
Teir flestu bólkarnir, sum spældu til Míttland, vóru væl
fyrireikaðir og spældu eina góða konsert. Men tey, sum
komu kl. 18 leygarkvøldið at hoyra Anniku Hoydal, máttu
bíða eitt langt og annað breitt, og tá stóripinnur 30
minuttir seinni fór av sekstalinum, var songkvinnan úr
Harkaliðnum enn ikki komin. Um Annika ikki tímdi at spæla
so tíðliga, ella um talan var um eina misskiljing, so er tað
ikki gott nokk. Serliga tá hon verður kroyst á eina longu
kroysta skrá kl. 23 og tekur tíð frá øðrum bólkum. Eitt
annað dømi um vantandi fyrireiking var, tá Eyðun Nolsøe
spældi á lítla pallinum. Aftaná nakrar sangir steðgar
fyrrverandi Frændursangarin meira ella minni upp, tí hann
ikki visti, hvørjar sangir, hann skuldi spæla. Hann skuldi
nevniliga goyma nakrar til, tá hann fór at spæla aftur
seinni. Men Eyðun visti, at hann skuldi spæla tvær ferðir,
og tí kann vantandi fyrireiking síggjast sum vantandi
virðing fyri áhoyrarunum.
Risavaksnað tjaldið
Festivaløkið var eitt sindur í tveimum: Eitt risavaksið tjald
og eitt lítið frímerki uttandura. Hugskotið við einum tjaldi
er í sær sjálvum gott, tí tú hevur veðurgaranti. Hevði tað
regnað, hevði tjaldið veruliga komið til sín rætt. Harafturat
tá tað um kvøldið var kalt uttandura, var tað heitt og fjálgt
inni í tjaldinum, millum annað tí kaldi vindurin av sjónum
varð avskermaður. Men nú regnaði tað ikki, og tí var tjaldið
alt ov stórt og alt ov dominerandi til lítla festivaløkið.
Inntil kl. 20 var bakandi sól og heitt báðar dagarnar, og
tískil vildu øll vera uttanfyri og njóta góða veðri. Av tí
sama vóru flestu tjaldkonsertirnar um dagin manntómar,
tí fólk fingust ikki inn. Sum sagt, hugskotið við einum
tjaldi er fínt, men næsta ár kann tað vera væl minni. Og
dagskonsertirnar skulu í nógv størri mun vera uttanfyri, so
man ikki skal velja millum sól og tónleik.