mánadagur 8. september 2014síða 12
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 8. september 2014 · Nr. 101
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
12
Axel Hansen
nevndarlimur í Føroya
Fiskimannafelag
Skipað ránsveiða, og álvars
ligastu brot, ið framd eru,
so leingi nakað eftirlit hev
ur verið framt undir Før
oyum. Soleiðis lýsir Vørn
Anitu-málið í síni tilráðing
til løgmann, har Vørn eisini
ger honum greitt, at brotini
eru so nógv og so álvarslig,
at ongin grund er til at bíða
við at taka fiskirættindini
frá Anitu, til rætturn hevur
talað.
Hetta er alt samalt mikið
gott, tí sjálvandi skulu øll
fiskirættindi takast frá Anitu
í stundini, og tað skuldu tey
verið beinanvegin, tá fyrstu
avdúkingarnar vórðu gjørd
ar, stutt eftir at skipið var
komið til lands eftir van
lukkutúrin í februar.
Men kortini er tað nógv
fyri at hoyra Vørn av øllum
brúka so stór orð í hesum
máli, tí er tað nakar, ið kann
sigast at hava ábyrgdina av,
at óskilið við Anitu slapp at
vaksa seg so stórt, sum tað
gjørdi, so eru tað okkara eft
irlitsmyndugleikar, Vørn við
tess Fiskiveiðieftirliti og Sjó
vinnustýrið.
Hesir stovnar hava spælt
fullkomiliga fallitt. Eftirlit
skuldi jú eitast at vera gjørt
viðvíkjandi Anitu, áðrenn
túrin í februar, ið endaði so
syndarliga við, at ein maður
sjólætst, men onki óreglu
semi tykist vera rapporterað.
Í øllum førum slapp skipið
ótarnað at fiska, sum tað
hevði hug til, og tað hevði tað
helst gjørt enn, um ikki Før
oya Fiskimannafelag meld
aði skipið til løgregluna, tá
tað endiliga kom til lands,
tvær vikur eftir vanlukkuna.
Tástani kom umfatandi
óskilið fram í ljósið, og tað
var skjótt, at fleiri eisini settu
kikaran á okkara eftirlits
myndugleikar, tí hvat høvdu
teir gjørt, meðan alt hetta fór
fram?
Tá gjørdi stjórin í Vørn
eina smarta fintu og meld
aði tíðliga í apríl Anitu fyri
ólógligan fiskiskap. Melding
in var brúkt sum kærkomið
høvi til at geva sær sjálvum
munnkurv,
meðan
málið
varð kannað. Munnkurvin
hevur verið væl á síðani, tí
nógvu lógarbrotini liggja
enn í rættarskipanini.
Men eg hevði tó roknað
við, at onkur hevði lært bara
eitt lítið sindur av øllum
eftirlitsbrølarunum,
sum
høvdu gjørt tað møguligt
hjá Anitu at fiska, akkurát
sum skipinum lysti og leggja
vertin í lógir og reglur.
Har fór eg tó so dyggiliga
skeivur. Ikki fyrr enn nú,
seint seinnapartin í dag, fáa
vit í Fiskimannafelagnum
innlit í mynstringarlistan
fyri túrin til Spania, har An
ita fór til umvælingar fyrr í
summar. Og hetta sjálvt um
eg fleiri ferðir havi rykt eftir
hesum
mynstringarlista,
sum ongin hvørki hjá Vørn
ella Sjóvinnustýrinum segði
seg kenna nakað til.
Og tá skipið fór aftur til
fiskiskap fyri umleið tveim
um vikum síðani, var eisini
galið við mynstringini, utt
an at tó hevur fingið nakr
ar avleiðingar. Vinnubrøv
mangla á hesum mynstring
arlista, og tað er ikki skrivað
undir av nøkrum myndug
leika. Harvið hevur listin
onki gildi, men tað hevur
ikki fingið myndugleikarnar
at kalla skipið til lands.
Og eg spyrji, er nakað eft
irlit yvirhøvur framt umborð
á Anitu, síðani skipið aftur
fór til fiskiskap?
Vónandi fari eg skeivur,
men so frægt, sum mær er
sagt, so er onki eftirlit framt
umborð á Anitu, síðani skipið
kom aftur á feltið, sjálvt um
vit vita, at vit her hava við
eitt skip at gera, sum sam
bært Vørn sjálvum fremur
skipaða ránsveiðu, og sum
Vørn tí longu í apríl mælti
myndugleikunum til at taka
øll fiskirættindi frá.
Anitu-málið hevur í denn
grad avdúkað, hvussu illa
okkara eftirlitsmyndugleikar
gera sítt arbeiði, at kravið hjá
okkum, sum virka á sjónum,
har dygdin í eftirlitinum lætt
kann gerast ein spurningur
um lív ella deyð, má vera, at
ein djúptgangandi kanning
verður sett í verk av sjálvum
eftirlitsmyndugleikunum og
teirra arbeiðshátti.
Axel Hansen, nevndarlimur í Føroya Fiskimannafelag, gevur Vørn og Sjóvinnustýrinum av grovfýluni
fyri ikki at hava røkt sínar skyldur og gjørt sítt arbeiði í sambandi við virksemið hjá garnaskipinum
Anitu. Hann krevur, at ein kanning av eftirlitsmyndugleikunum verður sett í verk.
kjak
Eftirlitið spælt fallitt
Zakarias Wang
Eitt av tí, vit tá vrakaðu, var
at fáa blokkstuðul.
Hetta er einastu ferð før
oyingar hava verið spurdir
um teir skoyta um at fáa
stuðul úr Danmørk – og teir
søgdu nei takk.
Hví gjørdu teir tað?
Grundgevingin er sjáv
andi, at føroyingar ikki hildu
tað vera gott at fáa henda
stuðul. Hetta prógvar, at
føroyingar eru klókir, tí øko
nomar um allan heim hava
síðani víst á, at einki er so
skaðiligt fyri eitt land, sum
at stýri tess tekur við stuðli
uttanifrá. Hetta er fíggjarlig
deyðshjálp.
Sjálvandi vóru tað nøkur í
Føroyum, sum høvdu gagn av
stuðlinum úr Danmørk. Hesi
vóru tey, sum stýrdu okkum.
Við at taka við donskum
stuðli kundu tey flyta hann
til teirra, sum høvdu vald
í Føroyum og frá teimum
keypa sær undirtøku til at
sleppa í poltiskar sessir.
Hetta hevði gingið fínt í
mong ár, og tað kom teimum
ikki til hugs, at ein fólkaat
kvøða kundi forkoma teim
um hetta pannukøkuhús.
Eitt av tí, hesir stuðuls
fjepparar fegnaðust almikið
um, var at ein kurtalig kelda
nú fór at geva enn meir av
sær. Eitt av uppskotunum
í
stjórnartilboðnum
var
nevnliga, at Føroyar ikki
sum higartil bert skuldu
hava eitt umboð á fólkatingi,
men tvey. Støðan var tá
tann, at føroyingar høvdu
valt Thorstein Petersen inn
á fólkating, og hann var ikki
mjúkur at strúka. Hann sýtti
eitt nú fyri at geva tað há
tíðarliga lyftið um at halda
donsku
stjórnarskránna,
sum fólkatingsmenn skuldu
geva, men hann slapp und
an! Annars var danating tá
í tveimum deildum, tí um
framt fólkatingið var tá
eitt landsting, og har hevði
løgtingið valt ein sambands
mann, sum í Danmark var
limur í tingbólki sosialdemo
kratanna. Báðir partar í før
oyskum politikki vóru so
statt umboðaðir á danatingi,
men hetta var ikki nóg mikið
fyri ráðandi flokkarnar, tí
nú skuldi eitt umboð afturat
veljast inn har, og tað fór
uttan iva annaðhvørt at um
boða Sambandsflokkin ella
Javnaðarflokkin.
Tá
Javnaðarflokkurin
fekk hesi boðini, og skilti at
útlit var fyri, at hann fekk
ein sess á danatingi, tók
hann undir við tilboðnum
frá stjórnini.
Drúgt er tað ið drýpur,
og hesar stuðulsupphæddir
høvdu leingi ávirkað før
oyskan politikk. Fyrstu ferð
hetta kom upp á tal var tá
stættartingini komu í eyga
í
átjanhundraðogtretivu
árunum. Tá avgjørdi stjórn
Danmarkar, at har skuldi
sita eitt umboð fyri Føroyar.
Hetta umboð var valt av
kongi, sum eisini betalti
lønina.Hetta
gjørdist
ein
frynsugóði til fyrrverandi
kongligar
embætismenn
í Føroyum. Tá kom skjótt
upp á tal, at føroyingar
sjálvir skuldu velja hetta
umboð. Reglan var tann, at
tað valdømið, sum valdi um
boðið, eisini skuldi gjalda
lønarútreiðslurnar. Tá føroy
ingar hoyrdu, at teir skuldu
gjalda fyri sítt valda umboð,
øtaðust teir við og søgdu nei
takk. Kongur hekk tí upp á
at gjalda fyri føroyska um
boðið, og tað vil siga at danir
skuldu gjalda fyri tað. Illa bar
til hjá hesum umboði at taka
støðu til hvørt tað skuldi
tæna danska statsvaldinum
ella føroyska fólkinum.
Í 1851 valdu vit á fyrsta
sinni umboð á danating.
Hetta var ikki tí vit høvdu
biðið um tað, men nakað
sum danir funnu uppá. Tað
lá ikki so væl fyri hjá teimum
at krevja at vit skuldu gjalda
fyri hesi óbidnu umboð, og tí
helt galdandi skipanin fram,
so danir betaltu fyri okkara
umboð. Her er tí greitt talan
um ein stuðul til nakrar ávís
ar føroyingar, og av tí at teir
sita á danatingi og ikki verða
løntir av føroyska fólkinum,
men av dønum, er vandi fyri,
at teir, um ivamál koma fyri,
kunnu gerast í so danahallir.
Á
fólkaatkvøðuni
fyri
68 árum síðani sluppu før
oyingar fyri einastu ferð at
taka støðu til um teir yvir
høvur vildu hava umboð á
danatingi sum danir guldu
fyri. Hetta uppskot fall eins
og alt annað, sum hevði við
danskan stuðul at gera.
Føroyingar hava tí ikki
bert
vrakað
blokkstuðul,
men eisini allan annan stuð
ul úr Danmørk, herundir
danskt løntar umboðsmenn
á danatingi.
Men teir stjórnmálamenn,
sum løgdu hesar spurningar
fyri Føroya fólk og fingu
greitt svar, at hetta vildi før
oyingar ikki hava, lurtaðu
ikki eftir boðunum og gjørdu
beint tað øvuta av tí sum
veljararnir vildu hava teir at
gera. Tí sita vit framvegis í
somu suggu og hava danskan
stuðul og danskt lønt umboð
á fólkatingi.
Tað er ikki hissini díki,
vit av hesum skeivu avgerð
unum eru komin útí. Spurn
ingurin er hvar vit skulu
leggja á við vón um at fáa
vilja fólksins settan í verk.
Er ein gongd leið, at vit
velja umboð á danating, sum
sýta fyri at taka við løn frá
donsku skattgjaldarunum?
14. september 1946 er størsti dagur í Føroya søgu, tí henda dag vóru føroyingar á fólkaatkvøðu
og vrakaðu eitt tilboð frá donsku stjórnini um at innlimast í Danmarkar ríki.
68 ár síðan føroyingar
vrakaðu blokkin