mánadagur 8. september 2014síða 13
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 8. september 2014 · Nr. 101
13
Bjørn Kalsø
landsstýrismaður
Ólógliga garnaveiðan hjá
garnaskipinum Anitu og
vanlukkan,
har
ein
av
manningini fórst, hava víst
okkum, at ábendingarnar
tíverri hava verið rættar.
Uttan at leggja sjófólk
í síni heild undir at reka
ólógligan fisiskap og at fara
illa um regluverkið annars,
so kann staðfestast, at tað
ber til at reka ránsveiðu
við Føroyar við ólógligum
reiðskapi, ófullfíggjaðum
mynstringarlistum, mann
ing, sum ikki hevur arb
eiðs- og uppihaldsloyvini í
lagi og ivasamum trygdar
viðurskiftum umborð.
Sum fiskivinnutjóð eig
ur at standa øllum greitt, at
slíkt óreglusemi ikki eigur
at koma fyri og enn minni
halda fram, nú so nógv,
meira ella minni av tilvild,
er komið undan kavi.
Stovnar og stovnsleiðar
ar, sum hava ábyrgd av øk
inum, eiga tí ikki at skáka
sær undan og togast um,
hvør hevur ábyrgdina av,
at eftirlitisskyldan verður
útint á hesum, fyri landið
so týdningarmiklað økið.
Óansæð, hvørjar manna
gongdirnar eru, og óansæð
ábyrgdina, ið er løgd á skip
arar í samband við mynstr
ingar o.a., – so er neyðugt
við yvirskipaðum eftirliti,
sum eingin ivi er um, hvør
skal útinna. Tí tað vísir seg
tíverri altíð at vera onkur
ímillum, sum fer út um
mark, og harafturat hevur
eftirlitið týdning fyri trygd
ina á sjónum.
Aðalráðini sum varða av,
mugu tí beinanveg skipa
ábyrgdarbýtið um hesar
uppgávur,
ið
Løgtingið
og altjóða reglur, sum vit
hava bundið okkum til,
hava
álagt
fyrisitingini
at útinna. Hetta eigur at
verða gjørt uttan drál og á
ein hátt, sum tryggjar, at
eingin ivi er um, hvør skal
útinna neyðuga eftirlitið!
Undanførsla finst ikki!
Tí vit hava góðar maritimar
útbúgvingarskipanir
og
viðkomandi
skeiðstilboð
á altjóða støði í landinum.
Harafturat hava vit dugna
ligt sjófólk. Og vit hava
eisini myndugleikar, hvørs
fremsta uppgáva er at
tryggja neyðuga eftirlitið.
Í eina tíð hava ábendingar verið
um, at eftirlitið við fiskiveiðuni
undir Føroyum ikki er nóg gott.
Eftirlitið á
sjónum má
vera í lagi
Gunvør Balle
tingkvinna fyri Tjóðveldi
Seinastu árini havi eg tosað
við nógv skúlafólk og við
áhuga fylgt skúlakjakinum,
og eg haldi nógv bendir á, at
fólkaskúlin er á einum vega
móti. Eg fari í nøkrum fylgj
andi greinum at siga mínar
hugsanir um okkara felags
skúla og framtíð hansara.
Vit noyðast at taka eitt
grundleggjandi skúlapolit
iskt kjak fyri at taka støðu
til framtíðar leiðina. Í 1979
bleiv fyrisitingin av skúla
verkinum
yvirtikin,
men
hóast tað, hava vit ikki ein
føroyskan skúla. Vit hava
støðugt kopierað danskar
skipanir og føroyskir skúla
myndugleikar
hava
bara
pjøssað og rættað smálutir
øll árini síðan.
Ætla vit at halda fram at
byggja víðari á fremmandan
leist, ella er tíðin búgvin til,
at vit tora at vaska talvuna
reina og gera ein veruligan
reform?
Týdningarmesta
tilfeingið vit eiga, eru tey
menniskju her búgva. Tann
máttur og teir førleikar, ið
hvørt einstakt menniskja
rúmar, má sleppa at spretta
og næla í skúlanum. Tí mugu
vit fara undir at byggja ein
veruligan, føroyskan skúla
upp frá grundini, har vit
sjálv orða grundleggjandi
innihald og virðir.
Tá ið vit kjakast um fólka
vøkstur og at fáa útisetar
heim aftur, er tað útfrá
tí sannroynd, at størri og
størri tal av ungdómum fer
undir hægri útbúgving, tey
flestu uttanlands. Vit seta
ikki spurnartekin við, at vit
útbúgva okkara ungdóm av
landinum. Vit spyrja ikki, um
tað kann vera rætt, at so nógv
skulu vera akademikarar.
Samstundis er stórur tørvur
á handverkarum og stórt
grundarlag er fyri vøkstri
innan skapandi og kreativar
yrkisgeirar. Men øll okkara
útbúgvingarskipan er gearað
til eina bókliga yrkisleið og
hetta mugu vit tora at gera
upp við.
Fólkaskúlin hevur ein
týðandi leiklut í at skapa
tað heila menniskja. Harvið
eisini til at skapa tey fólk,
ið helst skulu liva og virka
í okkara egna samfelag,
men sum sjálvsagt eisini
skulu hava førleikar at gera
seg galdandi í altjóða høpi.
Men grundarlagið má vera,
at tann einstaki sleppur at
brúka sínar – ymisku – før
leikar – til gagns fyri seg
sjálvan og harvið til gagns
fyri alt samfelagið. Og til
tað krevjast allir møguligir
førleikar, ikki bara teir bók
ligu. Vit eru til dømis eitt
samfelag, sum livir við og av
náttúruni og havinum, og tað
átti at sæst nógv betur aftur
í útbúgvingarskipanini. Sum
til dømis við lærugreinum,
ið brúka náttúruna aktivt og
geva frálæru um burðardygd,
um fiski- og alivinnu, um
tað sum livir í havinum, um
skip, motorar osfr. Tílíkt, ið
er
beinleiðis
viðkomandi
fyri tann veruleika vit liva
í. Vit hava góðar lista- og
tónleikagávur – hetta átti
skúlin at framelskað í nógv
størri mun. Og týðandi er
eisini, at fólkaskúlin fram
haldandi leggur dent á fak
ini heimkunnleiki og smíð,
tí prógvað er, at hesi fak
gera tað stuttligt at ganga í
skúla og øll fáa gagn av hes
um kunnleikum til gerandis.
Sum nú er, eru tær handa
ligu, kropsligu og listaligu
lærugreinirnar
sera
lítið
raðfestar tey 9 árini okkara
børn ganga í fólkaskúla.
Hóast vit vita frá óteljandi
kanningum, at júst hendan
breiddin av lærugreinum –
saman við teimum bókligu –
stimbrar hugin og evnini at
læra sum heild.
Tá næmingar fara í 8. og
9. flokk fáa tey ein lista við
einari rúgvu av spennandi
vallærugreinum.
Men
tá
avtornar, er bara týskt og
alisfrøði í boði, tí tær eru
kravdar
lærugreinir,
og
skúlin hevur ikki nóg mikið
av læraratímum (les: játtan)
til at bjóða hinar lærugrein
irnar út. Eg hoyrdi eitt dømi
frá einum skúla, har so nógv
høvdu valt motorlæru, at
tveir heilir flokkar høvdu
kunnað verðið skipaðir. Men
ongin av teimum, ið hevði
glett seg til at fáa motorlæru,
sluppu kortini, tí sokallaðu
vallærugreinirnar eru bara
eitt eiti. Hetta er at halda
næmingar fyri gjøldur.
Hetta ger ikki bara tað,
at vit í stóran mun útbúgva
fólk til eitt annað samfelag
enn okkara egna, men eisini
at vit missa fleiri av okkara
børnum av í svinginum. Vit
vita, at ein stórur trupul
leiki í fólkaskúlanum í dag
er, at nógv fleiri børn eru
krevjandi ella hava serligan
tørv. Tá talið er so stórt, er
tað so ikki ein sera nærliggj
andi spurningur, um tað ikki
heldur er galið við skipanini
– innihaldinum í skúlanum –
heldur enn við børnunum?
Øll tey, ið ikki eru bóklig,
fáa ongan rúmd, har er
onki pláss fyri teirra áhuga
málum og dygdum. Eitt
úrslit av hesum er m.a tann
syrgiliga sannroynd, at alt
ov nógvir næmingar fara úr
fólkaskúlanum uttan at hava
lesi- og skriviførleika. Tey, ið
hava skil fyri hesum siga,
at talan eru um eini 15-20%,
eitt tal, ið ikki átti at verið
hægri enn hálvtannað til
trý%. Tað er eyðsýnt tørvur
á nógv fleiri tímum og mál
rættaðari hjálp til tey orð
blindu og lesiveiku. Men um
fólkaskúlin ikki var so eins
rættað fokuseraður á bók
ligar førleikar, høvdu nógv
fleiri trivist, fleiri høvdu valt
tekniskar, kreativar, handa
ligar og aðrar yrkisrættaðar
útbúgvingar og harvið trúgvi
eg, at alt samfelagið hevði
vunnið.
Og trupulleikin flytir seg
og vísir seg longur uppi í
útbúgvingarskipanini. Vant
andi ikki-bókligar vallæru
greinir í fólkaskúlanum ger,
at nógv fleiri fara á stud
entaskúla enn tað sum er
náttúrligt. Lutfallið millum
student – handilsskúla og
tekniskar/kreativar/ vinnu
rættaðar útbúgvingar átti at
verið á leið eins høgt um tað
skuldi avspegla ymiskleikan
í okkum menniskjum og út
boðið av arbeiðsplássum. Ov
urstóra næmingatalið á stud
entaskúlunum skapar aftur
stórar
avbjóðingar,
sum
tørvurin á sálafrøðingum og
lesivegleiðarum eru talandi
dømi um. Mann orsøkin
ikki vera, at fleiri av teimum
ungu, ongantíð áttu at verið
farin í studentaskúla? Og
víðari fara flestu studentar
nú undir hægri lestur – og
nú eru tað universitetini, ið
klaga um at støðið lækkar og
at tey lesandi eru ov illa fyri
osfr. Trupulleikin flytir seg
uppeftir í skipanini, tí vit í
fólkaskúlanum ikki hava
givið øllum møguleika at
brúkt øll tey ymisku evnini,
tey hava fingið frá skaparans
hond.
Hetta er ikki ein serfør
oysk avbjóðing, serliga í
Danmark – haðani okkara
skipan jú stavar – verður
dúgliga kjakast um hetta
evni. Eg havi fatan av, at í
Íslandi fara fleiri í einum
ungdómsárgangi
á
“fjøl
breytaskúla” sum er mið
námsskúli
við
ymiskum
tekniskum og handaligum
útbúgvingum. í Týsklandi,
Eysturríki og Sveits hava
tey eisini eina áhugaverda
skúlaskipan, sum í nógv
størri mun er rættað móti
yrkisligum førleikum heilt
frá fólkaskúlanum og harvið
spjaða tey ungu seg javnt
millum akademiskar og yrk
isligar leiðir.
Har er nógvur íblástur
at heinta við at hyggja eitt
sindur útum bøgarðarnar á
“ríkisfelagsskapinum” og eg
haldi tíðin er komin at vit
fara at kjakast um ein fram
tíðar føroyskan skúla.
Hvussu skapa vit ein fólkaskúla, sum endurspeglar okkara egnu
hugsjónir um hvat skúlin skal búgva næmingarnar út til og sum
tekur støði í tí føroyska samfelagnum? Sum nú er, eru tær handaligu,
kropsligu og listaligu lærugreinirnar sera lítið raðfestar tey 9
árini okkara børn ganga í fólkaskúla. Hóast vit vita frá óteljandi
kanningum, at júst hendan breiddin av lærugreinum - saman við
teimum bókligu - stimbrar hugin og evnini at læra sum heild.
kjak
Nú er stundin komin, at skipa
ein føroyskan fólkaskúla