Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-08, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. september 2014síða 14

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. september 2014 · Nr. 101 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 undir fýra eygum Eyðun Klakstein Tað var í einum summar­ hús­um á Selatrað, at áhugin hjá Finnbjørn Vang fyri talvi kveiktist av fyrstan tíð. Hann var 11 ára gamal og royndi fyrstu ferð at telva. Síðani gjørdist hann púra burtur í talvi, og seinastu ár­ ini hevur hann serliga stað­ið og skipað fyri talvi í Føroy­ um. Nú er hann eisini blivin europeiskur varaforseti í talvi, og tað gevur honum nýggjar avbjóðingar og møgu­leikar. – Eg tími serstakliga væl at skipa fyri og leggja til rættis. Eg søki ikki prestisju ella heiður, men stór­trívist millum talvfólk. Talv­um­ hvørvið er heilt serstakt, og mær dámar sera væl at verða mitt í rokanum, sigur Finnbjørn Vang. – Sum telvari kemur tú sera tætt uppá fólk, og tú kanst eisini kenna teg sár­ baran, tí tú ert einsa­mallur í kapp­ing. Tú situr yvir av ein­um persónligum mót­ støðu­manni í fleiri tímar. Tit royna at fella hvønn annan, lesa tankarnar hjá hvørjum øðrum og eru í eirindaleysum stríði á talvborðinum. Tað skapar ein nærleika, sum tú ikki upplivir í nógvum øðrum ítróttargreinum, og tú kemur at kenna fólk væl – bæði við talvborðið og í um­ hvørv­inum annars. Kann vera krevjandi Seinastu fimm árini hevur Finnbjørn Vang verður forseti í Talvsambandi Før­ oya, og áðrenn tað var hann fleiri ár í nevndini í talv­sam­ bandinum. – Innan talv er tað sum við so nógvum øðrum felags­ skapum, at fólk tíma illa í nevnd. Ein orsøk er helst, at tað kann verða tungt at hava fíggjarliga ábyrgd av einum felagsskapi og vera tann, sum stendur fyri skotum, um alt ikki gongur eftir vild. Gongur tað illa, fært tú allar ákærurnar, men gongur tað væl, fært tú ikki rósið, sigur hann. – Eg bjóðaði meg fram, tí eg tími nevndararbeiði, og tí eg haldi meg gera mun. Eg hevði eisini nakrar mein­ ingar um, hvussu vit kundu stíla fyri talvi í Føroyum. Summi fólk bjóða seg fram til alt, men eru ikki til reiðar at taka eitt tak. Ein frí­tíðar­ felagsskapur hevur ikki ráð at gjalda seg frá uppgávum, og tí er fyrsta treytin, um tú ætlar tær at standa fyri, at tú ert til reiðar at gera ein innsats. – Onkur heldur kanska, at eg eri ov nógv blandaður upp í praktiskar fyrireikingar og at avvikla kappingar, men tað dámar mær væl, og tað er sera gevandi. Eg eri ikki blivin forseti í Talv­sam­band­ inum fyri at umgangast topp­ar­nar. Eg trívist best mill­um talv­fólk mitt í talv­ um­hvørvinum, sigur Finnbjørn Vang. – Talv­sam­ band­ið hev­ur ikki ráð at keypa seg til tæn­ast­ ur, tí um vit brúka nógv­ ar peng­ar í dag, hava vit ong­ar peng­ar at brúka í morg­in og ovur­morg­in. Eg leggi stór­an dent á, at tað, sum vit gera, er fíggj­ar­liga skyn­samt. Samleiki Tað kann verða slítandi at standa á odda fyri einum ítróttar­felagsskapi, og tað er púra van­ligt, at ítróttar­leið­ arar brenna út og leggja frá sær. Hvat heldur um grindadráp? – Eg havi fleiri ferðir luttikið í grindadrápi, og eg haldi, at mann skal virða og varðveita lokalar traditiónir – eisini grindadrápið. Eingin uttanífrá skal avgera tað fyri føroyingar. Sea Shepherd hevur einki at gera í Føroyum, og tey skuldu sloppið at svomið heim. Hvat er títt yndisstað í verðini? – Eg plagi at finna mær vøkur og friðarlig støð í øllum teimum londum, eg havi búð ella verið í longri skifti. So eg havi yndisstøð í Danmark, Australia, Brasil og eisini í Føroyum. Tá eg var venjari í Føroyum, koyrdi eg javnan til Gjógv at njóta friðin har. – Hondbóltur er mítt lív, og eg brúki stóran part av mínari tíð til at hugsa um og fáast við hondbólt, sigur Jan Ottosen, sum í ár hevur havt eitt australskt ævintýr Umdømið ferðast framman fyri Jan Tá ið Jan Ottosen fyrr í ár kom til Australia at vera landsliðsvenjari í hondbólti, vistu tey flestu – takka verið YouTube – hvussu hann kann reagera í einum time-out. Tað heldur hann kann gera uppgávuna sum hondbóltsvenjari lættari. Jan Ottosen stórtrívist á ferð sum hond­ bóltsvenjari og roknar við, at hann einaferð kemur aftur til Føroya at verða venjari Mynd: Cinara Piccolo/Photo&Grafia