mánadagur 8. september 2014síða 15
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 8. september 2014 · Nr. 101
undir fýra eygum
Finnbjørn er tó við gott
mót, hóast hann nú hevur
staðið á odda fyri Talvsam
bandinum í fimm ár.
– Januar mánaður er van
liga sera strævin. Tá fella
nógvar uppgávur saman,
og tá kann eg kenn meg
strongdan. Í ár spurdi eg
meg sjálvan, hví eg geri hetta.
Men tað lagaði seg eisini, og
eg havi ongar ætlanir um at
taka meg aftur. Eg kom at
siga í útvarpinum, at eg elski
talv, og hóast tað kanska
ljóðar eitt sindur undarligt at
siga, so er nakað um tað. Talv
er partur av mínum sam
leika, sigur Finnbjørn Vang.
Sum
ein
hvør
annar
ítróttarleiðari kemur Finn
bjørn eisini í støður, har
fólk eru á ymiskum máli um
ymisk viðurskifti.
– Gularótin er avgjørt
betur enn pískurin, og hóast
vit skulu royna at finna
semjur og verða samd, so má
ein ítróttarleiðari viðhvørt
taka ein avgerð sjálvur – eis
ini um tað er ein ópopuler
avgerð. Tað eri eg avkláraður
við og havi ongar trupul
leikar av.
– Í felagsskapi skulu øll
ikki at verða samd allatíðina,
men tað er umráðandi, at
vit duga at verða ósamd
og alíkavæl fáa avgreitt øll
viðurskifti, samstarva og fáa
úrslit.
– Tað er so nógv uppi í
tíðini, at leiðarar skulu verða
semjusøkjandi og taka fólk
við upp á ráð, at vit um nøkur
ár fara at uppliva leiðarar,
sum ikki megna at taka eina
avgerð
sjálvur.
Samstarv
er gott, men viðhvørt skal
onkur skera ígjøgnum og
taka
eina
avgerð,
sigur
Finnbjørn Vang.
Altjóða uppgáva
Í summar verða Finnbjørn
Vang valdur til varafor
seta í europeiska talvsam
bandinum, European Chess
Union, fyri næstu fýra árini.
– Tað er gott fyri føroyska
telving og fyri Føroyar sum
heild, at vit hava fingið um
boð í europeisku talvnevnd
ina. Eg eri fullvísur í, at tað
fer at hava onkrar fyrimunir
við sær fyri Føroyar, og har
afturat fáa vit eisini markera
okkum enn meira í altjóða
talvi, sigur Finnbjørn Vang.
– Hetta ger tað eisini moti
verandi hjá mær at halda
fram sum leiðari innan talv,
tí hóast tað kann gerast
strævið, so er tað eisini
spennandi at royna nakað
nýtt.
– Føroyar eru ikki so lítlar
í talvsamanhangi, men vit
kunnu styrkja okkara støðu
enn meira, og tað er tað eftir
øllum at døma brúk fyri, tí eg
møtti fyri stuttari tíð síðani
einum norðmanni, sum ikki
visti at Føroyar vóru til.
Finnbjørn Vang heldur,
at
føroyska
ferðavinnan
kundi nógv meira burtur úr
talvfólki og ítróttarfólki ann
ars.
– Vit senda nógv fólk
til
altjóða
talvkappingar,
og
føroysk
ítróttarfólk
ferðast allatíðina, men eg
merki einki til áhuga frá
ferðavinnuni
at
breiða
kunnleikan til Føroyar út.
Tað skuldi verið upplagt, at
vit fingu visitkort og tilfar
við okkum, tá vit fara á ferð,
men í best føri megna vit at
grava onkrar faldarar, sum
ikki eru serliga væl egnaðir,
fram, sigur hann.
Finnbjørn Vang kann í
øllum førum føra Føroyar
fram í altjóða talvumhvørv
inum næstu fýra árini.
– Eg veit væl, at politikkur
hevur við sær, at mann skal
lata eitt sindur fyri at fáa,
men eg ælti mær ikki at
missa meg sjálvan burtur
í altjóða talvheiminum. Eg
fari at verða so erligur, sum
eg yvirhøvur kann verða,
og eg verði ikki við til nakað
politiskt spæl, um viðurskift
ini eru ivasom, lovar føroyski
talvforsetin.
eydun@sosialurin.fo
Hvat ger teg glaðan?
– Nakað av tí størsta, ein hondbóltsvenjari kann
uppliva, er, tá ið tú lærir ein spælara – líkamikið um
hann er ungur ella vaksin – nakað, tað so lukkast, og
spælarin verður glaður. Tá eri eg eisini veruliga glaður.
Hvør er tín størsta ítróttaruppliving?
– Eg havi havt fleiri stórar upplivingar, men skal eg nevna onkrar, so var tað heilt
serligt fyri meg at vera við flogbóltslandsliðnum til Oyggjaleikirnar á Isle of Wight,
at luttaka í HM í beach hondbólti í Brasil og so ikki minst tann fyrsta
steypafinalan við KÍF, tá ið sera nógv var gjørt burturúr.
Tá ið Australia fyrr í ár
vann undankapping í New
Zealandi, hildu Jan Ottoson
og øll hini, at Australia
hevði vunnið sær rætt at
luttaka í HM endaspæl
inum. Men ein finta hjá al
tjóða hondbóltssamband
inum gjørdi, at Australia
bleiv ikki viðurkent sum
luttakari í HM, og í staðin
skuldi
Týsklandi,
sum
kiksaði í undankappingini,
hava plássið hjá Australia.
– Týsklandi er kanska
týdningarmesta hondbólts
tjóðin, og tí skuldu teir fyri
einhvønn prís við til HM.
Tað gekk so út yvir okkum.
Tað var ikki bara ein gøla
fyri australskan hondbólt,
tað merkti eisini, at eg mest
sum onga løn fekk fyri mítt
arbeiði, sigur Jan Ottosen,
– Ein týðandi partur
av mínari løn skuldi koma
frá stuðulsavtalum, ið vit
fingu til HM-kappingina,
men tey sponsoratini blivu
av ongum, og tí havi eg lítla
og onga løn fingið fyri ar
beiðið í Australia, sigur Jan
Ottosen.
eydun@sosialurin.fo
Misti pengar av HM-gøluni
»Eg havi bara
meg sjálvan at hugsa
um, og mær nýtist ikki
so nógv fyri at klára
meg, og tí kann eg
eisini átaka mær
skiftandi uppgávur
og eisini verða
nógv á ferð«
UM Jan Ottosen
Jan Ottosen er 37 ára gamal
hondbóltsvenjari úr Thisted. Áðrenn
hann kom til Føroya at verða
venjari í 2009, vandi hann ymisk
lið í Norðurjútlandi. Jan var í trý
ár venjari í KÍF og síðani hálvtannað ár í VÍF.
Síðani ársskiftið hevur Jan verið landsliðsvenjari
í Australia. Í løtuni er hann staddur í Danmark
og er venjari í Aalborg. Men hann skal aftur til
Australia seinni í ár og næsta ár at røkja ymsar
venjarauppgávur har.
Myndir: Álvur Haraldsen