mánadagur 8. september 2014síða 21
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 8. september 2014 · Nr. 101
ítróttur
Norðurírar tóku øll á bóli
Danmark slapp
við skrekkinum
Í okkara EM-bólki hendi í hinum báðum dystunum tað, at fyri fyrstu ferð í fýra ár vann Norðurírland
á útivølli, samstundis sum Rumenia vann við bara tíggju monnum tað mesta av seinna hálvleiki
Hilmar Jan Hansen
Stóri skelkurin í bólki F var
ikki, at Føroyar í hálvleik
inum vóru á odda 1-0 ímóti
Finnlandi,
hóast
føroysk
hálvleiksleiðsla telist millum
rárastu hendingar.
Nei,
heldur
var
tað
norðurírski sigurin á Ungarn,
sum veruliga fekk afturljóð,
tí tí høvdu tey fægstu roknað
við. Og so skal enntá havast í
mentu, at Norðurírland fekk
hesi trý stigini til høldar á
útivølli.
Ungarn, sum í lutakast
inum til hesa EM-undan
kappingina var styrkismett í
næstovasta bólkinum, skuldi
eisini verið eitt av londunum,
ið veruliga kunnu spæla við
um at sleppa til EM í Frak
landi um smá tvey ár.
Men tað var lættari sagt
enn gjørt, tí hóast norðurírar
ikki høvdu vunnið ein úti
dyst í fýra ár, fingu teir í
gjárkvøldið tikið sær betri
partar fyri, tá teir vitjaðu
Groupama Aréna í Budapest.
Dysturin var málleysur,
til bara eitt korter var eftir,
tá
Tamas
Priskin
legði
heimaliðið á odda – og alt sá
út, sum roknast kundi við
frammanundan.
Men so komu norðurírsku
gestirnir í gongd. Fyrst fekk
innskifti Niall McGinn fimm
minuttir seinni javnað til
1-1 eftir upplegg frá Kyle
Lafferty, sum sjálvur tveir
minuttir fyri tíð fekk skorað
sigursmálið, so Norðurírland
vann 2-1.
Eitt stórt vónbrot fyri
ungarar, ið óivað høvdu
ætlað sær annað og meira,
men samstundis eisini ein
áminning til tey, ið hava
givið til kennar, at Føroyar
nokk skulu fáa stig á útivølli
ímóti »The Green and White
Army« um ein mánað, at ikki
loysir seg at kanna sær bitan,
fyrr enn hann er svølgdur.
Vunnu við
tíggju monnum
Av teimum seks londunum í
okkara bólki skuldi Grikka
land verið tað sterkasta, og
millum annað eru grikkar
teir einastu í bólki F, sum
vóru við í HM-endaspælinum
í Brasil í summar. Har komu
teir víðari úr bólkaspælinum,
men máttu í áttandaparts
finaluni lúta fyri Costa Rica
eftir umdyst og brotssparks
kapping.
Allíkavæl
megnaði
Grikkaland ikki á heimavøll
inum hjá Olympiakos FC í
Pireus at gera nakað muna
gott við rumenar, ið sum á
pappírinum
triðsterkasta
lið í bólkinum vildu vísa, at
teir ætla at gera vart við seg
í hesi undankappingini.
Longu í tíggjunda minutti
fekk Rumenia best hugsandi
kjansin,
tá
Alexandru
Chipciuon varð feldur í
grikska
brotsteiginum,
og enski dómarin, Mark
Clattenburg,
eirindaleyst
peikaði á brotssparksblettin.
Rumenski liðformaðurin,
Ciprian Marica, tók sær av
brotssparkinum
og
legði
gestirnar á odda 1-0, men ein
tíma seinni var tað hann, ið
brádliga kom í stóran vanda
fyri at gerast syndabukkur,
tá hann átta minuttir eftir
hálvleikssteðgin fekk seinna
gula kortið og mátti undir
brúsu í ótíð.
Tíbetur fyri hann og hinar
rumenarnar, megnaðu teir
at halda tætt, so Grikkaland
ongantíð fekk svarað aftur,
og við tíggju monnum fingu
gestirnir vart støðuna og
hildið fast um 1-0, sum eisini
bleiv úrslitið av dystinum.
Kanska ein ábending um,
at Rumenia veruliga hevur ta
styrki, ið fleiri hava roknað
við, og sum kann enda við,
at rumenar fara at teljast
millum tey fremstu í okkara
EM-bólki, sum eftir hesar
tríggjar fyrstu dystirnar nú
sær enn meira opin út, tí
Finnland, Norðurírland og
Rumenia hava trý stig í part,
samstundis sum Ungarn og
Grikkaland hava somu stiga
leysu lagnu sum Føroyar.
hilmarjan@sosialurin.fo
fótbóltur undankapping
Kyle Lafferty og hinir á norðurírska landsliðnum tóku øll á bóli, tá teir í gjárkvøldið
løgdu út í hesi EM-undankappingini við at basa Ungarn
Armenia, sum ikki júst hev
ur verið eydnismótstøða hjá
Danmark í undankapping
um, kom á odda, men mátti
allíkavæl lúta, tá avtornaði.
Hini norðurlondini spæla í
kvøld og í annaðkvøld.
Fyri einum góðum ári
síðani fekk Danmark ein
ordans
avsmurning
frá
Armenia í Parkini í Kjøpin
havn, tá armenar vóru púra
náðileysir í HM-undankapp
ingardysti og vunnu heili
4-0. Nú møttust liðini aftur á
sama stað í gjárkvøldið, men
hesaferð fingu danskarar
hevnd.
Allíkavæl mundi bæði
ein og annar blíva illa við
og uppliva tað sum eitt slag
av »deja vu«, tá Henrikh
Mkhitaryan stutt inn í seinna
hálvleik legði gestirnar á
odda 1-0.
Men endurtøkan av eyð
mýkingini kom ongantíð,
tí í staðin bleiv tað 19 ára
gamli Pierre-Emile Højbjerg,
sum 20 minuttir inn í seinna
hálvleik fekk javnvág í rokn
skapin,
áðrenn
Thomas
Kahlenberg 10 minuttir fyri
tíð skjeyt sigursmálið.
Danmark, sum eisini fekk
eitt mál kolldømt av órøtt
um, er tí á odda í EM-bólki I
saman við Albania, ið gjørdi
ein ordans vørr, tá tað á úti
vølli eydnaðist at vinna 1-0 á
Portugal. Fimta landið í hes
um bólkinum er Serbia, sum
í vinardysti í gjárkvøldið
spældi javnleik, 1-1, ímóti
komandi EM-vertunum úr
Fraklandi.
Av hinum Norðurlond
unum skal Svøríki í eldin í
klokkan 19.45 í kvøld á úti
vølli ímóti Eysturríki í bólki
G, og í annaðkvøld skulu
Ísland og Norra á heima
vøllin taka ímóti ávikavist
Turkalandi í bólki A og Italia
í bólki H.
hilmarjan@sosialurin.fo
Fegnir danskarar eftir heimasigurin á Armenia í gjárkvøldið
Mynd: AFP/Getty Images