mánadagur 8. september 2014síða 22
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 8. september 2014 · Nr. 101
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
undankapping fótbóltur
soleiðis stóðu
Gunnar Nielsen 5
Átti æruna av, at føroyska liðið fór til hálvleiks við eini
leiðslu. Var óheppin við tí næsta málinum hjá finnum,
har teir skora uppá returbólt. Hevði tó fleiri framúr góðar
bjargingar í fyrra hálvleiki og var sum heild tryggur í øllum
tí hann fyritók sær. Hóast hann ikki spælir í Motherwell til
dagliga, so var avrikið sunnukvøldið sannførandi.
Besti føroyski leikarin í dystinum.
Jónas Tór Næs 3
Leikti væl á høgra bakki sum vanligt. Stríddist væl og var
drúgvur í verjuspælinum. Hóast Jónas bert er 28 ár, so
telist hann millum teir mest royndu leikararnar á føroyska
landsliðnum og avrikið sunnukvøldið var, eins og tey flestu
av hinum, væl og virðiliga góðkent.
Odmar Færø 2
Leikti fyri fyrstu ferð á føroyska landsliðnum í gott og
væl 2 ár og leikti fyri fyrstu ferð saman við Sonna Ragnar
Nattestad í miðverjuni. Var fleiri ferðir sterkur í duellunum,
har hann vann nærdystir. Men tað vóru eisini fleiri støður,
har bóltarnir vóru spældir afturum ryggin á Odmari Færø.
Ein av orsøkunum kann vera vantandi samskifti í verjuni.
Hevur tó verið nógv skaddur og er avgjørt á veg upp aftur.
Sonni Ragnar Nattestad 3
Leikti fyri fyrstu ferð frá byrjan í einum týdningarmiklum
undankappingardysti. Var sannførandi fyrstu løtuna, har
hann bæði vann luftbóltar og taklingar. Er framúr væl
fyri fysiskt, men eins og við Odmari Færø, so vóru tað
støður har bóltar vóru spældir afturum ryggin á føroysku
miðverjunum. Umframt tað, so vóru einkultar støður
har føroyska miðverjan var á millumhond. Millum annað
einaferð í fyrra hálvleiki, tá ein finni varð spældur púra
leysur við Gunnari Nielsen.
Viljormur Davidsen 4
Leikti enn ein góðan landsdyst fyri Føroyar. Var góður í
verjuspælinum, umframt at hann nærum hvørjaferð tók
skilagóðar avgerðir við bóltinum. Hótti eisini fleiri ferðir
í álopsstøðum. Millum annað ta einu ferðina, tá Jóan
Símun Edmundsson royndi seg við saksarasparki. Situr
í løtuni trygt á sessinum sum vinstri bakkur á føroyska
landsliðnum.
Fróði Benjaminsen 3
Leikti sunnukvøldið landsdyst nummar 80 fyri Føroyar.
Liðskiparin á føroyska landsliðnum stríddist eisini væl
allan dystin, har hann vann fleiri bóltar. Millum annað ein
tíðliga í seinna hálvleiki, tá Jóan Símun Edmundsson kom í
góða støðu. Føroyski miðvøllurin var tó trýstur nakað langt
aftur fleiri ferðir í dystinum, av tí at nummar 7 og 8 hjá
Finnlandi vóru so tryggir á bóltinum.
Róaldur Jakobsen 2
Leikti sín fyrsta landsdyst fyri Føroyar. Sást sjónliga at
talan var um fyrsta landsdystin, tí Róaldur var ikki eins
róligur á bóltinum og hann vanliga er. Tók fleiri ferðir í
byrjanini heldur skundisligar avgerðir við bóltinum og fekk
ongantíð sítt vanliga spæl at koyra. Arbeiddi væl, men varð
tikin út tíðliga í seinna hálvleiki.
Hallur Hansson 3
Arbeiddi væl sum fremsti maður á miðvøllinum og
er nokk tann leikarin á føroyska landsliðnum við tí
bestu renniorkuni. Føroyski miðvøllurin varð tó ov ofta
yvirspældur av finsku leikarunum. Men sigast skal at
finska liðið dugdi framúr væl at varðveita bóltin.
Gunar Nielsen hevði fleiri avbera góðar bjargingar,
og var besti føroyski leikarin móti Finnlandi
Hallur Hansson arbeiddi væl og er nokk
tann leikarin við bestu renniorkuni
Metingar: 1 til 6