mánadagur 8. september 2014síða 23
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 8. september 2014 · Nr. 101
ítróttur
Gilli Sørensen 2
Spældi eisini sín fyrsta týdningarmikla undankappingar
dyst frá byrjan. Hevur so høga ferð, at hann kann renna frá
einum og hvørjum. Tað sást tó ov sjáldan sunnukvøldið, tí
Gilli kom ongantíð veruliga til sín rætt. Er tó við at koma
fyri seg eftir longri skaðasteðg.
Christian L. Holst 4
Skoraði føroyska málið stutt áðrenn hálvleik, ið veruliga
setti eld í áskoðararnar á Tórsvølli. Var ikki so sjónligur
áðrenn føroyska málið í fyrra hálvleiki, men vísti fleiri
ferðir í seinna hálvleiki góðar dygdir til at varðveita bóltin.
Sá eisini út til at vera væl fyri, og hevði ongar trupulleikar
av at spæla fullan dyst.
Páll Klettskarð 2
Spældi frá byrjan í álopinum. Stríddist væl, men var tó
ov ofta spældur skeivt, soleiðis at føroyska liðið ikki fekk
varðveitt bóltin. Páll hevur sínar styrkir í júst at varðveita
bóltin og at koma við í feltið. Tískil kom hann ikki veruliga
til sín rætt og var útskiftur í hálvleikinum fyri Jóan Símun
Edmundsson.
Jóan Símun Edmundsson 3
Kláraði betri at varðveita bóltin enn Páll Klettskarð. Var
eisini nær við at saksasparka bóltin í netið í einari støðu,
har tað seinni bleiv bríkslað fyri rangstøðu. Var í einari
lyklastøðu tá støðan var 1-0 til Føroyar tíðliga í seinna
hálvleiki, har Jóan Símun hevði bóltin stutt uttanfyri feltið
hjá finnum. Kundi væl havt funnið Gilla Sørensen, ið var
við at renna seg púra leysan, men valdi at skjóta sjálvur.
Rógvi Baldvinsson 2
Spældi í einum nýggjum leikluti á landsliðnum, tá hann var
innskiftur í seinna hálvleikinum. Spældi sum defensivur
á miðvøllinum, hóast hann áður altíð hevur spælt í
miðverjuni. Hevur góðar fyritreytir fyri at gerast ein góður
miðvallari, tí Rógvi er góður við bóltinum, umframt at hann
fyllir nógv fysiskt. Kom tó ongantíð veruliga til sín rætt
sunnukvøldið á miðvøllinum.
Ári Mohr Jónsson 2
Spældi síðsta korterið, eftir at hann avloysti Gilla Sørensen.
Spælir vanliga á vinstra bakki, men var skiftur inn sum
vinstri miðvallari. Fekk ongantíð veruliga tíð at koma
inn í dystin og var onkra ferðina heldur óheppin í sínum
avleveringum. Er tó ein leikari, ið hevur framtíðina
framman fyri sær og kemur allarhelst at spæla sum vinstri
bakkur hjá U-21 landsliðnum móti Montenegro týskvøldið.
Samlaða avrikið 2
Vónirnar undan landsdystinum vóru góðar, tí mett var
at Finnland var eitt av liðunum, ið Føroyar skuldu hava
møguleika ímóti á heimavølli. Finska liðið yvirraskaði
tó føroyingar frá byrjan. Finska liðið legði eitt høgt trýst
frá fyrsta bríksli, og tað sá ikki út til at hóva føroysku
leikarunum, ið høvdu ringt við at koma fram til kontra
álop. Afturat tí, so spældi finska liðið munandi betri
fótbólt enn fleiri føroyingar høvdu givið sær far um undan
dystinum. Føroyska liðið førdi í hálvleikinum, men hevði
ikki verið leikliga omaná. Byrjanin av seinna hálvleiki var
góð, men tíverri, so javnaði Finnland í tí bestu perioduni hjá
føroyingunum. Tað sum eftir var, var finska liðið omaná. Á
einum góðum degi, kundi tað føroyska liðið saktans givið
finska liðnum betri mótstøðu, men avrikið sunnukvøldið
var undir miðal frá føroyska landsliðnum.
andre@sosialurin.fo
fótbóltur undankapping
okkara seg
Christian Lamhauge Holst skoraði føroyska málið, og vísti
fleiri ferðir í seinna hálvleiki dygdir at varðveita bóltin
Jóan Símun Edmundsson byrjaði seinna hálvleik fyri
Páll Klettskarð, og kláraði betri at varðveita bóltin
Høga ferðin hjá Gilla Sørensen, ið leikti
sín fysta undankappingardyst frá byrjan,
sást ov sjálvdan sunnukvøldið
Myndir: Álvur Haraldsen