Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-08, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. september 2014síða 24

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. september 2014 · Nr. 101 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Góður stemningur Á nýggju áskoðaraplássunum vóru einir 70-80 føroyskir fjepparar, sum høvdu fingið til uppgávu at skapa ein góðan stemmning á Tórsvølli í gjár. Hetta tiltakið eydnaðist avbera væl. Tað er langtsíðani, at stemmningurin hevur verið so góður til ein landsdyst. Flott! Pætur Albinus - Tórsvøllur Landsliðsfepur gjørdi um seg í Føroyum í seinastu viku, tá ið føroyska landsliðið brynj­aði seg til eina nýggja EM-undan­kapping. Fyrsti dysturin skuldi hesaferð spælast ímóti Finnlandi á Tórs­vølli. Eitt land, sum Føroyar ikki hava havt góðar royndir av at møta, tí Finn­land hevði nevniliga vunnið allar teir tríggjar áður spældu innanhýsis dystir­nar. Nakrar broytingar vóru at síggja á føroyska liðnum í mun til fyrr í ár. Sonni Ragnar Nattestad fekk sín fyrsta skrásetta landsdyst, meðan Róaldur Jakobsen var spildur­nýggjur maður bæði í hópinum og í byrjunar­ upp­stillingini. Eisini á fremsta plássi, har Jóan Símun Edmundsson hevur verið tryggur, var broyting. Hann hevur verið darvaður av skaða í rygginum, og í hans­ara staði byrjaði Páll A. Klettskarð. Finnland omaná Finnland var, eins og væntað var, vandameira liðið frá byrjan. Teir ætlaðu sær púra greitt at skapa dystin, og tað gjørdu teir við at halda fast í bóltinum. Føroysku leik­ ararnir løgdu ikki nóg stórt trýst á bólthaldaran til at sleppa undan greiðari yvir­ vág til Finnland, men hin­ vegin vardu Føroyar seg við at hava nógvar mans í verju­ partinum – hetta serliga orsaka av at tætt var ímillum tvær tær aftastu keturnar og gjørdi plássið lítið hjá finn­lend­ingum at spæla í á fremsta triðinginum av vøll­ inum. Tó so – Finnland spældi seg til nakrar møguleikar. Javnan mistu teir tolið og royndu seg við langskotum, men í tveimum atløgum vóru boð eftir stórbjargingum frá Gunnari Nielsen. Teemu Pukki og Riku Riski vóru ógvuliga kvikir á fótum og við kvikum fótskifti smoygdu teir sær inn um før­oysku verjuna, men báðir máttu teir ásanna, at hóast royndir­nar vóru góðar, so vóru tær ikki nóg góðar til at fanga ein væl upplagdan Gunnar Nielsen á skeiva beininum. Holst tók av Tað var rættiliga langt ímill­ um snapsirnar hjá Føroyum, sum – soleiðis sum dysturin útartaði seg – royndi seg við mótálopum. Okkurt horna­ spark kastaði tað av sær, men at hótta finska málið meiri enn tað sama gekk illa. Hóast tað ikki var vakurt at hyggja eftir, so tóktist verju­kenda uppleggið at rigga rættiliga væl hjá Føroy­ um. Helst var tað ikki ætlanin undan dystinum, men eing­ in annar valmøguleiki var so­leiðis sum fyrsti hálvi tímin út­art­aði seg. Finnland hevði bóltin nógv, sera nógv. Før­oysku leik­ararnir fingu tó sum mest burturúr, tí eirinda­leysar takklingar og tætta verjuspælið skapti bæði øsing og ótolni millum finsku leikararnar. Tað úrs­lit­ aði seg eitt nú í einum gulum korti til Perparim Hetamaj, umframt at finska verjan gjørdi nakrar villur. Og tann størsta av øllum varð gjørd fýra minuttir fyri hálvleikssteðgin. Liðskiparin Niklas Moisander, sum er eitt hitt størsta navnið á finska liðnum og spælir við hollendska Ajax, gav Før­oy­ um eina rimmar gávu. Hann spældi bóltin beint fyri føt­ ur­nir á Christian L. Holst, sum gjørdist púra leysur og setti í fyrstu nertingini inn­ aru síðuna á bóltin og legði Føroyar á odda 1-0. Sannur rómur á Tórsvølli, nú Føroyar slapp til hálvleiks á odda 1-0! Finnland til álops Í hálvleikssteðginum framdi Føroyar eina útskifting. Páll A. Klettskarð, sum var einsa­ mallur og fekk lítið burturúr sum fremsti maður, varð av­loystur av Jóan Símuni Edmundssyni. Finnland spenti frá byrjan í seinna hálvleiki álops­bogan enn meiri. Teir vóru nógvir, tá ið farið var fram­eftir. Tað tóktist eins og finnar hugsaðu, at jú fleiri bóltar teir fingu inn í feltið, jú størri var møguleikin fyri at tað fyrr ella seinni skuldi Mistu upplegg og dreymabyrjan (1-0) 1-3 1-0 Christian Lamhauge Holst, 41. 1-1 Riku Riski, 51. 1-2 Riku Riski, 78. 1-3 Roman Eremenko, 84. Dómari: Simon Lee Evans (Wales) Áskoðaratal: 3.300 Hóast væl fylti Tórsvøllur nærmast var rúsaður av góðum hýri, tá ið Føroyar løgdu seg á odda 1-0 ímóti Finnlandi, so varð gongdin kúgvend í seinna hálvleiki. Møðin skræddi taktiska uppleggið í pettir, og við trimum málum og 3-1-sigri forðaði Finnland fyri føroyskari dreymabyrjan upp á EM-undankappingina Sunnudagin 7. september, kl. 19.45 Undankappingardystur, Tórsvøllur Føroyar vs finnland undankapping fótbóltur