Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-08, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. september 2014síða 25

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

fótbóltur Nýggi føroyski fjeppara­ bólkurin gjørdi av álvara um seg við bæði viðhaldsrópum, sangum, trummum og enntá hornum. Fantastiskt átak, ið syrgdi fyri ótrúligum rómi. Vónandi legst enn fleiri fólk til! Møðin eigur ikki at vera ein umskyldningur fyri, at uppleggið ikki riggaði. Um føroyska landsliðið kemur at standa somikið nógv í verjustøðu, sum ímóti Finnlandi, so verða ikki nógv stig fingin til høldar. hepnast. Ein bólt fyri og annan eftir fingu teir mál­ rættað annaðhvørt fram ímóti ella inn í feltið, og hetta setti føroysku verj­una undir trýst. Hvør ein­asti bóltur mátti ruddast burt­ur, tí annars vóru finsku áleyp­ arar­nir til reiðar at revsa. Tíverri fyri Føroyar, so gingu bara átta minuttir til Finnland fekk hol á. Bólt­ urin endaði fyri Riku Riski í feltinum, og hann gjørdi skjótt av. Við kvikum rørslum tamdi hann bóltin og sendi hann í málið til 1-1. Beint aftaná útjavnandi málið framdi Føroyar nakað, sum minti um eina verju­ kenda útskifting. Róaldur Jakobsen varð útskiftur, og í hansara stað kom Rógvi Baldvinsson. Hann er annars verju­leikari, men hevur roynt seg á verjukenda mið­ vøll­inum í norska felagi sínum. Her spældi hann eis­ ini, tá ið hann kom inn. Høvdu møguleikarnar Løtuna eftir 1-1-málið fekk Føroyar tveir góðar mál­ møgu­leikar at aftur at leggja seg á odda. Fyrst var tað Fróði Benjaminsen, sum fekk ein bólt tilvildarliga í brots­ teiginum eftir frí­sparks­ inn­legg, men skot-takkling hans­ara fór beint framvið mál­inum. Tveir minuttir seinni breyt Føroyar ígjøgn­ um í høgru síðu, og tá ið bólt­ urin varð sendur inn fyri málið, var aftur ótryggleiki at hóma í finsku verjuni. Verju­leikari skuldi rudda bóltin burt, men hann rakti bóltin stak illa, og hann stakk í tvørstongina. Føroyar vóru í hesum føri einans fáar senti­metrar frá at javna! Og so hendi tað, sum so mangan hendir, tá ið eitt lið hevur verið so tætt við. Nógv bendi eisini á tann bógvin, at Finnland – um nakar – fór avstað við sigr­inum. Tað gjørdist longri og longri ímillum keturnar á før­oyska liðnum, sum varð vorðið troytt av at renna aftaná og at hava úr at gera í verju­ part­inum, og so hvørt sum tað fór at tynnast í verjuni, otaði Finnland seg ætttari og tættari. 12 minuttir áðrenn leik­lok legði Finnland seg á odda 2-1. Aftur hesaferð var tað Riku Riski, sum skoraði, og aftur hesaferð var tað heldur tilvildarligt. Hann fylgdi bóltinum til dyrnar, tá ið Gunnar Nielsen ikki fekk bjargað einum langskoti nóg frægt. Staðfesti sigurin Hóast bæði málini hjá Finn­ landi vóru eftir tilvildarlig upp­legg, so kann ein valla siga, at teir vóru hepnir. Í so fall vunnu teir sær hepni heldur enn at fáa tað, tí teir vóru høvdu ov nógvar vitjanir í føroyska brots­teig­ inum til at Føroyar kundi verja fyri fleiri málum. Føroyar fingu nóg illa fótað sær eftir 1-2-málið. Tað gingu bara seks minuttir til Finnland staðfesti sigurin. Tey mongu langskotini hjá Finnlandi høvdu dystin á tamb víst seg at rigga stak illa, men Roman Eremenko hevði ikki mist hvørki tol ella vón, tá ið hann langaði bóltin í málið úr 25 metrum. Bólt­urin brast í stongina og inn, og eftir vóru nú bara vón­brotnir føroyingar, ið kundu staðfesta, at seinni hálv­leikur gekk av skriðuni og at Finnland við trimum mál­um í seinna hálvleiki hevði uppiborið 3-1-sigurin. albinus@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen Føroyar 4-4-1-1: Gunnar Nielsen – Jónas Tór Næs, Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – Gilli Sørensen (Ári Mohr Jónsson), Fróði Benjaminsen, Róaldur Jakobsen (Rógvi Baldvinsson), Christian Lamhauge Holst – Hallur Hansson – Jóan Símun Edmundsson Finnland Niki Mäenpää – Kari Arkivuo, Niklas Moisander, Joona Toivio, Jere Uronen – Perparim Hetamaj, Tim Sparv, Alexander Ring – Kasper Hamalainen, Teemu Pukki, Roman Eremenko Atgongumerkjasølan sló feil Fleiri áskoðarar vendu í Gundadali og fóru heim, tí ongi atgongumerki vóru eftir í Effo-støðini undan dystar­byrjan. Somuleiðis var køin lang, tí atgongumerkini skuldu keypast við diskin í Effo-støðini. Vónandi verður hetta broytt til næstu ferð, tí føroyingar læra ongantíð at koma í góðari tíð – ongantíð! Christian L. Holst: Mátti bara smekka til Føroyski málskjúttin, Christian Lamhauge Holst, vildi tilvitað ikki gera nakra bóltnerting áðrenn sjálva skotið, sum legði Føroyar á odda 1-0. – Eg hugsaði, at eg ikki mátti gera nakra nerting, tí tað hevði eg gjørt nakrar ferðir fyrr í dystinum, og tað gekk ikki so væl. So eg mátti bara smekka til, segði Christian L. Holst, sum tó harm­ast um at liðavrikið ikki var betri enn tað var. – Eg eri ógvuliga vón­brot­ in í løtuni. Vit eru á odda í hálvleikinum, men vit spæla illa í seinna hálvleiki. Og nei, vit spældu heldur ikki væl í fyrra hálvleiki. Eg haldi, at vit kundu spælt betur, tí vit hava havt góðar venjingar og hava eitt somikið gott lið. Eg havi ikki sæð eitt sterkari føroyskt landslið enn júst hetta, so eg má siga, at eg eri vónbrotin av avrikinum, segði Christian, sum eisini vísti á, at Finnland spældi sera væl og hevur eitt lið, sum fer at berjast fyri at vera ímillum tey fremstu. 32 ára gamli Fremad Amager-leikarin segði í sam­ røð­uni við Rás2, at hann ikki metti tað var ein vansa, at hann nú er í triðbestu donsku deildini. Hann sigur, at tað eru upplivilsini, sum geva honum orku at halda fram, og at tey upplivilsini eitt nú fáast á føroyska lands­lið­num.