Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-08, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. september 2014síða 26

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. september 2014 · Nr. 101 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Vit fara eftir sigrinum Føroyska U21-landsliðið eigur enn sín fyrsta sigur til góðar í hesari undankappingini, men hann ætlar liðið sær at fáa í seinasta dystinum týsdagin. – Vit fara eftir sigrinum, sigur annar av venjarunum, Bill McLeod Jacobsen, sum tó ásannar, at talan verður um sera trupla uppgáva móti einum sterkum montenegriskum liði Teitur Joensen Føroyska U21-landsliðið hev­ ur í nógvum førum virkað sum eitt flaggskip í altjóða kapp­ingum. Liðið hevur havt fleiri góðar undankappingar og nógv sera góð úrslit, men júst undankappingin, liðið nú er partur av, hevur ikki gingið so væl. Í fyrstu sjey dyst­unum hevur liðið bara fingið tað eina stigið, sum kom í allarfyrsta dystinum á heima­vølli móti Rumenia. Síðani tá hevur liðið tapt allar sínar dystir, men hetta skal helst broytast týsdagin, tá liðið spælir sín seinasta dyst í hesari undan­kapp­ ingini. – Tað er eingin ivi um, at vit fara eftir sigrinum, sigur annar av venjarunum, Bill McLeod Jacobsen. Sjálvt um hann hevur góðar vónir til dystin, so vísir hann tó á, at uppgávan kann gerast trupul. – Hvørja ferð, vit fara á vøllin, fara vit eftir sigr­inum. Tað er líka mikið, hvørj­um vit møta. Men hóast hetta, so vita vit, at flest allir dystir eru torførir. Tað verður dyst­urin móti Mentenegro týsdagin eisini. Men vit hava áður víst, at vit eru sterkir á Svanga­skarði. Vit fingu millum annað javn­leik móti Rumenia á Svanga­skarði tíð­ liga í hesi undan­kapp­ingini, og hetta ger, at spæl­arar­ nir kenna seg væl á hesum vøllinum, sigur Bill McLeod Jacobsen. Sterkari enn Rumenia Montenegriska liðið, sum Føroyar møta í sein­asta dyst­ inum í hesari undan­kapp­ing­ ini, liggur í løtuni á 3. plássi í bólkinum, eitt stig aftan fyri Rumenia, sum Føroyar fyrr hevur fingið javnleik ímóti. Hetta skuldi boðað frá góðum fyri føroyska liðið, men Bill McLeod Jacobsen ávara ímóti at sammeta hetta liðið við Rumenia. – Sjálvt um rumenska lið­ið enn liggur framman fyri í undan­kappingini, so meta vit Monte­negro at vera væl sterkari enn Rumenia. Tí meti eg, at talan verður um væl torførari dyst enn tann ímóti Rumenia tíðliga í hesari undankappingini. Men vit eru klárir til eina tílíka upp­gáva og trúgva tí uppá eitt gott úrslit, sigur Bill McLeod Jacobsen. Avbjóðandi fyrireikingar Sjálvt um venjararnir hava góðar vónir til dystin móti Montenegro, so hava fyri­ reik­ingar­nar til dystin verið eitt sindur øðrvísi, enn tær ofta eru. Hópurin hevur nevniliga ikki allur verið samlaður fram ímóti sjálvum dyst­ inum. Av teimum 25 leik­ar­ unum, sum blivu tiknir út til dystin, hava átta eisini verið úttiknir til A-landsliðið, og hetta ger, at fleiri av leik­ ar­unum, sum helst koma at byrja á vøllinum, als ikki hava vant við U21-lands­lið­ num hesa seinastu vikuna. – Tað er sjálvandi rætt, at fleiri av okkara leikarum hava vant við A-landsliðnum. Tríggir, sum vóru í okkara upp­runa­liga hópi, byrjaðu inni í dystinum móti Finn­ landi, og teir eru tí ikki inni í myndini til dystin móti Montenegro. Men vit fáa so enn fimm av leikarunum niður á okkara lið til dystin í annaðkvøld, og eg trúgvi ikki, at tað er nakar trupulleiki fyri liðið, at teir ikki hava vant við okkum. Teir hava vant við A-landsliðnum og eru uttan iva klárir til stóru upp­gávuna móti Montenegro, heldur Bill McLeod Jacobsen. Tveir av teimum, sum hesa ferð ikki eru inni í myndini til U21-landsliðið orsaka av A-landsliðnum, eru Gilli Sørensen og Sonni Ragnar Nattestad. Tað er eingin ivi um, at tað er ein missur fyri liðið at vera hesar báðar profilarnar fyriuttan, men tað skal nokk ganga allíkavæl heldur Bill McLeod Jacobsen. – Báðir hava verið stórir pro­filar á okkara liði, men vit hava tó eisini spælt uttan teir í onkrum av dystunum í hes­ari undankappingini, og tað hevur gingið fínt. Maður kemur í mans stað, og tað hevur ofta víst seg, at tá vit hava mangla onkrar av týdn­ingar­miklu leikarunum, so arbeiða leikararnir enn harðari fyri einum góðum úrsliti, og tað vóni eg, at teir fara at gera aftur hesa ferð, sigur Bill McLeod Jacobsen. teitur@sosialurin.fo U21 upptakt fótbóltur Bill McLeod Jacobsen: U21 hópurin Málmenn: Teitur M. Gestsson, HB Hallgrím Hansen, ÍF Verja: Pál M. Joensen, HB René S. Joensen, HB Beinir Ellefsen, AB Bárður Hansen, Víkingur Andrias Eriksen, B36 Hørður Askham, B36 * Sonnir Ragnar Nattestad, AC Horsens Ári Mohr Jónsson, Silkeborg IF Sørmundur Kalsø, KÍ Miðvøllur: Tróndur Jensen, HB * Hallur Hansson, Víkingur Heðin Hansen, Víkingur Brandur Olsen, FC Keypmannahavn Rógvi Joensen, TB Bogi R. Petersen, ÍF Ari Ó. Ellingsgaard, ÍF Ivan Joensen, KÍ Álop: Poul Ingason, HB Jógvan Skeel Nolsøe, AB Árni Frederiksberg, NSÍ Teitur Olsen, TB Gunnar Zachariassen, EB/Streymur * Gilli Sørensen, AaB * Hetta er hópurin, sum upprunaliga varð tikin út til U21-landsdystin móti Montenegro. Sonni Ragnar Nattestad, Hallur Hansson og Gilli Sørensen byrjaðu allir inni á A-landsliðnum í dysti móti Finnlandi í gjárkvøldið, og teir eru tí ikki aktuellir til U21-landsdystin móti Montenegro. Mynd: Álvur Haraldsen U21 landsliðsvenjing á Tórsvølli Føroyar – Rumenia . . . . 2-2 Montenegro – Føroyar . 3-0 Føroyar – Írland . . . . . . 1-4 Føroyar – Týskland . . . 0-3 Týskland – Føroyar . . . 3-2 Írland – Føroyar . . . . . . 5-2 Rumenia – Føroyar . . . . 3-1 Úrslit í undan­ kappingini