mánadagur 8. september 2014síða 27
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 8. september 2014 · Nr. 101
ítróttur
T
að byrjar spakuliga at líkjast, men enn er
rúm fyri batum, so vit veruliga kunnu fáa
altjóða dám kring altjóða dystir okkara.
Allur bati bøtir. Undan steypafinalu
staðfestu vit her á klummuni, at øl-søla
sjálvandi hoyrir heima til fótbóltsdystir, og mínsann
um hetta ikki varð veruleiki, nú finnar komu á vitjan.
At kranarnir so kundu verið fleiri í tali, er nakað
annað, men nú er hol sett á.
Hugaligt og hugnaligt var tað eisini við mongu
smá-básunum við eystaru langsíðuna, og uttan iva
verður hetta enn hugnaligari, tá næsta byggistigið á
teirri síðuni stendur liðugt eina ferð í komandi ári.
Karmarnir kring vøllin byrja at líkjast, og á
áskoðaraplássunum var tað framúr hugskot frá
hart-rópandi pr-oraklinum hjá FSF, at fáa fjepparar
frá ymsu feløgunum at skapa eina harða kjarnu
av landsliðsfjepparum. Hesir hildu óføran gang
allan dystin, og meira enn tí einu ferðina fingu teir
samlaðu fjøldina við í kórið.
Rópini frá kórinum vóru tó heldur óskipað.
Næsta stigið má vera, at fjeppararnir verða sendir
í venjingarlegu at skapa og venja sær nøkur
eyðkennisróp til landsliðið.
Hví ikki hava kapping, har tað ræður um at
finna besta fjeppararópini – ella kanska skriva
onkrar nýggjar sangir, sum eru egnaðir at syngja a
cappella við leikvøllin. Og so ræður sjálvandi eisini
um at fáa enn fleiri við í hesa hørðu kjarnuna. Hesa
ferð rúgvaðu tey bara mittastu sektiónina í niðara
partinum av nýggja bygninginum við suðurendan.
Málið má verða at fylla allan suðurendan við
geylandi fjepparum. Tá takið eisini er komið, verða
rópini enn hvøllari. Ongan tíð betur, enn at harða
kjarnan er somikið stór, at VIP’ararnir ikki sleppa at
sita einsamallir á ovaru tribununi.
Og so bilar tað forrestin einki, um nóg mikið av
atgongumerkjum eru á nærmasta sølustaðnum.
Áskoðarar
á venjingar
legu
Ítróttar klumman
Jákup Mørk
ítróttur ítróttartoymið
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Teitur
Joensen
Pætur
E. Jensen
Føroyski landsliðsvenjarin var ikki nøgdur við avrikið í fyrsta dystinum
í hesi EM undankappingini. Føroyar taptu 3-1 og Lars Olsen fílist á,
at okkara ikki megnaðu at fylgja upplegginum og spæla bóltin
Mynd: Álvur Haraldsen
Lars Olsen ónøgdur
og vónbrotin
Tróndur Arge
Landsliðsvenjarin tók ikki
langa tíð um at siga sína
hugsan,
tá
hann
skuldi
greiða frá, havt hann helt
um avrikið móti Finnlandi.
Føroyar komu á odda 1-0 í
fyrra hálvleiki, men orkan
gekk undan í seinna hálvleik.
– Fyri okkara viðkomandi,
so eri eg serliga ónøgdur við
teir fyrstu tjúgu minuttirnar.
Vit eru slett ikki við í dyst
inum. Vit tveita bóltin vekk
og renna bara aftaná teim
um. Tað ger, at vit blíva skjót
ari troyttir í seinna hálvleiki,
tí miðvøllurin arbeiðir so
hart, sigur landsliðsvenjarin
og heldur fram.
– Teir seinastu 25 min
uttirnar av fyrra hálvleiki eri
eg meiri nøgdur við. Tá vísa
vit nakað av tí spælinum,
sum vit gjarna vilja spæla.
So kunnu vit kjakast um tað
var uppiborið, at vit vóru á
odda í hálvleikinum, sigur
Lars Olsen.
Hóast
Finnland
hevði
uppiborið sigur, tá saman
umkom, so vóru støður, har
føroyska liðið kundi fingið
meiri burturúr. Millum ann
að brast bólturin eina ferð í
tvørstongina hjá Finnlandi.
– Tilvildin er heldur ikki
við okkum. Teir útjavna,
eftir at bólturin rakar Jónas
Tór Næs í ryggin. Stutt eftir
endar bólturin á tvørstongini
hjá teimum, í staðin fyri at
fara inn, sigur Lars Olsen
argur á málinum.
Bæði málið til 2-1 og til
3-1 koma eftir skot uttan
fyri brotsteigin. Her heldur
landsliðsvenjarin, at mangl
andi orkan hjá okkara spælir
inn.
– Eftir hetta síggja okkara
troyttir út. Vit orka ikki at
leggja trýst á skotini hjá
teimum og harfrá koma
tvey tey seinastu málini
hjá teimum. Tað seinna er
gott nokk eitt framúr skot,
men har skal ein av okkara
órógvan hann, sigur Lans
Olsen og leggur afturat.
– Samanumtikið eri eg
ikki nøgdur við mátan, sum
vit arbeiddu við bóltinum.
Vit tveita alt for nógvar
bóltar vekk. Kanska blíva
okkara stressaðir og renna
ov nógv eftir bóltinum, men
um vit ikki skulu tapa slíkar
dystir, so mugu vit duga
betri við bóltinum, er stað
festingin hjá Lars Olsen.
Landsliðsvenjarin
valdi
at geva trimum nýggjm
spælarum møguleikan frá
byrjan. Serliga miðverjan
var nýggj. Odmar Færø og
Sonni
Ragnar
Nattestad
spældu á fyrsta sinni saman
í miðverjuni. Odmar hevur
ikki verið á landsliðnum
í hálvt annað ár vegna
skaða, meðan Sonni Ragnar
Nattestad spældi sín fyrsta
undankappingardyst.
– Sonni Ragnar og Odmar
spæla »ok« í miðverjuni. Eg
haldi teir hava gott tamar
hald á støðuni fram til
Finnland skiftir ein stóran
áleypara inn í seinna hálv
leiki. Generelt skulu okk
ara tosa meiri saman og
tað er eisini galdandi fyri
miðverjuna, sigur landsliðs
venjarin og leggur afturat.
– Tað er lætt at vera eftir
snarin, og tá tú tapir, so er
tað alítð nógv tú kundi havt
gjørt øðrvísi. Skuldi eg havi
byrja dystin á nýggjum, so
hevði eg havt gjørt tað sama.
Eg síggi møgulikar á liðnum,
men vit mugu taka eitt fet
á gangin. Vit kunnu ikki
seta fimm ella seks nýggjar
mans inn á liðið. Vit mugu
hava royndir á liðnum eisini,
staðfestur Lars Olsen, sum
viåurkennur, at Finnland var
eitt betri lið á degnum.
– Finnland eitt betri lið og
teir spældu bóltin væl runt.
Eg eri als ikki bilsin av, at
Finnland spældi so væl. Eg
segði tað áðrenn, at teir eru
undirvurderaðir. Teir eru eitt
gott lið og spæla bóltin væl
runt. Umframt tað, so eru
teir skjótir á fótum, tá teir
skulu vera tað, sigur Lars
Olsen at enda.
Rás2 sigur frá U21 Rás2 fer at siga beinleiðis frá
U21 landsdystinum millum Føroyar og Montenegro.
Dysturin verður spældur á Svangaskarði og byrjar
týsdagin klokkan 17. Til ber eisini at fylgja dystinum á
in.fo, har tað somuleiðis verða myndir frá dystinum.
Lars Olsen, landsliðsvenjari
Mynd: Álvur Haraldsen