týsdagur 8. juni 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 106 - 8. juni 2004
Nr. 106 - 8. juni 2004
17
Sambært tingskipan-
ini hava tingmenn
onga møtiskyldu, og
hóast tinglimir fara í
farloyvi og lata eyka-
mann røkja sessin, fáa
teir framvegis fulla
mánaðarløn á 30264
krónur. - Fráveru-
skipanin er ikki nøkt-
andi, og hon skuldi
verið endurskoðað,
sigur løgtingsformað-
urin Edmund Joensen
FRÁVERA
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Týsdagin 25. mai kastaði
Sosialurin ljós á fráveru í
tinginum. Johan Dahl varð
mest fráverandi tingmaður,
og fólkatingslimirnir Høgni
Hoydal og Lisbeth L. Peter-
sen vóru síðani ávikavist á
øðrum og triðja plássi við
níggju og átta forsømdum
tingfundum.
Formaður í Norðurlanda-
ráðnum, Kári P. Højgaard,
var eisini millum mest frá-
verandi tingmenn við fimm
forsømdum tingfundum, og
hevur hann í lesarabrævi
rættvísgjørt fráveruna við,
at hann hevur verið burtur í
øðrum tingarbeiði í Norð-
urlandaráðnum.
Felags fyri øll hesi er, at
eingin teirra hevur søkt um
farloyvi og latið eykamann
sín komið á ting, hóast tey
sjálvi tykjast hava trupul-
leikar at møta upp orsakað
av øðrum tingarbeiði. Øll
hava fingið fulla ting-
mannaløn á 30264 krónur
um mánaðin, og umframt
hetta fáa fólktatingslimirnir
Lisbeth og Høgni eina heila
tingmannaløn afturat úr
Danmark, sum er væl hægri
enn løgtingslønin. Um ting-
menn fara í farloyvi, verður
bert kostnaðarendurgjald
hildið aftur, men annars
hevur hetta onga ávirkan á
lønina.
Niðurstøðan hesum við-
víkjandi er, at løgtingslimir
hava
onga
løgfrøðiliga
ábyrgd at møta upp í ting-
inum, tí tingskipanin ongar
reglur hevur um hetta.
Skipanin sigur eisini, at fer
ein tingmaður í farloyvi, er
kravið minimum 10 dagar,
og er hetta ikki ein serliga
góð loysn, tá tingmenn
aloftast
eru
fráverandi
minni enn 10 dagar í senn.
Skipanin
endurskoðast
Edmund Joensen er løg-
tingsformaður, og hann sig-
ur, at í prinsippinum eigur
tingið at vera mannað,
antin við tingmanni ella
eykamanni, um tingmaður
er fráverandi. Men í fleiri
førum er ikki gjørligt hjá
tingmanni at vera til staðar,
uttan at hann ynskir at fara
í 10 daga farloyvi. Men er
hetta ein nøktandi skipan,
sum ger, at tinglimir kunnu
rættvísgera stóra fráveru
við øðrum virksemi, uttan
at teir taka farloyvi og lata
eykamann koma inn?
– Nei, eg meti ikki, at
skipanin við fráveru er
nøktandi, og hon skuldi
verið endurskoðað. 10 daga
minstakravið er eftir mín-
um tykki í meira lagi, og
høvdu vit stytt hesa minim-
um áseting, hevði fráveran
helst verið minni, sigur
Edmund Joensen, løgtings-
formaður og hægsti mynd-
ugleiki løgtingsins.
Edmund Joensen heldur,
at knúturin við fráveru ofta
liggur júst í skipanini um
farloyvi, sum tingmenn ikki
gera sær dælt av, og tí eru
broytingar neyðugar hesum
viðvíkjandi.
– Hinvegin spara ting-
menn
tinginum
nakrar
krónur við ikki at fara í far-
loyvi, tí teir fáa fulla ting-
mannaløn í farloyvi, meðan
eykamaðurin eisini skal
hava sínar góðu 30.000,
sigur Edmund Joensen.
Men kostnaðarendurgjaldið
verður tikið av lønini, um
tingmenn eru fráverandi.
Her er talan um nakrar fáar
túsund krónur.
Fólkatingslimirnir
Verður hugt at fráverulist-
anum í Sosialinum 25. mai
sæst, at fólkatingslimirnir
Høgni Hoydal og Lisbeth
L. Petersen hava verið mest
fráverandi eftir Johan Dahl.
Hesi fáa tvær tingmanna-
lønir, og hóast onkur teirra
skuldi valt at fara í farloyvi,
høvdu Høgni og Lisbeth
framhaldandi fingið bæði
fólkatings- og løgtingsløn.
Spurningurin er, um tað er
rætt at fáa løn fyri nakað, tú
er í farloyvi frá, og um tað
er rætt at fáa tvær fullar
tingmannalønir, tá tað vísir
seg, at fráveran er stór hjá
fólkatingslimunum.
– Høgni og Lisbeth
kunnu sjálvsagt ikki røkja
tveir tingsessir til fulnar, og
um tað gerst ov trupult at
møta upp, áttu tey at gjørt
sær dælt av farloyvinum og
latið eykamann koma í
staðin, heldur løgtingsfor-
maðurin. Spurdur, um tað
er rætt, at fólkatingslmirnir
fáa tvær tingmannalønir,
hóast tey velja at fara í far-
loyvi og bara eru virkin á
einum staði, er Edmund
ikki so avgjørdur.
– Eg vil ikki leggja meg
út í lønarviðurskifti, sigur
l ø g t i n g s f o r m a ð u r i n
Edmund Joensen at enda,
sum sostatt heldur, at regl-
urnar um farloyvi áttu at
verið endurskoðaðar. Á
henda hátt hevði tingið oft-
ari verið fullsett, og ting-
limir í øðrum ørindum
høvdu ikki havt eins góðar
orsøkir til fráveru.
Tingmenn kunnu skulka so galið teir vilja
– Tað er absurd, at ein
føroyskur fólkatings-
limur fær tvær ting-
mannalønir, hóast
hann fer í farloyvi í
øðrum sessinum, og
fráveruskipanin
skuldi verið broytt,
sigur fólkatings- og
løgtingslimurin
Høgni Hoydal
FRÁVERA
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Á
fráverulistanum
fyri
tinglimir í Sosialinum 25.
mai sæst, at virknir politik-
arar í øðrum ørindum hava
trupulleikar at møta upp í
løgtinginum. Fólkatings-
limirnir Høgni Hoydal og
Lisbeth L. Petersen eru
nummar tvey og trý á frá-
verulistanum, og nakað
eftir tey er Kári P. Højgaard
at finna, sum alment hevur
rættvísgjørt fráveru sína
orsakað av tingarbeiði í
Norðurlandaráðnum. Aðra-
staðni á síðuni vísir Edm-
und Joensen á, at fráveru-
skipanin ikki er nøktandi,
men eitt annað áhugavert
mál hesum viðvíkjandi eru
lønarviðurskiftini,
sum
undantikið kostnaðarendur-
gjald ikki verða ávirkað av
fráveru og farloyvi.
Absurd við tveimum
tinglønum
Høgni Hoydal, fólkatings-
limur, fær í løtuni tvær
tinglønir, og hann hevði
áðrenn 25. mai forsømt 9
av 39 møguligum tingfund-
um – ein frávera á 23%. Er
tað gjørligt at røkja tveir
tingsessir til fulnar, hann
fær løn fyri, og er tað rætt
at fáa tvær tinglønir, hóast
hann velur at taka farloyvi í
øðrum sessinum?
– Eg haldi ikki, at eg havi
forsømt nakað týdningar-
mikið í løgtinginum, og
fleiri aðrir tingmenn hava
forsømt næstan líka nógv,
hóast teir einki annað ting-
arbeiði hava, sigur Høgni
Hoydal, sum leggur afturat,
at tað er gjørligt at røkja
báðar sessirnar. Hinvegin
sigur Høgni, at tað er burt-
urvið, at føroyskir fólka-
tingslimir fáa tvær lønir,
hóast teir fara í farloyvi í
øðrum sessinum.
– Hetta havi eg fyrr víst
á, og hóast eg ikki enn havi
mett tað vera neyðugt við
farloyvi, vænti eg, at tað
verður aktuelt fyri meg í
framtíðini, og tá er tað jú
absurd, at eg fái tvær lønir
fyri at arbeiða í einum
tingi, sigur Høgni Hoydal.
Andstøðuleiðarin sigur so-
statt, at løgtingsinntøkan
skal takast burtur, um farið
verður í farloyvi.
60.000 um mánaðin
Í sama viðfangi viðmerkir
Høgni Hoydal, at Sosial-
urin hevur borið ósannindi
um inntøku hansara sein-
astu tíðina.
– Sosialurin skrivar, at eg
fáa 115.000 krónur um
mánaðin, men hetta er
burturvið. Nakað síðani
helt eg uppat at fáa lands-
stýrismannalønina, og vit
hava ta skipan í Tjóðveldis-
flokkinum, at fólkatings-
limirnir bert fáa útgoldið
fólkatingsløn áljóðandi før-
oysku løgtingslønina, tvs.
tvær løgtingslønir, sum til-
samans er 60.000 krónur,
sigur Høgni Hoydal. Sam-
bært honum fer restin í ein
grunn í flokkinum.
Líkamikið hvussu teir í
Tjóðveldisflokkinum gera
og ikki, er tað ein sann-
roynd, at fólkatingslimirnir
fáa tvær lønir uttan mun til
fráveru og enntá farloyvi,
og hetta heldur Høgni Hoy-
dal vera burturvið, sam-
stundis sum hann metir, at
báðir sessirnir kunnu røkj-
ast.
Onnur tinglønin skal vekk
– Skipanin við fráveru er ikki nøktandi, og hon skuldi verið
endurskoðað. 10 daga minstakravið fyri farloyvi er í meira lagi,
og høvdu vit stytt hesa minimum áseting, hevði fráveran í
tinginum helst verið minni,
sigur Edmund Joensen,
løgtingsformaður
C
M
Y
K
17
16