Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. juni 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 106 - 8. juni 2004 15 Eyðkendi vinnulívs- maðurin og skjótt fyrrverandi stjórin á Tórshavnar Skipa- smiðju, Poul Mohr, hevur ikki gjørt sær stórvegis ætlanir um framtíðina, nú hann veitrar sínum lívverki farvæl. – Øll 12 abba- børnini eru ómetaliga góð við abban, og eg ætli mær at seta nógva tíð av til tey, sigur Poul Mohr FARVÆL SKIPASMIÐJAN Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Størsti vinnulívshandil í Føroyum. Fríggjadagin tveittu Mohrarnir á Tórs- havnar Skipasmiðju eina bumbu, sum skelkaði før- oyska vinnulívsheimin. Sterka og vælrikna fyri- tøkan millum Álagerð og Rættará hevur síðan 1936 verið ein týðandi partur av Mohr-familjuni, men fyrst í juli mánað verður hetta søguliga tíðarskeið av. Tað var ein ikki sørt kensluborin Poul Mohr, sum greiddi fjølmiðlunum frá torføru avgerðini at selja Skipasmiðjuna til pri- vata framtaksfelagið, Notio. – Kenslurnar máttu víkja fyri skilinum, var niðurstøðan hjá Poul Mohr um søluna av fyritøkuni, sum pápin, Kjartan Mohr, setti á stovn. Seinastu 51 árini hevur Poul arbeitt á Tórshavnar Skipasmiðju, men í kom- andi mánaði leggur eyð- kendi Skipasmiðjustjórin endaliga árarnir inn Til abbabørnini – Hetta verður klassikarin. Eg fari at brúka tíðina til mína fittu konu og ikki minst abbabørnini. Øll 12 abbabørnini eru góð við abban, og eg ætli mær at seta nógva tíð av til tey, sigur Poul Mohr. Hann sigur seg ikki hava gjørt stórvegis ætlanir um, hvat hann fer at takast við, nú hann um góðan mánaða veitrar sínum lívsverki far- væl. – Eg eri blivin 75 ár, so hvørjar framtíðarætlanir skal eg gera mær ?. Tú fert so ikki at síggja meg í urta- garðinum. Slíkt tími eg ikki, og tí eri eg ómetaliga heppin at hava eina frálíka konu, sum tímir at gera hatta fyri meg. Eg ætli mær heldur ikki at fara ferðast, tí slíkt tími eg heldur ikki, greiðir Poul Mohr frá. Friðarligt vikuskiftið – Sárið av at selja Skipa- smiðjuna verður ongantíð grøtt. Spurdur, um avgerðin at selja Tórshavnar Skipa- smiðju er sodnað um viku- skiftið, svarar Poul Mohr, at tað kennist framvegis líka sárt sum fríggjadagin. Hóast sølan av fyritøkuni til Notio tók flestar føroy- ingar á bóli, hevur Poul Mohr ikki merkt stórvegis hóvastak av søluni um vikuskiftið, – Nei tað eru ikki nógv fólk, sum hava sett seg í samband við meg um viku- skiftið. Vikuskiftið hevur verið stak friðarligt, ja næstan friðarligari enn van- ligt er, sigur Poul Mohr flennandi. Konan ávirkað – Konan hevur verið ómetaliga tolin við mær. Hon verður helst líka í ørviti sum eg, nú eg fari at sleppa mær heim at mala um beinini á henni Síðan 1953 hevur Poul Mohr arbeitt á Tórshavnar Skipasmiðju, og frá 1979 sum stjóri á fyritøkuni. Hann hevur halgað sítt lív til fyritøkuna, og sum stjóri á einari fyritøku, hugsar tú um fyritøkuna 24 tímar um døgni, sigur Poul Mohr. – Hetta verður ein stór broyting hjá mær, men sanniliga eisini fyri konuna Avgerðin er tikin, og nú mugu vit bert fáa tað besta burturúr, sigur Poul Mohr at enda. Hjúkla um konuna og abbabørnini Føroya Fiskimanna- felag kærir formann- in Búskaparráðnum, Hermann Oskarsson, fyri løgmann, Jóannes Eidesgaard og Bárð Nielsen, landsstýris- mannin í fíggjar- málum. Hermann tekur tað púra róligt, tí hann metir seg ikki hava gjørt nakað skeivt KÆRDUR Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Hann hevur rættiliga verið í andglettinum seinastu vik- urnar. Hermann Oskarsson, fornaðurin í Búskaparráð- num. Í fleiri lesarabrøvum hevur hann verður skýrdur fyri at renna politisk ørindi fyri Tjóðveldisflokkin. Seinasta skotið eftir Her- manni eigur formaðurin í Fiskimannafelagnum, Óli Jacobsen, sum vegna fak- felagið ynskir eina kanning av leiklutinum hjá Her- manni Oskarsyni í sam- band við luttøkuna á fund- inum hjá Norðuratlants- bólkinum um blokkstuðulin á Fólkatingi. Í eini kæru til Jóannes Eidesgaard, løgmann og Bárð Nielsen, landsstýris- mannin í fíggjarmálum, harmast Føroya Fiski- mannafelag um útsagnirnar hjá Hermanni Oskarssyni og formanninum í fíggjar- nevndini í Fólkatinginum, Kristian Thulesen Dahl, um skattafrádráttin hjá før- oyskum og sjó- og fiski- monnum. Inn á sjálvræðið Kæran hjá Føroya Fiski- mannafelagnum snýr í stuttum seg um, at Her- mann Oskarsson verður mettur at vera upprunin og orsøkin til ágangin frá dønum ímóti føroyskum fiskimonnum. Í blaðgrein í Berlingske Tidende, hevur Hermann sagt, at hann heldur ikki tað er rætt, at føroyingar halda á við at veita fiskimonnunum ein skattafrádrátt á 15 %.. Útsagnirnar hjá Her- manni fingu formannin í donsku fíggjarnevndini, Kristian Thulesen Dahl, at rakna við, og krevja, at danski blokkstuðulin skuldi endurmettur, tí tað kundi ikki verða rætt, at ein ávísur bólkur slapp at skúma róman av danska blokk- stuðulinum. Føroya Fiskimannafelag metir útsagnirnar hjá Her- manni at vera einsháttaðar, og eina vanvirðing av før- oysku fiskimonnunum. At danir ætla at blanda seg upp í eitt málsøki, sum føroyingar hava fullan raðisrætt yvir, heldur Fiski- mannafelagið er ein álvar- som hóttan móti føroyska sjálvræðnum. – Vit meta tað at vera sera álvarsligt, at ein týðandi almennur embætismaður alment á ein slíkan hátt beitir danskar leiðandi politikkarar eftir okkum við slíkum hóttanum, tá embætismaðurin ikki sjálv- ur fær føroyskar myndug- leikar at "makka rætt". Vit meta tað at vera sera iva- samt, um ein slík manna- gongd kann vera innanfyri hansara heimildir sum formaður í Búskaparráð- num, stendur skriva í kær- uni hjá Fiskimannafelag- num. Róligur – Eg havi ikki tikið alt so nær fyrr, men seinastu vik- urnar havi eg verið stoyttur av teimum ákærum, ið hava verið ímóti mær. Hermann Oskarsson sig- ur seg kortini ikki bera stór- vegis ótta fyri eini møgu- ligari kanning av sínum leikluti á fundinum um blokkstuðulin. Hann metir seg ikki hava gjørt annað enn sína skyldu at greiða frá føroyskar tjóðarbúskap- inum. – Talan var um ein reint fakligan fyrilestur, sum ikki tók nøkur politisk fyrilit. Eg haldi meg ikki hava gjørt nakað, sigur formað- urin í Búskaparráðnum. Hann greiðir frá, at tað altíð uppgávan hjá Búskap- arráðnum at vera í and- støðu og vera kritiskur móti búskaparliga politikkinum hjá sitandi samgonguni. At ymisk floksumboð og fak- felg finnast at honum og politikkinum hjá Búskapar- ráðnum er ein einføld or- søk. – Her er talan um ávísar áhugabólkar sum vilja verja nøkur ávís áhugamál, og tað eru vit bert noydd at taka við, sigur hann Betri tíð Tá vit hittu løgmann, Jó- annes Eidesgaard, á orði fyrrapartin mánamorgunin, hevði hann júst lisið ákær- una frá Fiskimannafelag- num. – Eg og landsstýrismað- urin í fíggjarmálum mugu tosa nærri saman, áðrenn eg kann siga ítøkiligt um málið. Einasta, eg kann siga nú, er at vit taka kær- una í størstum álvara, og saman við Bárði og okkara embætisfólki fara vit at viðgera kæruna, áðrenn ein endaliga niðurstøða verður gjørd, sigur løgmaður í stuttari viðmerking. -Øll 12 abbabørnini eru ómetaliga góð við abban, og eg ætli mær at seta nógva tíð av til tey, sigur Poul Mohr Mynd: Jens Kristian Vang Hermann á ákærubeinkin 15 14 Nr. 106 - 8. juni 2004 Nevndin í Sosialráð- gevarafelag Føroya Eliesar E. Jacobsen, formaður Seinastu 3 árini hevur Al- mannastovan staðiliga og við ágrýtni arbeitt við bygnaðarbroytingum á stovninum. Eitt av høvuðs- endamálunum við at fremja hesar bygnaðarbroytingar hevur verið at kunna veita borgarum kring Føroya land eina betri tænastu. Eftir mikið baks bæði á leiðslustøði, men ikki minst vegna starvsfólk á Al- mannastovuni, er Almanna- stovan í dag eftir tógvið stríð komin fram til eitt munandi betur tænastustøði til borgarin. Almannastov- an hevur t.d. minkað um viðgerðartíðina á ymiskum umsóknum við einari helvt. Mannagongdir og fram- ferðarhættir er broyttir í mun til ymiskar umsóknir fyri at kunna veita borgar- um eina skjóta, góða og fyrisitingarliga rætta við- gerð. Upp- og afturlating- artíðir eru broyttar frá 4 tímum um dagin til 6 tímar um dagin. Somuleiðis er telefontíðin víðkað frá 4 tímum um dagin 4 dagar um vikuna til 6 tímar um dagin allar gerandisdagar í vikuni. Samanumtikið kann sig- ast, at Almannastovan sein- astu 3 árini hevur arbeitt við at geva borgaranum eina meira virðiliga viðferð við betri tænastustøði í há- sæti vísandi til at viðskifta- fólk, sum venda sær til Almannastovuna, aloftast eru í sosialari, heilsuligari, sálarligari ella fíggjarligari trongstøðu. Almannastovan kann sigast at hava sam- band við nærum hvørja familju í Føroyum. Tænasta verður veitt til fólkapen- siónistar, fyritíðarpensión- istar, fólk, ið fáa veitingar sambært Dagpengalógini, fólk, ið fáa veitingar sam- bært Forsorgarlógini — vegna sjúku, arbeiðsloysi, endurbúgving, vantandi barnaansing o.s.fr., fólk við serligum tørvi/skerdum førleika í mun til at fóta sær á arbeiðsmarknaðinum vegna heilsuligar, sálarligar ella sosialar trupulleikar, fólk við børnum við sálar- ligum ella heilsuligum trupulleikum, fólk við børnum við sosialum trupulleikum, fólk, ið hava tørv á heilivági, krops- bornum hjálpitólum ella øðrum hjálpitólum so sum avlamisbilar, koyristólar o.s.fr.. Sostatt kann sigast, at tænastan á Almannastovuni fevnur um ein stóran skara av fólkum kring Føroya land. Tænastan umfatar ikki bert einstaklingar men eisini ymiskar samstarvs- partar so sum Landssjúkra- húsið, Kriminalforsorgin, Serstovnadeildin, Sernáms- depilin, Stuðulsfólkaskip- anin, Barnaverndir og kommunur kring landi, MBF, ALV, ymiskar ar- beiðsgevarar kring landi o.s.fr.. Almannastovan hev- ur sostatt seinastu 3 árini arbeitt við at fáa eitt gott og gróðrarmikið samstarv um- framt at veita eina góða tænastu til nevndu partar, sum í síðsta enda er komin borgarum til góðar. Nú er borðið fram, at Al- mannastovan skal spara _ millión. Harumframt er borið fram, at tað heldur ikki í játtanini til Almanna- stovuni er tikin hædd fyri lønarhækkingum, soleiðis at samlaða sparingin í veru- leikanum táttar um 1/2 millión. Sosialráðgevarafelag Føroya fer hervið at spyrja seg fyri, hvussu hetta letur seg gera? Harumframt fer Sosialráðgevarafelag Før- oya at spyrja seg fyri, um landsins politikkarir og Hans Pauli Støm vilja ella eru áhugaðir at varðveita eitt vælferðarsamfelag? Hesir spurningar verða bornir fram, tí Sosialráð- gevarafelag Føroya dugir longu nú at hóma óhepnar avleiðingar av hesum spar- ingum. Talið á starvsfólkum á Almannastovuni eftir okk- ara meting hevur longu áðrenn nevndu sparingar ikki verið hóskandi. Fleiri deildir hava t.d. arbeitt við ov fáum starvsfólkum, og onkur deild hevur verið utt- an dagligan leiðara. Longu nú er sostatt stórt arbeiðs- press og arbeiðsbyrða á Al- mannastovuni. Ilt er at spáa um, hvussu sparingarnar ítøkiligt verða framdar men vandi er fyri, at fólk verða søgd upp, einki nýtt fólk verður sett í starv, ongi fólk verða sett fyri onnur fólk, sum fara í farloyvir av ymiskum slagi ella siga upp o.a.. Úrskurðurin av hesum verður sjálvandi fleiri og størri arbeiðsuppgávur til færri starvsfólk á Almanna- stovuni. Vandin er sostatt, at tað tænastustøðið, sum Almannastovan hevur upp- arbeitt seinastu 3 árini, fer at versna. Longri viðgerð- artíðir av ymiskum um- sóknum, upp- og aftur- latingaratíður styttri, tele- fontíðin styttri o.s.fr.. Hetta er als ikki ynskiligt, tí hetta fer at ávirka viðskiftafólkini á Almannastovuni tann negativa vegin, sum longu eru í neyð av einum ella øðrum slagi og hava tørv á skjótari, góðari, virðiligari og fyrisitingarligari rættari viðgerð/viðferð. Viðskiftafólk á Almanna- stovuni hava nú í eina tíð vant seg við eitt hægri tæn- astustøði. Sosialráðgevara- felag Føroya ber ótta fyri, at tað, við ætlaðu sparing- unum, er vandi fyri, at hótt- andi atburður frá við- skiftafólkum, sum longu nú er vælkendur á Almanna- stovuni, fer at vinda uppá seg. Ágangur á starvsfólk vegna ringt tænastustøði er hvørki gott ella virðiligt fyri starvsfólk ella við- skiftafólk. Sosialráðgevarafelag Føroya er væl vitandi um, líka sum landsins politikk- arir skuldu verið, at gróð- rarmikið arbeiði við menn- iskjum óloysandi hongur saman við góðum sam- starvi, har gott tænastustøði er í hásæti. Fyriliggja ikki umstøður til tess, viðførður hetta ofta við sær strongd og útbrend starvsfólk, sum aftur viðførur ringt tæn- astustøði. At enda skal viðmerkjast, at seinastu samgonguskjøl hava havt positivar orðingar um at fáa fólk við skerdum førleika aftur út á arbeiðs- marknaðin. Hetta førdi við sær, at størri innsatsur varð gjørdur innan hetta øki á Almannastovuni við fleiri starvsfólkum í 2000-2001. Vandi er fyri at ætlaðu sparingar á Almannastov- uni føra við sær, at hetta øki verður raðfest lægri. Hetta er sera óheppi fyri allar før- oyingar við skerdum ar- beiðsførleika eisini sæð í mun til, at útlit eru fyri, at arbeiðsloysi er vaksandi í løtuni. Sosialráðgevarafelag Føroya væntar hervið, at Hans Pauli Strøm, lands- stýrismaður, fer at arbeiða fyri at hækka játtanina til Almannastovuna, so slík óheppin støða kann um- gangast, og vit øll saman við viðskiftafólkunum á Almannastovuni kunnu varðveita vælferðarsamfe- lagið. VIÐMERKINGAR Opið bræv til Hans Paula Strøm, lands- stýrismann, í sambandi við sparingar á Almannastovuni Jón Ellendersen vegna Föroya fólk og tær almennu Föroyar 1. Børn við DAMP, at- ferðartrupulleikum, vánaligum sosialum kor- um o.tl. eiga rættin til størri umsorgan enn "frísk" børn; tey eiga rættin til mannsømilig kor og rættin til, at teim- um verður tryggjað eitt optimalt lív í Føroyum. Somuleiðis eiga tey rætt- in til, at føðilandið ikki vísir tey frá sær. 2. Menningartarnað, tey, ið hava DOWN syndrom e.tl. eiga rættin til opti- mala menning, góðar og tryggar møguleikar at luttaka í samfelagslívin- um á jøvnum føti við øll onnur; tey eiga rættin at verða vird sum fullborin menniskju og sum heilir persónar; tey eiga rættin til somu búkor sum onn- ur og rættin til, at føði- landið gevur teimum tað í kompensasjón, sum tey ikki sjálvi eru før fyri at vinna sær. 3.Rørslutarnað eiga rætt- in til atkomu á øllum støðum á jøvnum føti við tey, íð einki rørslutarn hava; tey eiga rættin til fulla kompensasjón fyri rørlsutarnið, hetta við neyðugum hjálpartólum; tey eiga rættin til at luttaka á arbeiðsmark- naðinum á jøvnum føti við onnur og rættin til at fáa eins góða útbúgving og onnur eftir egnum ynski. 4. Sinnisveik /sinnissjúk eiga rættin til alla neyð- uga hjálp, bæði medi- sinska og sosiala; tey eiga rættin til at verða vird á jøvnum føti við onnur, so veikleiki ella sjúka teirra ikki gerst ein foring fyri, at tey kenna seg sum fullgóð menn- iskju; tey eiga rættin til menning, útbúgving og eitt optimalt privatlív, har egin ynski verða sett hægri enn ynskini hjá stovni, sjúkrahúsi ella av- varðandi. 5.Heilaskadd eiga rættin til optimala afturvenjing, har alt verður sett inn á at afturvinna teimum tað lívið, skaðin hevur tikið frá teimum; tey eiga rætt- in til í mest møguligan mun at kunna venda aftur til tað arbeiðslív, tey høvdu áðrenn skaðan; tey eiga rættin til bú- staðarmøguleikar, har íbúðin/ húsini verða inn- rættað soleiðis, at tey kunnu ferðast sum áður í mest møguligan mun; tey eiga rættin til at verða vird sum tey menniskju, tey vóru áðrenn skaðan. 6. Okkara eldru, hvørt tey eru óhjálpin vegna aldur, barndømi, Alz- heimer ella aðra sjúku, eiga fullan rætt til eitt mannsømandi lív til sein- asta andadrátt; tey eiga rættin til at veit leggja dent á at tey kunnu varveita fulla virðing fyri sær sjálvum og frá øðr- um. Tey eiga undir ong- um umstøðum at kenna, at samfelagið ikki longur hevur brúk fyri teimum, men ístaðin, at samfelag- ið alt virðir og gleðist um tað, tey hava lagt eftir seg. Tey eiga rættin til, at tey gomlu ikki verða mett sum ein byrði, men ístaðin sum ein gáva. 7. Annars eiga øll, sum vegna likamliga ella sálarliga sjúku ella á annan hátt, ikki longur megna at luttaka í sam- felagslívinum — eisini sosialt, eiga rættin til, at mest møguligt verður gjørt fyri, at tey fram- vegis kunnu kenna seg sum fullgóðir borgarar, at tey enn hava sama virði sum áður; tey eiga rættin til, ikki at gerast einsa- møll vegna sjúkuna og rættin til best møguliga viðgerð á einhvønn hátt. 8. Samfelagið, tvs. hin einstaki føroyingurin, løgtingi, landsstýri, heilsuverk og almanna- verk og annars allir stovnar, ráð v.m., sum løgting og landsstýri vara av, hevur felags ábyrgd av, at grein 1 til og við 7 verða uppfyltar og fylgd- ar so langt til ber. Eru aðrar íløgur, sum ikki beinleiðis ávirka tað al- mennu vælferðina, og soleiðis eisini kann raka tey, ið eru nevnd í grein 1 til og við 7 ein forðing fyri, at grundlógin verður hildin, eiga hesar íløgur at víkja fyri íløgum, sum eru hesum (í grein 1-7) at frama. Grundlóg teirra veiku Lítli beiggi tú mást ikki gráta At gráta er ein táta, sum ongin orkar fyri, tað skróðar og tað skramblar og eg og abbi gerast svakir so klappa í og hoyr so her hvat sosiala deild í síni bestu meining hevur framleitt her til tín Her er nakað, eg skal geva tær Tí maðurin við hattinum hann snakkar upp í saman og sigur at hann situr og hugsar um títt lív og luskar, teskar, mutlar í takt við tröll og tvætl, og umber seg og sigur: Je viste ikkje av at lítle beiggjon hevði eitt supurstort problem Hygg, ein látupípa, ið kann láta Hon letur og hon skríggjar so omma verður svök og endar sínar dagar hjá Árna super Olsen og tú mín svaki beiggi verður sendur har sum piparari so lystiligt grör, til Karup við Atlantic Hana eg úr sóljukoppi skar Kaffikopp og sóljukopp er sikkurt heilt tað sama, og endin verður altíð at tað alt skal vaskast upp og tá er tú mín fitti býtti beiggi tann sum standa skal við tannbust og við svampi og tár í eygunum og vaskar upp og niður til látipípan tagnar sum ein druknað gomul mús í fuckin´ Karup So sit tú bara í Karup og blás í látupípu, tí bara sápublöðruvals hon spælir fyri tær, og brestir hvörja blöðru í eyguni hjá tær, so tú kanst aftur gráta og hoyra teirra svar Lítli beiggi tú mást ikki gráta, her er nakað eg skal geva tær Ein einvegis til Karup, ein einvegis til Karup, ein einvegis frá asosialu deild í deiligu, herligu Havn Og so var ikki meir, og so var ikki meir, og hav tað nú so gott, og hav tað nú so gott (10 ella 1.000 ferðir) (og so alt tað heila umaftur) fyri a-sosialu deild og barna ó- verndina Pegasus 2 Látupípurapp C M Y K 14