týsdagur 8. juni 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Kappróður
Drúgv frásøgn frá kappróðrinum á norðoyastevnu
verður í mikudagsblaðnum
Nr. 106 • týsdagur • 8. juni 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Tað eydnaðist
Christiani Guttesen
at spurta seg til sig-
urs, tá býarkoyringin
í Klaksvík varð súkkl-
að á norðoyastevnu
SÚKKLING
Tíðindaskriv
Leygardagin stóð næsta
súkklukappingin í ár á
skránni. Kappingin gekk
fyri seg í Klaksvík í sam-
band við norðoyastevnu,
sum var í vikuskiftinum.
Skipað varð fyri kapp-
ingum millum børn, ung-
lingar og vaksnum. Kapp-
ast varð millum bæði gent-
ur og dreingir.
Kappast bleiv í býarkoyr-
ing, og gekk leiðin runt
Biskupsstøðgøtu,
Skúla-
vegur, Gerðagøtu.
Teir vaksnu koyrdi í 45
min. + 1 umgang Hendan
kapping vísti seg at blíva
sera spenandi. Eftur einum
korteri lukkaðist tað Eli og
Christiani at sleppa leysir
frá hinum, men felti aftan-
fyri settu jagtina í gongd
eftur teimum. Eli og Christi-
an funnu tó gott útav tí og
klaraðu, at halda avstand og
til síst fangaðu teir hinar
aftur við einum umgangi.
Tá endin var nær, bleiv
hugsað meir um fysta
plássið, og komin út a sísta
umgang, royndi Eli at
sleppa frá Christian, men
hetta lukkaðist ikki, teir
komu lið um lið á teir sístu
50 metrarnar, og í enda-
spurtinum lukkaðist tað
Christian at vinna.
Á triða plássi kom Esmar
Joensen.
Unglingar koyrdu saman
við teimun vaksnu, og her
vann
Bergur
Johansen
framanfyri Torkil Weyhe.
Kappast var í hesum
bólkum hjá bæði dreingjum
og gentum:
Bólkur I:
1996 til 1998
Bólkur II:
1993 til 1995
Bólkur III:
1990 til 1992
Ungdómur: 1987 til 1989
Vaksin:
1986 og eldri
Úrslitini frá norðoya-
stevnuni vóru hesi:
Bólkur 1 (1 umgangur)
Dreingir
1 Jóannes Albert Nielsen
2 Martin Olsen
3 Tóri Nielsen
Gentur
1 Bjørk
2 Maria
Bólkur 2 ( 3 umg.)
Dreingir
1 David Langgard
2 Kári
3 Kristian
Gentur
1 Elsa Krosstein
Bólkur 3 (5. umg.)
Dreingir
1 Rúni Bláfoss
2 Rani G. Jacobsen
3 Niels Kristensen
Gentur
1 Gerda
2 Sára Olsen
3 Elsa F. Petersen
Ungdómur (45 mi +
1 umg.)
Unglingar
1 Bergur Johansen
2 Torkil Weyhe
Vaksin (45 min + 1 umg.)
1 Christian Guttesen
2 Eli Christiansen
3 Esmar Joensen
Næsta kapping verður á
Eystanstevnu í Runavík, og
koyrt verður leygardagin
12. juni. Koyrt verður Bý-
arkoyring. Lýst verður í
skránni
nær
kappingin
byrjar.
Býarkoyring í Klaksvík
Christian Guttesen gjørdist vinnari av norðoyastevnusúkkl-
ingini hjá teimum vaksnu
Nýtt venjara-
par í Sumba
Sumbingar høvdu í fjør og higartil í ár Robert Ciezle-
wicz sum leikandi venjara, men eftir dystinn móti KÍ
í seinastu viku varð hetta broytt.
Tá gjørdi pólverski av, at hann ikki longur helt sær
til at standa á odda fyri liðnum, og tí hevur talan hesa
vikuna verð um nýggjan venjara.
Hesin er hin pólverski leikarin, Norbert Lucak, og
afturat sær dystirnar hevur hann so fingið játtað hjálp
frá Frits Poulsen.
-jm
21
20
Nr. 106 - 8. juni 2004
Finst at donsku
stjórnini
Mannarættindafelagsska
purin Amnesty Inter-
national finst at donsku
stjórnini, nú tað er komið
fram, at danski ríkisborg-
arin, sum sat fangi í
Guantanamo, varð illa
eyðmíktur.
Lars Normann Jørgen-
sen, sum er aðalskrivari í
donsku deildini hjá AI,
sigur við TV2, at tað er
eingin ivi um, at ameri-
konsku fangavørðarnir
brutu reglurnar í Geneve-
sáttmálanum, tá danin
var fangi í Kandahar-
leguni í Afghanistan.
Seinni varð hann fluttur
til Guantanamo í Kuba.
Donsku myndugleikar-
nir hava fleiri ferðir av-
hoyrt mannin, men har
hevur hann ongantíð
sagt, at hann bleiv illa
eyðmíktur. Fregnartæn-
astan hjá donsku løg-
reglunihevur eisini av-
hoyrt hann, og fregnar-
tænastan vísir skuldset-
ingunum um eyðmíking
aftur. Per Stig Møller,
uttanríkisráðharri, hitti
eisini fangan, eftir at
hann var komin aftur til
Danmarkar, og ráðharrin
hevur sagt, at undir sam-
røðunum nevndi maðurin
einki um, at hann hevði
fingið ringa viðferð.
Skotin í rullistóli
Sunnudagin skutu ísra-
elskir hermenn ein pale-
stina, sum sat í rullistóli.
Palestinar, sum sóu til-
burðin, hava greitt frá, at
nakrir ísraelskir hermenn
skutu eftir palestinum í
einari flóttafólkalegu
nærhendis býnum Ra-
mallah á Vestara Áar-
bakka. Men eingin dugir
rættiliga at siga frá,
hvussu tað kundi bera til,
at hermenninir skutu
tann 31 ára gamla Arafat
Ibrahim Yacub, sum sat í
rullistóli.
Arafat Ibrahim Yacub
hevði sitið í rullistóli
síðani 1987, tá hann
bleiv skotin í ryggin
undir tí fyrsta palestinska
uppreistrinum. Hann var
giftur og átti tvey børn,
skrivar Reuters.
Njósnari
skrivað bók
Fyrrverandi norski diplo-
maturin Arne Treholt,
sum fekk langa fong-
sulsrevsing fyri at hava
njósnast fyri Sovjetsam-
veldið, hevur skrivað
eina bók við sínum end-
urminningum. Bókin er
ikki minni enn 500 síður
stór.
Í bókini, sum eitur
"Gråzoner", og sum er
komin út í Noregi og
Danmark, viðger Arne
Treholt tað, endaði við,
at hann bleiv tikin ein
dagin í januar í 1984.
Sjálvur sigur høvundur-
in, at hann vil fegin hava
fólk at tosa um dómin,
sum hann fekk. Hann
væntar ikki, at bókin fer
at elva til ta stóru umrøð-
una í Noregi, men hann
hevur harafturímóti betri
vónir um, at danir fara at
viðgera mál hansara.
Sjálvur hevur Arne
Treholt sagt, at dómurin
ímóti sær var ein tann
seinasti vørrurin undir
kalda krígnum.
Danir misnýta
neyðkallið
Teir donsku alarmsen-
tralarnir kæra seg um, at
alt ov nógv fólk ringja til
alarmsentralin, sjálvt um
ørindini ikki eru so
átroðkandi.
Hagtøl hjá alarmsen-
tralinum í Keypmanna-
havn vísa, at har ringja
fólk umleið 1.000 ferðir
til alarmsentralin um
dagin. Kortini vísir tað
seg, at bara í 220 førum
er støðan so álvarssom,
at tað er neyðugt at senda
ein sjúkrabil á staðið.
Hini næstan 800 kundu
eins væl ringt til vakt-
læknan,
skaðastovuna
ella sín egna lækna,
skrivar Berlingske Tid-
ende. Ofta vísir tað seg
eisini, at fólk áttu heldur
at ringt eftir einum hýru-
vogni enn einum sjúkra-
bili. Í Århus siga tey tað
sama. Har verður sagt, at
tað eru ikki meiri enn 30
prosent av teimum, sum
ringja 112, ið veruliga
hava tørv á skjótari hjálp.
Berlingske
Tidende
skrivar, at í framtíðini
ætla alarmsentralarnir at
gera meiri burtur úr at
skilja ímillum tey, sum
hava tørv á skjótari hjálp,
og tey, sum eins væl
kunnu ringja til vakt-
læknan ella leiga ein
hýruvogn heldur enn at
senda boð eftir einum
sjúkrabili.
UTTAN ÚR HEIMI
Amerikanararnir
minnast Ronald
Reagan sum tann
bjartskygda forsetan,
ið broytti USA
USA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Leygardagin doyði fyrrver-
andi amerikanski forsetin
Ronald Reagan eftir drúgva
alzheimerssjúku. Hann var
93 ára gamal.
Hann var filmsleikari,
áðrenn hann fór upp í
politikk, og tær royndirnar
nýtti hann eisini í sínum
politiska lívi. Ja, tað er
sagt, at hansara mótstøðu-
menn plagdu at siga, at
leikluturin
sum
ameri-
kanskur forseti var tann
besti leikluturin, sum hann
nakrantíð hevði spælt.
Innanríkispolitiskt vann
hann forsetavalið í 1981
við einari valskrá, sum
hevði til endamáls at skerja
tær almennu útreiðslurnar,
men tá hann fór frá átta ár
seinni, var skuldin hjá tí al-
menna næstan tríggjar ferð-
ir størri, enn tá hann tók
við.
Men tað er uttanríkispoli-
tikkurin, sum Ronald Reag-
an verður mintur fyri. Hann
var sera hvassorðaður, tá
tað galt Sovjetsamveldið,
sum hann skýrdi "tað ónd-
sinnaða veldið", men kort-
ini gjørdi hann av at sam-
starva við Mikhail Gorba-
tjov, og tað var hetta sam-
starv, sum gjørdist byrjanin
til endan á Sovjetsamveld-
inum. Serliga kend eru orð
hansara við Berlin-múrin:
"Harra Gorbatjov. Brót
hendan múrin niður".
Men alt var ikki so ljósa-
reytt á tí uttanríkispolitiska
økinum. Tað bleiv avdúkað,
at USA seldi prestastýrin-
um í Iran vápn, og at peng-
arnir frá vápnasøluni fóru
til at fíggja uppreistrarfe-
lagsskapin Contras í Nik-
aragua.
Men
amerikanararnir
hildu av Ronald Reagan, og
tá hann legði frá sær í 1989,
var hann framvegis tann
best umtókti forsetin, sum
USA hevði havt.
Reagan fer til gravar
fríggjadagin. Hann verður
jarðaður uttan fyri Ronad
Reagan-bókasavnið í Simi
Valley í Kalifornia.
17 ríkisleiðarar og
nógvir gamlir her-
menn vóru hjástaddir
til 60 ára minningar-
haldið fyri D-dagin
MINNINGARHALD
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tann 6. juni í 1944 settu
teir sameindu 156.000 her-
menn á land í Norður-
fraklandi, og landgongdin
gjørdist byrjanin til endan á
seinna heimsbardaga.
Á 60 ára degnum sunnu-
dagin vóru fleiri av teimum
nú meiri enn 80 ára gomlu
hermonnunum komnir aft-
ur á fronsku strondina.
USA, Kanada, Bretland,
Avstralia og Belgia høvdu
sent hvør sína deild av
gomlum hermonnum til
Fraklands, og úr fleiri
øðrum londum vóru gamlir
hermenn komnir at minnast
teir felagarnar, sum fullu í
fronsku fjøruni D-dagin.
Forsetarnir Jacques Chi-
rac, George W. Bush og
Vladimir Putin vóru til
minningarhaldið saman við
millum annað Elizabeth
drotning, Haraldi kongi og
niðurlendsku drotningini
Beatrix. Chirac helt røðu til
minnis um teir falnu, og
hann gav nøkrum av teim-
um gomlu hermonnunum
heiðurstekin fyri teirra av-
rik. Teirra millum var tann
83 ára gamli norðmaðurin
Gunnar Knudsen, sum var
kokkur umborð á einum
skipi, sum flutti útgerð um
Ermasund D-dagin.
Í minnisrøðuni takkaði
Chirac hermonnunum, sum
komu á land í Norðurfrak-
landi, og hann mintist eisini
teir russisku hermenninar,
sum bardust ímóti týskar-
unum við Moskva, Stalin-
grad og Kursk.
Teir flestu hermenninir,
sum fóru upp á land í Nor-
mandínum D-dagin, vóru
amerikanarar, og undir
menningarhaldinum segði
George W. Bush, forseti, at
USA hevði verið til reiðar
at gera tað sama í dag fyri
at hjálpa sínum vinum.
Hann gav amerikanarum
sjálvsálitið aftur
Stórsligið minningarhald
Ronald Reagan
C
M
Y
K
20