Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-08, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. juni 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 106 - 8. juni 2004 23 Talvið hesa vikuna Svidler, P (2733) - Shirov, A (2713) 17th Ciudad de Leon (1), 06.06.2004 1.e4 e6 2.d4 d5 3.e5 c5 4.c3 (Vælkenda uppstill- ingin í fronsku byrjanini) 4...Fb6 5.Rif3 Bd7 6.Be2 Bb5 (Góður háttur hjá svørtum at sleppa av við sín oftani veika bisp í fronsku byrjanini) 7.dxc5 Bxc5 8.b4!? (Svidler vón- ar helst at bispurin verður fangaður á f2, og satsar tí við leikta leikinum) 8...Bxf2+ 9.Kf1 Bd7 (Bc6 var betur, tá bispurin peikar betur omaneftir brekkuni móti f3-ridd- aranum) 10.Fd2? (Við 10.c4! dxc4 11.Ria3 er svartur er í trupulleikum. Bispurin verður etin eftir Rixc4) 10...Rih6 11.Bd3? (Enn einaferð var c4 neyðugt, og kanska eisini vinnandi) 11...Rig4! (Svartur hevur vinnandi støðu, bispurin verður ikki fangaður, og svartur hevur tí eina finnu meir. Men Svidler ger tað enn lættari fyri Shirov...) 12.Fg5 Bb5! (Máthótt- anir) 13.c4 (Nú bjargar c4 ikki talvinum) Støðumynd eftir 13.c4 13...Bg3! (14.Fd2 bjargar ikki talvinum: 14.Fd2 dxc4 15.hxg3 cxd4 og svartur hevur greiðan yvirvág. Svidler legði tí kongin) 0—1 GÍ-NSÍ 1-1 (1-0): Tøtt eysturoyaruppgerð Bæði GÍ og NSÍ høvdu sínar møguleikar, men alt í alt mundi javn- leikurin vera á eini leið, tá liðini hittust í Sarpugerði FÓTBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Runavíkingar vóru eitt sindur skerdir, tá teir vitj- aðu í Gøtu sunnudagin. Fráveran av Helga L. Pet- ersen og Alexandar Jovevic merktist væl á miðjuni og frameftir, og tó at aðrir leikarar vórðu settir ístaðin, so tóktist tað ganga meira enn tungt fyrstu trý kort- erini. Gøtumenn vóru omaná í tí mesta av tí, sum fyrifórst á vøllinum, men kortini var talan um hampuliga fáar upplagdar møguleikar. Tó hevði Súni Olsen nøkur drønandi langskot, sum tó ikki kastaðu mál av sær. Mál fekk GÍ tó, tá farið var um hálva tíman. Sum ikki einaferð, so var tað leikandi venjarin, Krzystof Popczynski, sum var upp á spæl, og hetta var sum sagt ikki meira enn tað, sum GÍ átti uppiborið. Hamskiftir Grundað á gongdina fyri steðgin, so var kanska vænt- andi, at GÍ í seinna hálvleiki fór at binda orduliga fyri stigaposan, men eins og teir gjørdu fyri viku síðani, so mistu teir takið. NSÍ eigur sjálvandi sín part av æruni fyri hetta, tí talan var mest sum um heilt annað lið, sum kom á vøllin til seinna hálvleik. Ikki tí, bara ein útskifting var framd í steðginum, men hugburðurin var fullkomu- liga skiftur, og skjótt gjørd- ist talan um veruligt trýst oman móti GÍ málinum. Gøtumenn tóktust tó leingi at skula ríða stormin av sær, men eitt korter fyri leiklok fingu gestirnir javn- að. Jústinus R. Hansen tók móti bóltinum uttan fyri brotsteigarmarkið, og tá skotroyndin so kom, fekk Hallur í GÍ málinum ikki vart fyri. Og vóru runavíkingar hepnir, at munurin ikki var størri í steðginum, so vóru teir óhepnir, ikki at standa við øllum eftir dystarlok. Eitt nú hevði Jónstein Pet- ersen rimmar møguleika at vissa teimum sigurin, men lobbari hansara fór bæði upp um Hall og við síðuna av manntóma málinum. Á góðari leið Alt í alt mundi úrslitið tó vera á eini heilt góðari leið. Liðini áttu hvør sín hálv- leik, og tó at bæði soleiðis kunu iðra seg um, at tað ikki eydnaðist at ogna sær alt, so munnu tey sam- stundis ásanna møguleikar- nar, sum mótstøðan hevði. Nóg mikið til høgu am- bitiónirnar hjá liðunum báð- um var eina stigið tó ikki. Her verður tørvur á betri úrtøku, tá liðini fara á vøllin komandi vikuskifti. Tá skal NSÍ á heimavølli taka móti EB/Streymi, meðan GÍ tykist hava møtumikla uppgávu, tá teir skulu takast við oddaliðið av Skála. Talvsnillingurin Al- exei Shirov heldur fram við stórspæli. Í Spania hevur hann júst vunnið enn eina sterka kapping TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsem Í Lettlandi eru telvarar sum heild álopssinnaðir. Let- lendingurin og heimsmeist- arin í 1960-61 Michail Tal (1936-1992), var kendur sum ein positivur telvari við óteljandi vøkrum kombina- tiónum, sum oftani úrslitaðu seg til hansara fyrimun. "Troldmanden fra Riga", kallaði Bent Larsen hann. 31 ára gamli Alexei Shir- ov (2713) er upprunaliga úr Lettlandi, men hevur síðani seinast í 90´unum umboðað Spania, har hann nú er búsit- andi. Hann fekk í sínum talvuppvøkstri seinast í 70´- unum og 80´unum - tá Tal framvegis var millum mæt- astu telvararnar í heiminum – nógvan lærdóm og íblástur frá júst legenduni Tal. Shirov stendur einki aft- anfyri Tal, tá talan er um taktiska og kombinatoriska telving. Eisini Alexander Shabalov (2624) úr Lettl- andi, hevur somu talveyð- kenni sum Tal. 17th Ciudad de Leon Eftir kappingarsigurin herfyri hjá Shirov í sterku kappingini Sarajevo, har Shirov fekk 7,5 stig av 9, gekk leið hansara saman við Svidler (2733), Vallejo Pons (2666) og Radjabov (2670) til spanska býin Le- on í Spania. Teir mannaðu tí seytjandi siðvondu kvik- kappingina. Fyrst telvaðu teir hálv- finalur, fýra talv í hvørjum dysti; Svidler vísti unga spániólanum Pons onga náði, og vann 3,5 — 0,5. Radjabov hevði leiðsluna móti Shirov, men høvuðs- persónur okkara í dag fekk útjavnað til 2-2. Eisini í snar talvsumdystinum megnaði Shirov at koma afturíaftur, og vann loksins jøvnu uppgerðina. Finalan sunnudagin bleiv als ikki eins spennandi sum væntað, tá tveir sterkir 2700+ telvarar hittast. Talvið í blaðnum í dag knekkaði helst Svidler. Eftir einans 13 leikir legði Svidler kongin, og eftir hetta pínliga tap, kom russ- in ikki fyri seg aftur. Shirov vann leikandi lætt 3,5 – 0,5. Hans Kristian og Martin Talvfjakkararnir eru í løtuni í Budapest og royna seg aftur í First Saturday kapp- ingini. Teir hava møguleikar at vinna sær normar í kapp- ingini. Hetta krevst umleið 7-8 stig av 11 umførum. Eingin løtt uppgáva. Teir hittust longu í fyrsta umfari og úrslitið varð javnleikur. Meir um kappingina í næstu viku. Shirov í serflokki Sum ikki einaferð, so var tað Krzystof, sum stóð handan málið hjá GÍ, men heldur ikki hesaferð rakk málið tó til sigurs GÍ-NSÍ 1-1 (1-0) 1-0: Krzystof Popczynski, 36 1-1: Jústinus R. Hansen, 74. GÍ: Hallur Hansen – Leivur Hansen, Pól Ennigarð, Atli Gregersen (Høgni Madsen, 74), Poul Henning Jacobsen – Áslakur R. Petersen (Magnus Skoralíð, 37.), Símun Louis Jacobsen (Omar Pállson, 65.), Súni Olsen, Hans Pauli Petersen – Krzystof Pop- czynski, Vitus Kofoed Gult kort: Pól Ennigarð 44., Símun Louis Jacob- sen 13., Vitus Kofoed 73. Reytt kort: Hans Pauli Petersenm, 76. NSÍ: Jens Martin Knudsen – Brynjolvur Nielsen, Óli Hansen, Dánial Hansen, Sjúrður Jacobsen – Ian Højgaard, Jústinus R. Hansen, Kári Hansen (Súni Fríði Barbá, 46.) – Gert Langgaard, Andy Olsen, Jónstein Petersen FAKTA UM DYSTIN 23 22 Nr. 106 - 8. juni 2004 Stigatalvan er um at fara í trý, og í verandi støðu verða fimm lið hangandi í miðjuni SAMANUM Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Triðingur av kappingarárin- um er nú farin afturum, og so líðandi gerst tað alt meira sjónligt, hvussu stigatalvan fer at skræða seg sundur. Sum støðan sær út í løt- uni, og soleiðis sum dystir- nir eru komandi vikuskifti, so bendir nógv á, at liðini fara at ganga í trimum bólkum, har trý lið fara at stríðast um heiðursmerki, og har tvey berjast fyri at sleppa upp á plássið, sum gevur rætt at spæla um til- veruna í bestu deildini. Eftir eru so fimm lið, sum í øllurm fyri fyrst eru stødd í ongamannalandi, og sum heilt skjótt kunnu gerast isolerað her, um tey ikki taka sær um reiggj. Tey trý ovastu Í oddinum heldur Skála framvegis fast um heitið sum stóra sensatiónin á árinum, og enn eru teir so eisini einasta liðið, sum ikki hevur roynt at tapt í landskappingini í ár. Hesa ferð var avrikið tó ikki heilt so sannførandi, sum tað hevur verið seinnu umførini, og tað kundi bent tann vegin, at Skála antin er í ferð við at fáa tey so væl kendu gummibeinini, ella er tað eisini so, at mót- støðuliðini langt um leingi eru hildin uppat við at undirmeta Skála. Men Skála er nú av álv- ara um at fáa kapping frá HB, sum veruliga hevur fingið rættað skútuna upp, eftir at tey bæði fyrstu um- førini hóttu við at gera enda á øllum gullvónum, mest sum áðrenn føðingardag- urin var byrjaður. Hesa ferð vunnu teir stórsigur á grannunum, sum skjótt mugu sigast at vera í kreppu, og tað er eingin or- søk at halda, at teir ikki fáa fult næstu ferð. Og so hevur HB við Jákupi á Borg á lið- num fingið enn ein strong av landsliðsflokkinum at spæla uppá. Triðja liðið, sum hálv- gum kann roknast sum heimahoyrandi í oddinum, er VB, sum við triðja sigr- inum á rað av álvara hevur fingið ferð á. Hesaferð var talan um útidyst moti kreppurakta B68, og í so máta er helst talan um eina øðrvísi roynd komandi vikuskifti. Tá kemur B36 suður á vitjan, og her kann VB við einum sigri av álv- ara toga seg leyst frá mitt- astu liðunum. Botnstríð Eftir stórsigurin á EB/ Streymi sunnudagin, har teir fyri aðru ferð á rað fingu fult, er botnurin í roynd og veru bara ein dystur millum B68 og ÍF. Júst hesi bæði liðini hittast komandi vikuskifti, og so er spurningurin, hvør parturin er betri fyri. Fugl- firðingar hava á pappírin- um havt betra liðið higartil, og ikki minst í steypakapp- ingini, hava teir prógvað, at dugur er í liðnum, men sjálvsálitið tykist av álvara at vera niðurgangandi. Og tvey reyð kort á Eiði – talan kundi enntá verið um fleiri – benda av álvara á, at talan er um ógvusligar frustra- tiónir á liðnum, sum í løt- uni tykist hava eina lagnu, mest átøk teirri, sum FS Vágar hevði í fjør. Tað stendur tó ikki stórt frægari til hjá toftamonn- um, sum tykjast drenaðir fyri alt, sum eitur hugflog og sjálvsálit. Seks dystir hava givið fýra mál og einki stig, og í hinum endanum eru málini skolaði inn. Ein fyrsta deild uttan B68 á talvuni, man í mangar mát- ar tykjast nakað veruleika- fjar, nú toftamenn uttan íhald hava átt sæti í deildini síðani 1981. Men henda ikki munandi broytingar á Toftum, so verður hetta beiski veruleikin um fáar mánaðir. Ivaleyst er vónin, at venjaraskiftið, sum varð framt í seinstu viku, var broytingin, sum skuldi til. Hesaferð hjálpti hon so einki, og so er spurningur- in, hvørt úrslit fer at spyrj- ast burturúr næstu ferð, ella um B68 skal avbyrgjast enn meira um lítla viku. Einki er at ivast í, at frá- gongdin av leikarum í landsliðsflokki hevur merkt nógv hjá B68, sum í fjør vann bronsumerkini í landskappingini. Hetta úr- slit gav teimum eisini rætt- in til europeiskan fótbólt komandi ár, men við ver- andi gongd sær tann av- bjóðingin í løtuni alt annað enn lokkandi út. Breiða miðjufeltið Eftir er so eitt breitt felt av liðum í miðjuni, og einki er at ivast í, at fleiri av hesum halda seg hoyra heima longur uppi á talvuni. Runavíkingarnir hava seinnu árini hótt við at ota seg heilt upp í avgjørda oddin, men higartil hevur staðið hampuliga illa til hjá teimum. Eisini orsakað av skaðum, sum hesaferð høvdu við sær, at miðvøll- urin var langt ífrá full- mannaður. Teir hava næstu ferð EB/Streym á heima- vølli, og eftir tveir sigrar man sjálvsálitið hjá teimum á felagsliðnum vera í hædd- ini. Eftir at hava rótað í botninum fyrstu nógvu umførini, hóma teir nú striðið um inter-toto plássið fyri framamn, soleiðis sum teir gjørdu tað í fjør. Ta ferðina fall tann dreymurin tó niður júst í Runavík. B36 hevði undan árinum meldað kraftiga út, men fyribils tykist hetta tó bara at vera við orðum. Í verki byrjaði liðið annars væl, men eitt stig í trimum dyst- um og exit í steypakapp- ingini tykist av álvara at hava dempað hetta tosið. Tey bæði seinastu tapini hava verið fyri liðum, sum eru ávíkavsti nummar eitt og tvey, og við triðja oddaliðnum á útivølli tykist uppgávan ikki vera nakað lættari. Gøtumenn eru í fullari ferð við at fremja eitt ættarliðsskifti á liðnum, men kortini høvdu teir helst vónað, at støðan á talvuni fór at verða hugaligari. Ikki minst, eftir at fyrstu átta dystirnir í lands- og steypa- kappingini endaðu við sigri. Síðani hevur talan tó bert verið um tvey stig í fimm dystum, og tað er ein veruleiki, sum skal broyt- ast, um nøkur vón skal vera fyri europeiskum fótbólti næsta ár. Mótstøðuliðið komandi vikuskifti fæst tó neyvan truplari, tí á heima- vølli hevur Skála higartil fingið fult hvørja ferð. Og at enda er tað KÍ. Mong spáddu undan 100 ára føðingardagsárinum, at KÍ fór at leggja nógv fyri, soleiðis at teir aftur kundu vera við í oddinum. Boðini úr leiðsluni hava tó verið meira jarðbundin. Har verður fyrst og fremst tosað um fíggjarligar realitetir, og hesir siga, at KÍ hevur havt sera trupult við at fáa endarnar at røkka saman, um talan skal vera um kostnaðarmikla tilgongd útifrá. Breitt í miðjuni C M Y K 22