týsdagur 8. juni 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 106 - 8. juni 2004
25
24
Nr. 106 - 8. juni 2004
Byrj-
aði
væl
Undan dystinum var
stórt fokus á leiklutinum
hjá Jákupi á Borg, sum
fyri fyrstu ferð skuldi
spæla dyst í reyð/svørtu
HB-troyggjuni.
Hetta
varð eisini væl og virði-
liga lýst av vallarvarpar-
anum, sum eftir at hava
sagt nøvnini á øllum
hinum HB-leikarunum,
beyð Jákupi at vera væl-
komnan aftur í Gunda-
dal.
Eftir dystin fingu vit
orðið á Jákup, og hann
viðgekk eisini, at hann
eina løtu hugsaði nakað
um hetta.
– Sjálvandi var eg
spentur undan dystin-
um, og at byrja við
kendi eg meg eisini
troyttari, enn eg vanliga
eri.
– So hvørt, sum dystur-
in leið, so fór hetta tó
burtur, og eg haldi so
ikki, at tað var nakað,
sum nervaði meg stór-
vegis í dystinum.
Men tú legði so eisini
upp til tvey mál móti
gamla felagnum hjá tær.
Var tað nakað, sum tú
hugsaði um í dystinum.
– Ikki akkurát tað, at
tað var móti B36. Fyri
meg ráddi um at fáa eina
góða byrjan í HB, og tað
fekk eg so. At tað so júst
var ímóti B36, var so
ikki tað, sum lá mær
fremst í huganum, segði
Jákup á Borg at enda.
Eftir stórtapið fyri
grannunum úr HB
mundu seinastu rest-
irnar av gulltosinum í
B36-húsinum falla til
jørðina
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Fyrra útgávan av slagnum
um høvuðsstaðin gjørdist
ongantíð tann stóra leikliga
upplivingin, sum tað onkra
aðra tið hevur verið. Gam-
an í var talan um nógv mál,
og onkra einstaka løtu eis-
ini um gott spæl, men fyri
tað mesta var intensiteturin
í uppgeðrini ikki á vanliga
støðinum, sammett við
flestu lokaluppgerðirnar í
undanfarnu árunum.
Lágur
Tað vóru annars nógvar
fortreytir, sum vóru til
staðar, fyri at dysturin
skuldi gerast ein verulig
grannauppgerð, við øllum
tí, sum hartil hoyrir. Ikki
minst tann sannroynd, at
Jákup á Borg nú leikar við
HB hevði fingið stórt rúm í
miðlunum undan dystinum,
og tað í sjálvum sær skuldi
helst verið ein motivatións-
faktorur fyri teir hvít-
klæddu.
Dysturin byrjaði eisini
júst soleiðis, sum allar
flestu grannauppgerðirnar í
Havn byrja. B36 royndi alt
fyri eitt at skapa eitt stórt
trýst oman móti HB-málin-
um, meðan HB hinvegin
royndi at halda fast í sínum
grundspæli, og við eitt
sindur av hepni, so kundi
B36 eisini lagt seg á odda.
Ikki minst tá fríspark frá
Santos varð avrættað í múr-
inum, men burtur úr ongum
kom Símun Eliasen skreið-
andi og ruddaði bóltin
burtur.
Um hetta mundi var HB
annars spakuliga við at
koma inn í dystin. Teir
fingu betri tak á miðvøll-
inum, har Kári og Rúni
fingu fatur í nógv meira
enn Jens Kristian, Niels og
Ronnie, og var eisini skjótt
sjónligt, at HB við til-
gongdini av Jákupi og Heð-
ini hevur fingið nakrar
álopssinnaðar kantar, sum
vilja nakað. Fleiri ferðir
hóttu teir við at koma upp í
síðunum, soleiðis at inn-
legg kundu sendast til luft-
sterka álopið, og til tíðir var
talan nærum um eina 4-2-4
uppstilling.
At hetta gjørdist møgu-
ligt, komst eisini av, at B36
tóktist hava gloymt alt um at
fáa
kantarnar
framvið.
Nakað sum annars hevur
ovurstóran týdning í eini 4-
3-3 skipan, har bakkarnir
skulu upp at skapa yvir-
talsstøður. Eina løtu fyrst i
dystinum sást nakað til
hetta, tá Arnbjørn kom
framvið í vinstru, men tað
var ikki meira enn einar
tvær ferðir. Og hinu megin
var
steindeytt.
Kanska
komst hetta av virðingini,
sum teir í B36 høvdu fyri
teimum báðum fyrrverandi
liðfeløgunum, men við at
liggja so djúpt, gav árstals-
felagið í øllum førum hes-
um báðum optimalar treytir.
Luftvápnið
Og tað skuldi so eisini vísa
seg, at tað var við spæli í
síðunum og við luftvápn-
inum í álopinum, at dyst-
urin skuldi avgerast.
Hornasparkið, sum elvdi
til fyrsta HB-málið, sýndi
sjónliga, hvussu HB ætlaði
at hótta B36. Væl vitandi
um, at spælið úti í feltinum
ikki er sterkasta síðan hjá
B36-málverjanum, vóru at
kalla øll innlegg send inn í
málteigin, og her var Rógvi
aloftast hægstur. Tað var
hann eisini við málið, og so
kundi HB spæla dystin eftir
sínum fortreytum. Teir tóku
seg eitt vet longur aftur, og
so hugsaðu teir annars um
at standa rætt, fyri síðani at
senda kvik álop niðan í
síðunum, tá høvi beyðst.
At teir so eisini fingu
eina 100 ára føðingardags-
gávu frá Trónduri í B36
málinum, soleiðis at støðan
gjørdist 2-0, mundi ikki
gera støðuna verri, eins og
hetta tóktist taka alla luft úr
B36.
Skrædlið lúrdi
B36 kom seg ongantíð eftir
hetta, og í seinna hálvleiki
lúrdi vandin fyri einum
veruligum skrædli. B36
flutti nógv fólk niðan, uttan
at tað av álvara gjørdist
vandamikið av teirri orsøk.
Heldur gjørdist tað opið
aftanfyri, og tá Rógvi enn
einaferð stútaði hornaspark
tætt undir málinum í kass-
an, mundi tøgnin vera full-
komin í B36-húsinum.
Fyri triðju ferð í dystin-
um undirstrikaði hetta eis-
ini, at B36 hevur ein trup-
ulleika á málverjasessinum.
Hóast Tróndur Vatnhamar
so avgjørt eisini hevur sínar
styrkir, er tað eingin loyna,
at tað var ætlanin hjá fel-
agnum at styrkja seg á hes-
um sessinum, men Jákup
Mikkelsen valdi KÍ fram-
um, og í tveimum umførum
vórðu útlendskir málverjar
vigaðir og funnir ov lættir.
Ein slíkan trupulleika
hevur HB eisini fingið.
Boðini um skaðan hjá
Bárði Johannesen komu í
øllum førum illa við, tí
hóast avloysarin, Pól N. Jo-
ensen, hevur góð evni, so
hevur hann enn ikki sama
autoritet, sum Bárður hev-
ur, og hóast hann hesaferð
ikki hevði tað stóra at gera,
so átti hann sín lut í, at B36
mest sum burtur úr ongum
skapti spenning í dystin.
Innskifti Jens Erik Ras-
mussen byrjaði mótálop, og
hetta endaði við, at Bárður
Mortansson royndi seg við
skoti. Tað er einki at taka
seg aftur í, at skotið var
hart, men tað sat beint við
síðuna av málverjanum, og
úr 25 metrum eigur ein
málverji ikki at lata heta
fara framvið, men tað hendi
so kortini.
Framhaldandi
passivitetur
Og so satsaði B36 alt. Eina
løtu mundi HB vera púra
ørkymlað, tá eitt avrættað
skot frá Egili á Bø vann
fram til ein leysan John Pet-
ersen, soleiðis at talvan
vísti 3-2.
Óttin um at missa eina
annars
tryggja
leiðslu,
mundi breiða seg í HB,
men spakuliga funnu teir
aftur á beint. B36 lá fram-
vegis við nógvum fólki
frammi á vøllinum, men
verjuspælið var passivt, og
tá Símun Eliasen so skoraði
til 4-2, meðan verjan snork-
svav, punkteraði dysturin av
álvara.
Passivt verjuspæl var
eisini høvuðsorsøkin, tá
Heðin á Lakjuni setti
seinsta seymin í kistuna við
gulldreymunum hjá B36.
Uttan at nakar verjuspælari
hevði hug at trýsta hann,
slapp klaksvíkingurin at
reka einar 20 metrar, áðr-
enn hann við kalda høgra
beininum royndi seg. Skot-
ið var ikki av teimum harð-
astu, og tað hevði kós móti
nærmasta stólpanum, sum
málverjin burdi átt, men
sjálvsálitið hjá Vatnhamar-
manninum mundi av álvara
vera fyri niðurgangandi, so-
leiðis at hann enn einaferð
noyddist at taka bóltin úr
meskunum.
Bara HB heldur kósini
Einki er at ivast í, at sigurin
var ein av teimum heilt søtu
í HB-húsinum. At hann so
eisini bar við sær, at HB nú
bert er eitt stig frá odda-
plássinum,
gjørdi
ikki
smakkin verri, og sum
støðan er nú, so er einki at
ivast í, at meistararnir nú av
álvara eru í ferð við at end-
urlansera seg sjálvar sum
heitasti FM-biðilin.
Og hóast hetta var fyrsti
dysturin við Jákupi á Borg
á liðnum, so var tað í løtum
sjónligt, at hann kann ger-
ast gull verdur. Ikki minst,
um uppstillingin framhald-
andi verður sum sunnu-
dagin. Við honum á Heðini
í hvør sínum borði kann
liðið spæla við slíkari ferð
niðaneftir, at mótstøðan
ikki kann loyva sær ov
langt niðan at trýsta. Ser-
stakliga ikki, tá miðfram-
herjarnir eita Rógvi Jacob-
sen og Heine Fernandez.
Og so dugir liðið eisini at
skapa yvirtalsstøðurnar, tá
hetta krevst. Tær ferðirnar,
tá uppspælið skuldi byggj-
ast frá grundini, sýndu
bæði Hallur Danielsen og
Janus M. Joensen gott
hegni at koma framvið, og
hjá Janusi tykist tað nú bert
vera ein spurningur um tíð,
áðrenn hann aftur kemur í
landsliðshitan, har hann
júst hevði vunnið seg, tá
hann fyri tveimum árum
síðani fekk álvarsligan
knæskaða.
Hjá B36 er støðan nú
nakað øðrvísi. Undan kapp-
ingini varð liðið útrópt sum
ein av heilt stóru gullfavor-
ittunum, men eitt stig í
trimum dystum hevur líka-
sum máað støðið undan
hesum. Og liðið hevur eis-
ini nakrar eyðsýndar veik-
leikar. Miðvøllurin riggar
framvegis ikki nóg væl, og
spurningurin er, hvørja
loysn Jóannes Jakobsen
næstu ferð fer at royna her.
Og teir báðar seinastu dyst-
irnar hevur málverjaspælið
verið alt annað enn sann-
førandi, tó at tað neyvan
skal roknast við nakrari
útskifting her. Snøgt sagt tí
eingi alternativ eru.
Tungir
deyð-
bóltar
Liðskiparin hjá B36,
John Petersen, royndi at
halda høvdið høgt eftir
tapið fyri grannunum,
men hann ásannaði, at
dagurin ikki hevði verið
nakað serligt fyri teirra
viðkomandi.
– Eg má siga, at kensl-
an er eitt sindur løgin.
Fyrstu løtuna haldi eg,
at vit hava takið, men so
fáa teir brádliga eitt mál
eftir deyðbólt. Hetta
tekur tó ikki mótið frá
okkum, men tá teir so
skora eitt somikið keði-
ligt mál til 2-0, haldi eg
øll luftin fór úr okkum.
– Í seinna hálvleiki
royna vit so at stríða
okkum aftur, men tá teir
eftir enn ein deyðbólt
skora til 3-0, gerst mót-
brekkan tung. Eina løtu
fáa vit so trýst á, og tá
vit minka niður í 3-2,
satsa vit alt, og so skora
teir bara enn einaferð
eftir horna.
– Og at vit soleiðis
skulu tapa dystin upp á
deyðbóltar, er ikki nóg
gott. Har hildu vit ann-
ars, at vit vóru sera væl
fyri, men Rógvi fekk í
øllum førum alt ov nógv
pláss í dag.
Og John ásannaði eis-
ini, at tað nú kann gerast
tungt hjá B36 at stríða
seg fram í oddin.
– Sjálvandi er tað
møguligt, og hvør dyst-
urin kann altso geva trý
stig. Men tað krevur í
øllum førum, at vit fáa
fult hvørja ferð komandi
dystirnar. So mugu vit
bara vóna, at hini fara at
missa á vegnum, men
tað eru vit so ikki harrar
yvir.
-jm
B36-HB 2-5 (0-2):
Klaksvíkingarnir skutu B36 niður
B36-HB 2-5 (0-2)
0-1: Rógvi Jacobsen, 14
0-2: Rógvi Jacobsen, 32
0-3: Rógvi Jacobsen, 59
1-3: Bárður Mortansson
2-3: John Petersen
2-4: Símun Eliasen
2-5: Heðin á Lakjuni
B36: Tróndur Vatnhamar – Egil á Bø, Jóhannis Jo-
ensen, Pól Thorsteinsson, Arnbjørn Danielsen –
Niels Joensen, Jens Kristian Hansen (Áki Mørk,
81.), Ronnie Samuelsen (Allan Mørkøre) – Bárður
Mortansson, John Petersen, Alex dos Santos (Jens
Erik Rasmussen, 69.)
HB: Pól N. Joensen – Hallur Danielsen, Vagnur
Mohr Mortensen, Símun Eliasen, Janus M. Joensen
– Jákup á Borg (Rókur F. Jespersen, 87.), Rúni
Nolsøe, Kári Nielsen, Heðin á Lakjuni (Ramus
Nolsøe, 84.) – Heine Fernandez, Rógvi Jacobsen
GK: Hallur Danielsen, 90.
Dómari: Petur Skarðenni. Tóktist ikki hava sín besta
dyst. Hevði ofta lyndi til at blása ov títt í floytuna, og
hartiil var í fleiri førum talan um manglandi konse-
kvens, tá hann hevðist at leikarum fyri hevnisøkum,
sum ikki fingu eftirspæl í form av kortum
FAKTA UM DYSTIN
»Ein forering kann vera óheppin, tvær
eru kleyvarskapur, men fýra kunnu
snøgt sagt ikki góðtakast«
B36-heimasíðan eftir dystin
”
»Nógvar yvirskiftir kundu verðið
nýttar í sambandi við dagsins dyst. t.d.
"Undirhald fyri allar pengarnar" ella
"Rógvi á muni" ella "Jákup kom sá og
sigraði", tí allar passaðu til høvið«
HB-heimasíðan undir yvirskriftini
»Rógvi brúkti høvdið«
”
Tað besta
– Tað kundi ikki verið betri.
Orðini eigur Rógvi, eftir at hann fyri
fyrstu ferð hevði skotið hat-trick fyri
HB. Og við staðfestingini sipar hann
sjálvandi til, at tað júst var móti grann-
unum í einum somikið týdningarmiklum
dysti, at hann skuldi gera hat-trickið.
Um sjálvan dystin helt Rógvi annars, at
teir høvdu gjørt síni ting rætt á
vøllinum.
– Vit royna alla tíðina at standa rætt í
verjupartinum, og fyri tað mesta haldi
eg eisini, at tað eydnast. Eina løtu í
seinna hálvleiki gongur tó heilt galið, og
teir fáa við tveimum málum skapt
spenning í, men tá Símun so ger hatta
málið, punktera teir fullkomuliga, sigur
altso Rógvi Jacobsen at enda.
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
24