týsdagur 8. juni 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 106 - 8. juni 2004
27
27
26
Nr. 106 - 8. juni 2004
Skála kendi ikki sína
vitjunartíð, tá ið teir í
fyrra umfarinum
vóru greitt omaná
vertunum á Norðoya-
stevnu, og so reið um
snarið eftir steðgin
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Eingin ivi var um, at tað var
Norðoyastevna, og at tað
harvið var KÍ, sum átti
heimavøll. Men serliga í 1.
hálvleiki sást hetta ikki á
spælbýtinum, og áskoðara-
rómurin bendi nógv meiri
á, at tað var Skála, sum
kundi
eiga
heimavøll.
Skálalitt uppsløg vóru alla
staðni, og vitjandi áskoðar-
arnir vóru í skýlinum støð-
ugt meiri mælskir, enn teir
hjá heimaliðnum vóru.
At Skála spælararnir ikki
leggja einki í stuðulin, og at
teir rokna hann týdningar-
miklan, sást, tá ið teir eftir
síðsta bríkslið fóru norður
undir skýlið og takkaðu.
Eftir síðsta bríkslið tókt-
ist tað ikki sum um, at
skálamenn vóru so harmir
um, at tað ikki hevði eydn-
ast teimum at vinna. Seinna
partin av 2. hálvleiki vóru
teir í 5-4-1 uppstilling.
Bogi Gregersen var á mið-
vøllinum,
og
Jonhard
Frederiksberg var einsa-
mallur í álopinum, har hann
arbeiddi nógv.
Klaksvíkingar
gjørdu
nógv mistøk, og tá ið Skála
fangaði bóltin í sovornum
støðum, vóru teir sera
vandamiklir í skjótálopum.
Sum hvirluvindar søktu teir
at, men teir fingu ikki sig-
ursmálið. Fleiri ferðir rest-
aði yvirblikkið, sum kravd-
ist fyri at leggja sendingina,
ið skuldi spæla KÍ verjuna
púra tunna, og tá ið teir ta
einu ferðina fingu bóltin í
høgra borð og løgdu flatt
innfyri, misnýttu teir. Lið-
formaðurin, Pauli G. Han-
sen, sum aftur hesa ferð var
rættuliga sentralur, var
blankur við handara stólp-
an, men fimm metrar úr
málinum sendi hann skeivu
megin stólparótina.
Fyrra umfarið var Skála
greitt omaná. Kanska var
samanspælið ikki støðugt
so skjótt, sum tað hevur
verið fleiri aðrar ferðir fyrr
í ár. Men teir arbeiddu
nógv, bjóðaðu seg til og
funnu væl hvønn annan.
Uppskriftin við síðuskift-
um og skjótum snaringum
og vendingum var ikki so
sjónsk hesa ferð, sum onkra
aðra ferðina, men tað var
kortini væl meiri ferð,
tyngd og samanhangur í hjá
Skála.
Jónhard Frederiksberg var
sera eyðsýndur sum fremsti
maður, og tað eydnaðist
honum at leggja Skála
framum tíggju minuttir fyri
hálvleik. Um miðstrikuna í
høgra borði vann hann
bóltin. Mótstøðumenninir
tóktust ikki hava hug at
takla. Teir hopaðu undan, og
so setti landsliðsmaðurin
ferð á. Hann sneiddi fram-
við onkrar, og tá ið hann var
komin fram ímóti brots-
teigarmarkinum smekkaði
hann til, og bólturin fór flatt
dygst inn við stólparótini.
Stutt frammanundan hevði
Skála givið klaksvíkingum
eina ávarðing, men ta ferð-
ina fekk Jákup Mikkelsen
akkurát beint bóltinum til
horna.
Hóast Skála í 1. hálvleiki
vísti so nógv betri liðavrik
enn heimaliðið, so hevði KÍ
tveir stórar møguleikar at
fáa mál. Í fyrra førinum
drønstútaði Ovi Nysted
eftir horna og dygst við
síðuna av, og í seinna før-
inum heilfluktaði væl upp-
lagdi Eyðun Klakstein eftir
innlegg úr høgru og við
handara stólpan dygst við
síðuna av.
Hugflogið og tyngdin
resta
Higartil í ár hevur tað næst-
an hvørja ferð verið so-
leiðis, at KÍ hevur strítt seg
upp á javnleik, eftir at mót-
støðuliðið hevur lagt seg
framum. Soleiðis var tað
eisini hesa ferð. Eftir steðg-
in var hugburðurin hjá KÍ
betri. Teir vunnu fleiri nær-
dystir, og teir vóru oftari
fyrri á returbóltunum, enn
teir høvdu verið undan
steðginum. Men teir vístu
ikki nógv samanhangandi
fótbóltsspæl.
Við vandanum fyri at
taka seg sjálvan upp í sam-
an skal bara stutt stað-
festast, at teir høvdu ógvu-
liga torført at finna hvønn
annan. Einfaldar og stuttar
sendingar vóru óneyvar, og
tað tóktist vera torført og
næstan ógjørligt at spæla
seg úr verjuni og umvegis
miðvøllin, tá ið roynt varð
at fara í álop. Tað, sum ikki
var stórvegis trupulleiki hjá
mótstøðuliðnum, var ógvu-
liga torført hjá KÍ, sum
oftast sparkaði høgt og
langt í vónini um, at
fremstu spælararnir skuldu
fáa tak á.
Men KÍ stríddi seg eftir
steðgin upp í part. Gongdin
bendi á, at um teir skuldu
fáa mál, so skuldi tað verða
í sambandi við deyðbólts-
støðu, og soleiðis var tað
eisini. Atli Danielsen, sum
stríddist nógv, var hægstur,
eftir at Eyðun Klakstein
hevði sent hornaspark úr
høgru og innfyri. Bólturin
var farin út frá aftur, hann
varð rættuliga høgt lossað-
ur aftur í málteigin.
KÍ vann brotssparks-
kappingina um Norðoya-
stevnusteypið, og lagið
tóktist ikki av leið. Men
javnleikur omaná javnleik
og fýra stig í fimm teimum
seinastu
uppgerðunum
boða ikki frá, at Klaksvíkar
Ítróttarfelag skal halda
hundrað ára føðingardag í
absolutta toppinum. Har er
Skála framvegis at finna.
KÍ-Skála 1-1 (0-1):
Tað kemur lítið upp á loggið
Alti Danielsen tryggjaði KÍ javnleikin, tá Skála vitjaði á norðoyastevnu, og tá KÍ so vann eftirfylgjandi brotssparkskappingina, fingu teir eisini steyp fyri avrikið
Mynd: SáH
KÍ-Skála 1-1 (0-1)
0-1: Jónhard Frederiksberg 35.
1-1: Atli Danielsen 58.
Dómari: Dagfinn Olsen
KÍ: Jákup Mikkelsen – Leon Bjartalíð, Niclas
Niclassen, Ovi Nysted, Marek Wierzbicki (Jan
Andreasen, 68.) – Arnhold Joensen (Símun Joensen,
46.), Jan Joensen, Atli Danielsen, Eyðun Klakstein –
Stig Edvin Aksnes (Erling Fles, 27.), Jacob Bymar
Gult kort: Eyðun Klakstein
Skála: Igor Bjarni Kostic – Bárður Danielsen, Arn-
hold Berg, Rúni Rasmussen, Iulian Florescu –
Hanus Thorleifsson, Pauli G. Hansen, Nenad,
Alexandur Johansen – Bogi Gregersen, Jónhard
Frederiksberg
FAKTA UM DYSTIN
C
M
Y
K
26
Sjálvs-
álitið
endur-
vunnið
Ein av nýggju monnun-
um hjá EB/Streymi er
verjuleikarin,
Fróði
Clementsen, sum undan
kappingarárinum kom
úr B36, har hann tóktist
hava ilt við at fáa
spælitíð.
Tí er einki at ivast í, at
tað hjá honum mundi
kennast eyka søtt, tá
hann sunnukvøldið fann
útav, at júst hansara mál
fyri fyrst sendi EB/-
Streym upp um B36 á
stigatalvuni.
– Tað var onkur, sum
segði mær tað eftir dyst-
in, so tað var bara stutt-
ligt, at júst mítt mál
skuldi gera tað, helt
hann, tá vit spurdu hann
um hetta.
– Men fyrst og fremst,
so var tað ein ótrúliga
týdningarmikil sigur hjá
okkum. Seinasta viku-
skifti hálvgum stjólu vit
trý stig í Gøtu, men
hesaferð var so eingin
ivi. Sjálvsálitið er við at
koma aftur á liðið, og
tað merkir, at leikararnir
tora at spæla fótbólt.
Men tá vit at enda
spurdu Fróða, hvørt teir
nú fara at tosa um ovaru
plássini á talvuni, helt
hann, at so langt hevði
hann ikki hugsað.
– Fyrst og fremst ráddi
um hjá okkum at vinna
hendan dystin. Nú fara
vit so til Runavíkar
næsta vikuskifti, og so
fáa vit at síggja, hvussu
tað fer at spæla av, helt
høvuðssterki verjuleik-
arin at enda.
-jm
Við einum knúsandi
sigri staðfestu EB/-
Streymur, at teir ikki
ætla sær at róta í
nøkrum botnstríðið
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
»Botnstríð á Eiði« var heit-
ið á upptaktsgreinini, sum
vit høvdu í leygardags-
blaðnum. Stigatalvan stuðl-
aði eisini uppundir hesa út-
søgn, tí liðini lógu sum
ávíkavist nummar átta og
níggju, og tað stóð eisini
greitt, at ein møguligur tap-
ari av dystinum skuldi fara
sær ein túr undir niðurflyt-
ingarstrikuna.
Byrjaðu sum óløgi
Men eitt er, hvat tøl, talvur
og forsøgnir siga. Annað er,
hvat verður sýnt í verki, og
her varð skjótt staðfest, at
EB/Streymur í øllum førum
ikki hevði nakrar sum helst
ætlanir um, at verða hang-
andi í botninum.
Heimamenninir
løgdu
fyri sum eitt óløgi, og longu
í fyrsta minuttinum høvdu
teir góðan møguleika at
leggja seg á odda. Teir
máttu tó bíða, til tíggju
minuttir vóru lidnir, áðrenn
teir fingu fyrsta málið. Sor-
in Anghel fekk bóltin
stungnan inn um verjuna,
og tó at hann tóktist hava
mist møguleikan, so eydn-
aðist honum at toyggja seg
fram og kippa bóltin upp
um ÍF-málverjan.
Og teir hildu fram –
EB/Streymur. Allan fyrra
hálvleik var talan um støð-
ugt trýst oman móti ÍF-mál-
inum. Kanska vóru møgu-
leikarnir ikki heilt so
nógvir, men enn eitt mál lá
alla tíðina í luftini, og á
hálva tímanum slerdi rum-
enski álopsmaðurin aftur
til. Hesa ferð byrjaði Sorin
álopið sjálvur, og tá Bárður
Olsen so sendi flatt innfyri,
fekk Sorin sera hegnisliga
snarað bóltinum í kassan
við nærmasta stólpa.
Tvey reyð og skrædl
Eftir steðgin tóktist tað
ganga eitt sindur meira
javnt.
Fuglfirðingarnir
høvdu nú skipað seg nakað
betri, og vertirnir høvdu nú
eisini tikið seg eitt vet long-
ur aftur á vøllin, og fyrstu
20 minuttirnar tóktust ikki
nakrar stórvegis broytingar
soleiðis at koma í støðuna.
Men broytingarnar komu
tó í yvirmát. 20 minuttir inn
í seinna hálvleik fekk EB/-
Streymur tillutað brots-
spark, tá ein leysur Sonni
L. Petersen varð feldur, og
at ÍF samstundis misti Bar-
tal Eliasen, kom heilt illa
við hjá teimum. At fugl-
firðingarnir eisini lættliga
kundu fingið onkra aðra
útvísing um sama mundið,
er ein onnur søga, men
Sonni lat so ikki við seg
koma. Hann tók sær sjálvur
av brotssparkinum, og so
var at kalla eingin vegur
aftur hjá ÍF.
Og tá teir so bara fáar
minuttir seinni mistu Frit-
leif í Lambinum, tá hesin
framdi eina sera ófantaliga
tackling, kom skrædlið.
EB/Streymur fekk møgu-
leikan at flyta nógv fólk
niðan, og í royndunum at
betra sær um málmunin,
tóku teir eisini av. Sorin
gjørdi hat-trick, tá hann
stútaði innlegg úr høgru í
kassan. Sonni varð enn
einaferð blankur, tá hann
økti til 5-0, og eftir at
álopsleikararnir
soleiðis
høvdu gjørt sítt, traðkaðu
nakrir av verjuleikarunum
síðani til. Fyrst var tað Gert
Hansen, sum smekkaði til,
tá bólturin varð sendur
innfyri, og móti endanum
var Fróði Clementsen fyrst-
ur á returinum, eftir at
Sorin hevði stútað á yvir-
leggjaran.
Skerdir til botnslagið
Og skal metast eftir talvuni,
so er EB/Streymur so ikki
nakað botnlið longur. Tvørt-
ur ímóti lyftu teir seg upp
um miðjuna við sigrinum,
og einki er at ivast í, at
fótbóltslagið nú er nakað
nógv betri har um leiðir. Tað
sá annars einki serligt út
eftir tungu byrjanina, har
dystir móti B36, HB, KÍ og
VB bert kastaðu eitt stig av
sær, sum teir sjálvir tóku til,
so vóru hesir dystirnir ikki
teir lættastu at byrja við.
Hjá ÍF stendur hinvegin
einki til. Greiða tapið
hesaferð hevur meira ella
minni viðført, at liðið nú er
avbyrgt frá teimum átta
ovaru, og kravið er nú heilt
einfalt, at trý stig skulu á
borðið komandi vikuskifti.
Tá er talan um veruligan
botndyst, tá stigaleysa B68
vitjar í Fuglafirði. Einki er
at ivast í, at ÍF á pappírin-
um eru favorittar til hendan
dystin, men nú hava teir so
sjálvir syrgt fyir at skerja
liðið munandi undan upp-
gerðini, har altso hvørki
Bartal Eliasen ella Fritleif í
Lambanum vera við, og tað
kann gerast tung frávera.
EB/Streymur-ÍF 7-0 (2-0):
Fuglfirðingar avbyrgdir
EB/Streymur-ÍF 7-0 (0-2)
1-0: Sorin Anghel, 10
2-0: Sorin Anghel, 32
3-0: Sonni L. Petersen (br.), 65
4-0: Sorin Anghel, 77
5-0: Sonni L. Petersen, 80
6-0: Gert Hansen, 84
7-0: Fróði Clementsen, 89
EB/Streymur: Gunnar á Steig – Carl H. Høgnesen,
Fróði Clementsen, Andrzej Pacek (Knút Vesturdal,
73.), Esmar Eiðisgarð (Gert Hansen, 70.) – Bárður
Olsen, Jákup Martin Joensen, Hans Pauli Samuel-
sen, Hallur Jacobsen (Marni Djurhuus, 65.) – Sorin
Anghel, Sonni L. Petersen.
ÍF: Kartin Joensen – Fritleif í Lambanum, Viggo
Johannesen, Áki Petersen (Árni Petersen, 38.),
Rúni Elttør (Eyðun Ryggshamar, 68.) – Eyðolvur
Petersen, Roy Róin (Høgni á Lakjuni, 55.), Høgni
Zachariassen, Bárður á Lakjuni – Bartal Eliasen,
Magni á Lakjuni.
Gult kort: Bartal Eliasen, ÍF (30. og 63.), Rúni
Elttør, ÍF, (64.)
Reytt kort: Bartal Eliasen, 63., Fritleif í
Lambanum, 66.
Dómari: Birgir Sondum
FAKTA UM DYSTIN
Við trimum málum var Sorin Anghel høvuðsmaðurin hjá EB/Streymi í trivaliga sigrinum á ÍF