Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-08, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. juni 2004síða 15

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 106 - 8. juni 2004 29 29 28 Nr. 106 - 8. juni 2004 C M Y K 28 Íslendsk- ir smá- dreingir av Horna- firði vitja HB Í hesum døgum hevur HB vitjan av einum smádreingjaliði hjá íslendska felagnum Sindri av Hornafirði. Hornafjørður liggur á Suðureysturlandinum knappar 500 km frá Reykjavík. Íslendsku smádreingir- nir komu til Føroya við Norrønu fríggjamorgun- in og gista í HB-húsin- um. Fríggjadagin seinnapart spældu teir ímóti B36, og kanska vóru jau'arnir eitt sindur ferðatroyttir, tí B36- smádreingirnir vunnu heili 11-1. Ferðatroyttir íslendingar ella ei - tað skal kortini einki takast frá B36’arunum. Leygardagin tóku ís- lendingarnir sær av løttum. Vitjaðu í svimji- høllini og hugdu nærri upp á høvuðsstaðin - sum teir halda vera sera hugnaligan. Sunnudagin hitaðu ís- lendingarnir saman við HBa upp til 1. deildar- grannauppgerðina í Havn. Eisini her fingu teir vælvaksnu íslend- ingarnir harða mótstøðu og máttu taka við einum tapi uppá 6-0. Sindri Hornafjørður hevur 2 dystir eftir at leika. Mánakvøldið skulu teir royna seg móti Argja-dreingum úti á Argjum, og týsdagin skulu teir til Runavíkar at royna seg ímóti fót- fimu NSÍ’arunum. Vitjanin hjá Sindri Hornafjørður endar mikudagin, tá teir 18 ís- lendsku smádreingirnir og 5 leiðararnir fara heim aftur við Norrønu. Eftir heimatapið ímóti vágbingum er B68 fyri fyrstu ferð uttan stig, tá ið fyrsti triðingurin av kappingini er runnin FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Tað gongur strúkandi hjá VB, og tað gongur illa hjá B68. Úrslitið á Svanga- skarði var tí á aldukambin- um til vildar, meðan teir í B68 eftir 3-1 tapið mugu staðfesta, at teir framvegis eiga á at vinna fyrsta stigið. Fyri fyrstu ferð øll árini, síðani toftaliðið í 1981 kom í bestu deildina, hava teir spælt fyrsta triðingin av kappingini, uttan at tað hevur eydnast teimum at fáa eitt tað einasta stig. Trygvi Mortensen hevði gjørt onkrar manningarlig- ar justeringar. Í útgangs- støðuni var B68 í 4-3-3 uppstilling, sum seinni varð broytt til 4-4-2. Mortan Hansen, sum hevur verið málverji, síðani Albert Sævarsson fór aftur til Íslands, var á beinkinum hesa ferð. Miðskeiðis í 2. hálvleiki varð hann settur inn í álopið. Millum stólp- arnar hesa ferð var Jazek Przybylski. Stóran part av kappingarárinum í fjør var hann málverji hjá GÍ, og higartil í ár hevur hann verið málverji á næstbesta B68 liðnum. Vágbingar eru seinastu vikurnar farnir frá sigri til sigurs, og tað styrkir sjálv- andi um sjálvsálitið. Hesa ferð vóru teir í umleið somu uppstilling, sum teir hava verið nógvu tær sein- astu ferðirnar. Teir kenna sínar leiklutir, og teir vita, hvat tað snýr seg um. VB er væl fyri. B68 hevði rætta hugburðin, og teir stríddust tað, sum teir vóru mentir. Men gestirnir vóru støðugt eitt vet omaná. Vágbingar- nir vóru skjótari, teir ar- beiddu nógv, teir vóru fyri tað mesta stinnari í nær- dystunum, og teir vóru fyrstir á returbóltunum. Munurin var ikki rættu- liga stórur, og málmøgu- leikarnir vóru ikki so nógvir. Bjarni Johansen í VB málinum hevði ikki nógv at gera, og pólverski starvsfelagin hjá honum í hinum endanum hevði fáar møguleikar at vísa, at tað er hann, sum skal vera aftasti skansin, nú B68 hevur tólv umfør eftir at koma á stiga- talvuna og klatra brøttu brekkuna av tíggjunda og fram á næstaftasta plássið. Málini Við nýggjum venjara og í roynd at vaska talvuna reina ráddi tað um hjá heimaliðnum fyrst og fremst at halda tætt í verju- partinum, áðrenn tað kundi hugsast alt ov nógv um framrættaða partin. Tí var tað køld pøs av vatnið í andlitið á B68, tá ið VB longu í fimta minutti gav fyrstu ábendingina um, hvønn veg stigini skuldu fara. Birgir Jørgensen royndi seg úti frá, skotinum bilti einki, og nýggi B68 málverjin tóktist ikki hava stórvegis møguleikar at bjarga. Í 26. minutti varð 2-0 til VB. Hesa ferð var tað mið- vallarin í høgru, Palli Aug- ustinussen, sum átti síðsta fótin á. Uppspælið í vinstra borði var gott, innlegginum bilti einki, og Palli var leysur, tá ið hann skoraði til 2-0. Tá ið tað restaði eitt kort- er kundi tað sæð út sum um, at B68 fekk møguleik- an at fáa um endan. Minda- ugas sá gula kortið fyri aðru ferð. Harvið noyddist hann av víkja av válinum, og so skuldi VB síðsta korterið stríðast við tíggju og ímóti ellivu. Men tað tóktist ikki at bila. Bara tveir minuttir eftir, at ein av teirra varð rikin av vøllin- um, skoraði VB til 3-0, og harvið var uppgerðin aftur- latin, sum tað nú á døgum verður nevnt. Álitisfulli og støðugi miðvallarin, Milan Kuljic, var málskjútti í hes- um førinum. B68 misti í uppspæli, spælt varð fram í høgru, og úr eitt sindur spískum og uttanvert brots- teigin smekkaði Milan til. Skotið var sera gott, og bólturin smoygdi sær inn í handara síðunetið. Øssur Hansen pyntaði um tveir minuttir seinni. Royndasti B68 maðurin krúllaði framvið tveimum, áðrenn hann royndi ímóti málinum, og bólturin fór í málið dygst inn við stólp- anum. Harvið var fyrsta málið veruleiki, síðani nýggjur maður tók um stýrisvølin. Kanska tað gav lítla vón um, at tað skal bera til, tá ið B68 mána- kvøldið í næstu viku skal inn til Fuglafirðar at verða annar parturin av oyggja- uppgerðini, sum tað nú er lagt upp til skal gerast rættuligt lagnustríð. Bæði hjá ÍF og B68. B68-VB 1-3 (0-2): Tað gongur strúkandi hjá VB Tað mundi vera lítil troyst hjá B68, at Øssur Hansen móti dystarenda minkaði til 1-3. Toftamenn eru framvegis niðastir á talvuni, og enn er einkii stig fingið til høldar B68-VB 1-3 (0-2) 0-1: Birgir Jørgensen 5. 0-2: Palli Augustinussen 26. 0-3: Milan Kuljic 77. 1-3: Øssur Hansen 79. Dómari: Georg Rasmussen B68: Jazek Przybylski – Kári Sigvardsen, Oleif Jo- ensen, Herbert í Lon Jacobsen, Jákup Eli Olsen – Mikkjal Thomassen (Bogi Petersen, 61.), Øssur Hansen, Eyðstein Skipanes – Óli Olsen (Mortan Hansen, 71.) Stanislav Stankhov (Jóhan Petur Poul- sen, 26.), Øssur Jacobsen Gult kort: Herbert í Lon Jacobsen, Mikkjal Thomassen, Jákup Eli Olsen VB: Bjarni Johansen – Jákup F. Olsen, Mikael í Lágabø, Eyðun Jacobsen, Mortan úr Hørg – Palli Augustinussen (Kári í Lágabø, 86.), Milan Kuljic (John Poulsen, 88.), Dan Djurhuus, Jón Pauli Olsen – Birgir Jørgensen, Mindaugas Gult kort: Dan Djurhuus Reytt kort: Mindaugas 75 (tvey gul) FAKTA UM DYSTIN Danska 1. deild v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Silkeborg 28 20 - 4 - 4 65 22 43 64 2 Randers FC 28 19 - 3 - 6 78 39 39 60 3 AC Horsens 28 18 - 5 - 5 47 22 25 59 4 Køge 28 16 - 7 - 5 54 36 18 55 5 Sønderjyske E 28 15 - 6 - 7 69 44 25 51 6 Skjold 28 14 - 4 - 10 56 46 10 46 7 Ølstykke 28 13 - 3 - 12 57 50 7 42 8 Nykøbing 28 12 - 4 - 12 42 46 -4 40 9 FC Nordjylland 28 10 - 8 - 10 33 40 -7 38 10 Fredericia 28 8 - 9 - 11 38 41 -3 33 11 Fremad Amager 28 8 - 7 - 13 38 49 -11 31 12 Vejle 28 7 - 6 - 15 41 57 -16 27 13 B 93 28 6 - 7 - 15 41 47 -6 25 14 Brønshøj 28 6 - 6 - 16 39 70 -31 24 15 FC Aarhus 28 5 - 4 - 19 27 78 -51 19 16 B 1913 28 2 - 7 - 19 22 70 -48 13 Føroyskir leikarar: Christian Høgni Jacobsen,(Vejle), Jann Ingi Petersen, Andrew av Fløtum, Hjalgrím Elttør (Fremad Amager), Johan Byrial Hansen (AC Horsens) Danska 2. deild v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 HIK 28 16 - 7 - 5 62 40 22 55 2 Dalum 28 16 - 5 - 7 65 40 25 53 3 Næstved 28 14 - 8 - 6 58 31 27 50 4 Holbæk 28 13 - 8 - 7 59 41 18 47 5 Kolding FC 28 13 - 7 - 8 50 40 10 46 6 B1909 28 12 - 5 - 11 54 46 8 41 7 Brabrand 28 10 - 8 - 10 49 43 6 38 8 Slagelse 28 10 - 7 - 11 49 43 6 37 9 Glostrup 28 11 - 4 - 13 51 54 -3 37 10 Hjørring 28 11 - 3 - 14 43 71 -28 36 11 Lyngby 28 8 - 9 - 11 47 60 -13 33 12 Jetsmark 28 8 - 9 - 11 36 56 -20 33 13 Kalundborg 28 7 - 9 - 12 53 61 -8 30 14 Holstebro 28 8 - 6 - 14 45 57 -12 30 15 Skive 28 8 - 4 - 16 47 56 -9 28 16 Hvidovre 28 5 - 9 - 14 30 59 -29 24 Føroyskir leikarar: Christian Holst Lamhauge (Lyngby) Íslendska Landsbankadeildin v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Fylkir 4 3 - 1 - 0 6 1 5 10 2 ÍA 4 2 - 2 - 0 6 5 1 8 3 Keflavík 4 2 - 1 - 1 6 5 1 7 4 ÍBV 4 1 - 3 - 0 5 4 1 6 5 FH 4 1 - 2 - 1 3 3 0 5 6 Grindavík 4 1 - 2 - 1 4 5 -1 5 7 Fram 4 1 - 1 - 2 6 6 0 4 8 KR 4 1 - 1 - 2 5 7 -2 4 9 KA 4 1 - 0 - 3 3 5 -2 3 10 Víkingur R 4 0 - 1 - 3 2 7 -5 1 Føroyskir leikarar: Julian Johnsson (ÍA), Fróði Benjaminsen og Hans Fróði Hansen (Fram) Andrew skaddur Andrew av Fløtum var ikki við, tá Frem- ad Amager – hóast tap – tryggjaði sær tilveruna í 1. deild. Eisini Vejle tykist nú vera ávegis bjarging- ini, og í oddinum heldur Horsens fram- vegis fast um sín møguleika DANSKA 1. DEILD Jákup Mørk Tríggir av teimum fimm føroysku leikarunum í næstbestu donsku deildini, vóru í dysti um vikuskifti. Teir báðir, sum ikki vóru til arbeiðis hesaferð vóru báðir álopsmenninir hjá landsliðnum. Christian Høgni Jacobsen hevur tó ikki gjørt um seg seinastu longu tíðina, og áðrenn hann kann fara at hugsa um fótbóltin aftur, skal hann fáa bilbugt við krossbands- skaðan, sum var so óheppin av fáa. Hjá Andrew av Fløtum hevur støðan tó verið nakað øðrvísi. Seinastu umførini hevur hann meira ella minni verið álitið í álop- inum hjá Fremad Amager. Tí var tað eisini dyggur smeitur, at Andrew hevði tikið seg aftur við einum eymum lærvødda, og hartil var talan eisini um fleiri aðrar broytingar hjá Frem- ad Amager, tá teir á útivølli skuldu royna seg móti Køge, sum verður roknað millum sterkastu liðini í deildini. Jann Ingi Petersen og Hjalgrím Elttør vóru báðir á liðnum allar 90 min- uttirnar, men hjálpti tó lítið, tí Køge vann dystin 2-0. Fyrra av málunum varð skotið av Abdul Sule, sum fyri nøkrum árum síðani gjørdist dýrasti leikarin í donskum fótbóltshandli, tá AB keypti hann leysan av FC Midtjylland. Hóast tapið, so hevur Fremad Amager nú tryggj- að sær sætið í næstbestu donsku deildini til komandi ár. Hetta tí øll liðini undir tiemum ikki fingu fulla úrtøku, og tí kunnu tey í felagnum nú betri gera av, hvussu ætlanirnar skulu verða fyri komandi kapp- ingarárið. Horsens roynir Við sigrinum á Silkeborg seinasta vikuskiftið, fekk Horsen – har Johan Byrial Hansen er ein av leikar- unum – aftur blást lív í vónirnar um uppflyting, og hesar liva eisini framvegis. Mótstøðuliðið hesaferð var Skjold, og á útivølli eydnaðist Byrial & Co. at toga ein tepran 1-0 sigur heim. Argastu kappingar- neytarnir í uppflytingar- stríðnum eru Randers, og teir vunnu á heimavølli 3-0 móti Nykøbing, og hildu teir sær soleiðis eitt stig oman fyri Horsens. Til stuttleikar kann nevnast, at venjarar hjá teimum báðum uppflytingarbiðlunum eru gomlu makkararnir í EM- verjuni hjá Danmark. Nevnliga Lars Olsen og Kent Nielsen. Og endaliga kann so eisini staðfestast, at liðfel- agarnir hja skadda Christi- ani Høgna Jacobsen tykjast vera í ferð við at gera eina bjargingarroynd í evstu løtu. Tað hevur annars einki borið til hjá Vejle í langa tíð, men sunnudagin vunnu teir ikki minni enn 7-1 á vespunum úr Brønshøj, og lyftu teir sær soleiðis upp um niðurflytingarstrikuna.