týsdagur 9. september 2014síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. september 2014 · Nr. 102
20
Sosialurin
Danjal av Rana
Hóskvøldið
verður
forvitnslig
framløga í Eydnuni á Oyrarbakka.
Eftir at borgarstjórin hevur sett
mentanarvikuna, verður framløga
av verkætlanini Náttúrulund við
Streymin.
Náttúrulundin við Streymin er
ein verkætlan, sum miðar ímóti at
gera eitt øki við brúnna um Streym
in til eina náttúrlund við trøum og
runnum, sum føroyingar og gestir
úr útlondum kunnu uppliva og
njóta. Økið liggur sunnan og norðan
fyri brúnna, bæði Eysturoyrar- og
Streymoyarmegin. Økið er 130.000
fermetrar til víddar, og ætlanin er
at planta um 70.000 trø og runnar
á økinum.
Edmund Joensen, fólkatings
limur og norðoyrisbúgvi, er ein av
eldsálunum handan verkætlanina
og hevur sitið í einum arbeiðsbólki
saman við Dávidi Reinert Hansen,
Ingolfi Joensen og Hans Dávidi
Dam, sála.
– Økið við streymin er nakað heilt
serstakt, sigur Edmund Joensen.
Støðuga umskiftið við flóð og fjøru,
streymur, æti og fiskayngul, skapa
góð gróðrarlíkindi fyri bæði fisk og
fugl í økinum. Á havbotninum er
tað sum ein Edens havi. Tað ýður í
lívi, bæði av skeljadjórum, fiski og
fugli, og serliga eru tað nógv tjøldur
í økinum, sigur hann.
– Vit ynskja, at hetta skal ger
ast eitt náttúrustað fyri allar
føroyingar, sigur Edmund Joensen.
Hann vísir á, at Sunda kommuna
liggur mitt í føroyska vegakerv
inum. Haðani er ein hálvur tími til
Havnar, til flogvøllin, út á Toftir og
til Klaksvíkar.
– Teir dagar, tá mjørkin liggur
tjúkkur yvir Havnini, er ofta klárt
við brúnna. Eru nøkur trø, ein kann
seta seg undir, so verður tað sum á
Mallorca, sigur Edmund Joensen
og lær.
– Vónin er, at hetta skal gerast
ein náttúrulund, har fólk kunnu
njóta allan dagin. Fiskibryggjur
verða bygdar og stilli verða reist,
har ein kann hyggja at fugla- og
djóralívinum. Kommunan fer eisini
at byggja ymiskt inni á økinum.
Talan er millum annað um kamp
ingpláss og minigolføki, sigur Ed
mund Joensen.
Náttúrulundin
verður
gjørd
í fleiri stigum. Edmund Joensen
væntar, at arbeiði fer at byrja
komandi ár.
– Kommunan hevur samtykt
verkætlanina, og nú skal hon
leggjast inn í býarplanin, men tað er
nógv, ið skal gerast, sigur Edmund,
sum ikki væntar at alt verður liðugt
fyrr enn um eini 10 ár.
Fyrst skal øki veltast og drenast
og síðani skulu vegir og gøtur
leggjast. Runnar og trø skulu
plantast, bryggir byggjast, ið fólk
kunnu fiska á, og stilli reisast, har
fólk kunnu eygleiða fuglalívi. Eisini
skulu fríøki til felagslív og hugna
gerast.
Danski grunnurin Aage V. Jensen
Charity Foundation, hevur játtað 10
milliónir krónur til verkætlanina.
Grunnurin stuðlar smærri og størri
náttúruverkætlanum
um
allan
heim.
Sjálvt
arbeiði
verður,
í
so
stóran mun sum møguligt, gjørt
av sjálvbodnum. Stovnandi aðal
fundur verður hósdagin, eftir
framløguna. Tá hava fólk høvi at
tekna seg sum lim, eins og at nevnd
verður vald og skipað.
Vónin er, at hetta skal gerast
ein náttúrulund, har fólk
kunnu njóta allan dagin, sigur
Edmund Joensen, stigtakari
Mentanarvikan í Sunda Kommunu
Tveir limir í arbeiðsbólkinum, sum hevur arbeitt við at gera náttúrulundina til
veruleika. F.v.: Ingolf Joensen og fólkatingsmaðurin Edmund Joensen, ið eisini er
stigtakari til verkætlanina og hevur útvegað fíggingina á 10 mió. kr.
Mynd: Per Højgaard
Loftmynd av økinum við Streymin, har ið náttúrulundin skal staðsetast.
Myndin er tikin við dronu á flogi. Mynd: Andrias Joensen, Vestmanna
Ein náttúrulund fyri
allar føroyingar
Krabbar og onnur dýr við sjóvarmálan eru
við til at gera komandi náttúrulundina
spennandi - ikki minst hjá børnunum
Mynd: Per Højgaard
Náttúrulundin skal m.a. vera eitt stað, ið dregur
fuglalív til sín. Her eitt tjaldur á flogi
Mynd: Per Højgaard