Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-09, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. september 2014síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. september 2014 · Nr. 102 22 Sosialurin Danjal av Rana Í ár verður skipað fyri einum tón­ leika­tiltakið á Langasandi und­ir mentanarvikuni. Tað er leygar­ kvøldið 13. septembur, at Signar í Homrum fer at trína á pall í telt­in­ um á Langasandi. – Vit vóru ikki við í fjør, og kendu okkum satt at siga eitt sind­ ur uttanfyri, tá lýst var dúliga við, at allar bygdirnar tóku lut í ment­ anarvikuni, sigur Heidi Høj­sted Hansen, fyri­skipari av tón­leika­til­ tak­inum á Langasandi. – Tá so heitt var á okkum, at verða við í ár, vóru vit beinanvegin tilreiðar og svaraðu ja við brestin. Sjálvandi skulu vit eisini vera við, sigur hon. Langasandur verður karmur um eitt tónleikatiltak á mentanarvikuni í ár. Eitt telt verður sett upp á spæliplássinum við gamla skúlan í bygdini, og Signar í Homrum fer at spæla í teltinum. Eisini verður ein framsýning í gamla skúlanum, har gamlar myndir av bygdini verða vístar fram. – Øll bygdin er við til at fyrireika tiltakið. Her búgva 34 fólk, og okkum tørvar snøgt sagt øll til at seta teltið upp, fyrireika framsýningina í skúlanum, fyrireika kaffimunnin og so framvegis. Allar tøkar hendur verða settar til verka, sigur Heidi Højsted Hansen. Í samband við konsertina verður borðreitt við kaffi og kakum, umframt at Marine Harvest, ið hava stuðlað konsertini, borðreiða við einum brellbita av sushi til tey vitjandi. Tónleikatiltakið og framsýningin á Langasandi verða leygardagin 13. septembur frá klokkan 18:00 til 20:00 og eru ókeypis. Vit vóru ikki við í fjør, og kendu okkum satt at siga eitt sindur uttanfyri, sigur Heidi Højsted Hansen Langasandur er við í ár Mentanarvikan í Sunda Kommunu Dúvugarðar eru eitt av gomlu fest­ unum í bygdini og tað eru gomlu festihúsini, sum í dag eru eitt fornminnissavn. Vanliga er opið um summarið og annars fyri ferða­ fólkabólkum eftir avtalu. – Onkur hevur kallað hetta Før­ oya næst besta fornminni, sigur Jóhan Jógvansson, bóndi, ið er fest­ ari á Dúvugørðum. – Festihúsini eru fullkomiliga soleiðis, sum fólk livdu tá. Fjósið, gamla roykstovan, roykstovan og glas­stovan eru elstu partarnir av hús­in­um. Síðani kom ein nýggj stova, sum prestur búði í, greiðir Jóhan Jógvansson frá. Sambært søvnum landsins, so er innrættingin í húsunum frá 1820. – Óvissa er um, hvussu gomul húsini eru. Alment verður sagt at tey eru 200 ára gomul, men fólk her í Saksun vilja vera við, at elsti parturin av húsunum eru um 300 ára gamal, sigur Jóhan Jógvansson. Hann greiðir frá, at ein eldri búseting var í bygdini, men at fólkini fluttu higar, av tí at tey vóru bangin fyri áarlopi. Jóhan Jógvansson veit ikki neyvt at siga, hvussu nógv vitjandi eru á Dúvugørðum, men okkurt árið hevur talið verið um 6000. Hann sigur, at tað eru alsamt færri stakvitjandi og fleiri bólkar, ið støkka inn um á Dúvugørðum. Serliga er tað, tá ferðamannaskip liggja í Havn ella í Klaksvík, at bólk­ ar av ferðandi koma. Undir mentanarvikuni er opið á Dúvugørðum hósdagin 18. septembur frá klokkan 14:00 til 18:00. Dúvugarðar í Saksun Eitt av væl vitjaðu støðunum í Sunda kommunu eru Dúvugarðar í Saksun Jóhan Jógvansson, bóndi