týsdagur 9. september 2014síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 10. september 2014 · Nr. 102
Sosialurin
Mentanarvikan í Sunda Kommunu
Danjal av Rana
Ein
týdningarmikil
partur
av
mentanarvikuni er vinnukvøldið,
sum skipað verður fyri í Eydnuni
á Oyrarbakka. Heðin Zachariasen,
borgarstjóri, gleðist um hetta aftur
vendandi tiltakið, og fegnast um, at
evnið í ár verður ferðavinnan.
– Vit plaga at siga, at ferðafólk
í Føroyum vitja antin Saksun,
Gjógv ella Tjørnuvík. Øll hesi trý
støðini liggja í Sunda kommunu.
Ferðavinnan er ein vaksandi vinna
í Føroyum, og vit í Sunda kommunu
vilja gjarna vera við, har tað hendir,
sigur borgarstjórin.
Undir heitinum Ferðavinnan –
vinnumøguleiki, fara Guðrið Høj
gaard, stóri á Visit Faroe Islands,
Eirik Suni Danielsen, eigari av
Gjáargarði og Magni Arge, fyrrver
andi stjóri á Atlantsflog, at hava
framløgur um møguleikarnar fyri
ferðavinnu í kommununi.
Guðrið Højgaard er bjartskygd.
– Tað eru heilt víst stórir møgu
leikar hjá ferðavinnuni í Sunda
kommunu. Fleiri av okkara kend
astu støðum liggja jú í økinum, so
sum Saksun, Gjógv og Tjørnuvík.
Umframt at vera sera náttúruvøkur,
liggja tey væl fyri. Tey liggja mitt í
landinum, so teinurin at ferðast
er stuttur, líkamikið hvar tú gistir,
peikar Guðrið Højgaard á.
Avbjóðingin hjá Sunda kommunu
er tann sama, sum nógva aðrastaðni
í landinum, at ferðafólkini leggja
ov lítið eftir seg. Guðrið Højgaard
heldur, at tað ræður um, at geva
ferðafólkum møguleikan at brúka
pengar, og vísir á, at ferðafólkini
hóast alt leggja 400 milliónir krónur
eftir seg í Føroyum.
– Men um vit hugsa um Sunda
kommunu, hvar skulu ferðafólkini
nýta pengar? Eingin handil er í
Saksun, eingin í Tjørnuvík og tann
við Gjógv er sjáldan opin. Vit mugu
geva ferðafólkunum møguleikan
at brúka pengarnar, sigur Guðrið
Højgaard.
Guðrið Højgaard sigur, at tað
er ymiskt, hvussu nógv ferðafólk
leggja eftir seg í Føroyum. Tey, sum
koma við cruise-skipum leggja ofta
lítið eftir seg, men tey, sum gista í
Føroyum eru ofta sinnaði at brúka
pengar.
– Tað eru sjálvandi gistingar
plássini, ið fáa mest burtur úr, og
harnæst matstovurnar. Men í Sunda
kommunu fært tú næstan ikki
keypt ein kaffimunn, um vit síggja
burtur frá Gjáargarði. Vit mugu
troyta ferðavinnumøguleikarnar
betur, sigur hon.
–
Vit
mugu
finna
okkurt
føroyskt, okkurt autentiskt at
bjóða ferðafólkunum. Tað kann
vera ein uppliving, ein túrur, ein
søga. Tað nýtist ikki vera okkurt, ið
kann keypast í einum handli, sigur
Guðrið Højgaard.
Framløgurnar verða í Eydnuni
á Oyrarbakka, mánadagin 15. sep
tembur klokkan 19:00.
Um ferðafólk skulu leggja meiri pengar eftir seg,
mugu vit geva teimum okkurt at brúka pengar uppá,
sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands
Gev ferðafólkunum eina umbering
at nýta pengarnar
Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands