týsdagur 9. september 2014síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. september 2014 · Nr. 102
24
Sosialurin
Mentanarvikan í Sunda Kommunu
Skála á vitjan við Margáir
Fótbóltur er eisini á skránni, nú mentanardagar eru í Sunda
kommunu.
Stóri dysturin verður sunnudagin kl. 15.00, tá ið Effoliðið hjá
EB/Streymi fer at spæla ímóti Skála.
Júst EB/Streymur og Skála samstarva við fleiri liðum, men í
Effodeildini spæla feløgini ímóti hvørjum øðrum. EB/Streymur
er við í kappingini um pláss í Europa næsta ár, meðan Skála
stríðist fyri at yvirliva í deildini.
Besta kvinnuliðið hjá EB/Streymur/Skála hevur frí um
vikuskiftið, tí at kvinnulandsliðið er á ferð í Skotlandi og
Norðurírlandi, har undankappingardystir eru á skránni.
Signar á
Langasandi
Leygarkvøldið 13. september
ber til at uppliva ein av
best umtóktu føroysku
tónleikarunum í tjaldinum á
Langasandi.
Signar í Homrum, sum í meira enn 20 ár hevur verið virkin í
føroyskum tónleikabólkum, hevur seinastu trý árini staðið meira
fram sum solistur, og hann hevur fingið óføra móttøku kring
landið alt.
Leygarkvøldið kl. 18.00 til. 20.00 verður tónleikatiltak í
tjaldinum á Langasandi, har Signar í Homrum verður á pallinum.
Eisini verður boðið okkurt ókeypis ábit, og í skúlanum verður
framsýning av gomlum myndum.
Tónleikacafé í Garnhúsinum
Fríggjakvøldið 12. september verður tónleikacafé í Garnhúsinum
á Oyrarbakka, og har verða fleiri áhugaverdir tónleikarar á
skránni.
Ein tónleikabólkur úr Garnhúsinum – kallaður Garnar – fer at
spæla, og fara Sanna Apol Moretensen úr Havn, Jessica Joensen
úr Klaksvík og Rútmiskt kór úr Kollafirði at syngja og spæla.
Tónleikatiltakið í Garnhúsinum byrjar kl. 20.00
fríggjakvøldið.
Fyrilestur um Viderø
Mánakvøldið 15. september verður fyrilestur á bókasavninum í
Hvalvík. Tað er Bergur Djurhuus Hansen, ið fer at greiða frá um
lívið og virkið hjá Kristiani Osvald Viderø.
Bergur hevur granskað skriving og lív hjá Viderø, og hann
heldur áhugaverdan fyrilestur um umstrídda prestin, ið var
nógv á ferð, og eisini skrivaði nógv um føroyingar og viðurskifti
úti í heimi.
Aftankvirra í Haldórsvík
Mikukvøldið 17. september verður aftankvirra í Haldórsvíkar
kirkju.
Kórið Aurora Borealis, sum er stjórnað av Ólavi Jøkladal,
luttekur, og eftir aftankvirruna verður drekkamunnur í
avhaldshúsinum.
Aftankvirran byrjar kl. 19.30 mikukvøldið. a
Kjakast um ferðavinnu
Ferðavinna hevur fingið alsamt størri týdning fyri føroyska
samfelagið, men framvegis eru nógvir møguleikar í hesi vinnu.
Mánakvøldið verður vinnukvøld í Eydnuni á Oyrarbakka, har
júst ferðavinna er á skránni.
Guðrið Højgaard, Erik Suni Danielsen og Magni Arge leggja
fram, og tosað verður um, hvørjir møguleikar eru í ferðavinnuni
– bæði fyri land og lokaløki.
Vinnukvøldið í Eydnuni byrjar kl. 19.00 mánakvøldið.
Vilmund Jacobsen
Nógv ymiskt verður á skránni á
mentanarvikuni í Sundalagnum,
sum byrjar við setan í Eydnuni á
Oyrarbakka hóskvøldið - tað er í
annaðkvøld - klokkan 19.
Við setanina verða eisini tón
leikaframførslur, eins og lutakast
verður millum innkomnar myndir
til eina myndakapping.
Hóskvøldið eftir setanina verður
eisini framløga av verkætlanini,
ið rópt verður ”Náttúrulund við
Streymin”.
Fríggjadagin
verður
markn
aðardagur á handilsøkinum við
Norðskála, og klovnurin Bubu fer
at vitja Á-handilin við Norðskála.
Grilla heilan grís
Millum tey forvitnisligu tiltøkini
fríggjadagin, er, at matvøruvirkið
Krás í Hósvík fer at grilla og borð
reiða við ókeypis brellbitum á
sínum bási í tjaldinum á økinum
við Norðskála.
Í tjaldinum verða eisini Sjógæti
og bryggjaríið Okkara, sum fara at
vísa, hvat tey hava í útboði.
Alberg
Gaardlykke,
dagligur
leiðari á Krás, sigur, at tey hava
keypt ein heilan grís frá Danish
Crown, sum tey fara at grilla heilan
á básinum í tjaldinum.
– Hetta verður ein púra heilur
kroppur við høvdi og øllum. Vit fara
eisini at grilla aðrar brellbitar úr
eitt nú oksakjøti, eins og vit fara at
grilla ymiskt grønmeti, sum vit fara
at borðrreiða við sum brellbitar.
Leiðarin á Krás sigur, at tey fara
ikki at borðreiða við heilum ókeypis
máltíðum, men øll, sum leita sær
fram við, fáa brellbitar og soleiðis
góðar smakkiroyndir.
– Eg havi skilt, at Á-handilin,
sum er við Norðskála og sum vit
eru høvuðsveitari av kjøtvørum til,
eisini fer at hava góð tilboð.
Aftur at fletta
Hjá matvøruvirkinum Krás í Hós
vík starvast umleið 15 fólk í dagligu
framleiðsluni,
sum
fevnir
um
tilsamans 258 vørunummur - alt
frá ymiskum kjøtvørum, fiska
úrdráttum til livurpostei og við
skera.
Alberg Gaardlykke sigur, at aftur
í ár fer Krás at fletta fyri bóndur og
fólk, ið eiga seyð.
– Vit byrja at fletta 22. september
og fara at fletta, so leingi sum
eftirspurningur er. Í fjør flettu vit
einar 2000 seyðir, og vit vóna, at
talan verður enn fleiri í ár.
Dagligi leiðarin sigur, at tey, sum
vilja hava Krás at fletta fyri seg,
kunnu ringja á tlf. 360148/ 235360.
Á mentanarvikuni í Sundalagnum fer matvøruvirkið
Krás í Hósvík at grilla ein heilan grís í tjaldinum við
Norðskála fríggjadagin millum klokkan 16 og 20
Krás fer at grilla
ein heilan grís