týsdagur 9. september 2014síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. september 2014 · Nr. 102
34
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
profilurin
André Olsen
Ungi
tvøramaðurin
Gilli
Sørensen valdi longu sum
15 ára gamal, at satsa alt
fyri at gerast fulltíðar pro
fessionellur fótbóltsleikari.
Gilli fór tá saman við Halli
Hansson til Skotlands at
spæla fótbólt, har teir báðir
fingu sáttmála við skotska
felagið Aberdeen FC. Hóast
avbjóðingarnar
og
upp
livingarnar vóru nógvar í
Skotlandi, valdi Gilli á sumri
í 2011 at flyta heim aftur
til tryggaru umstøðurnar í
Føroyum.
Lærurík og hørð
tíð í Skotlandi
Gilli Sørensen greiðir frá
at tíðin í skotska felagnum
Aberdeen var hørð fyri ein
ungan føroyskan drong.
– Tað er uttan iva tann
harðasta tíðin, ið eg nakran
tíð havi havt sum fótbólts
spælari. Vit høvdu ein venj
ara, ið ongantíð var nøgdur
við tað, ið vit avrikaðu á vøll
inum.
Gilli greiðir tó frá, at
uttanfyri leikvøllin var venj
arin tó bæði blíður og frynt
ligur.
– Eg og Hallur Hansson
fóru yvir til Skotlands at
spæla sum ungir. Eg minn
ist væl at venjarin altíð
var blíður uttanfyri vøllin,
og sum oftast kom hann
og heintaði meg og Hallur
áðrenn venjingarnar, men tá
vit so fóru innum í skiftirúm
inum og trinu inn á vøllin,
var hann ein annar persónur.
Hann kravdi ófatuliga nógv
av leikarunum.
Tað er serliga eitt minni,
ið hevur fest seg rimmarfast
hjá Gilla. Tað var eftir ein
dyst, har teir í Aberdeen
høvdu tapt heldur lemjandi.
– Vit høvdu spælt ein
vánaligan dyst og tað fekk
avleiðingar. Eg minnist at
venjarin tók ein og ein leik
ara til síðis, har hann gav
okkum av grovfílini. Tað
vóru ikki mjúk orð, ið vit
fingu oman yvir okkum og
tað var hart.
Gilli sigur eisini, at hann
enda fekk nokk av tilveruni
í Skotlandi og at heimlongs
ulin dróg meira og meira.
– Eg fekk nokk av tíðini
í Skotlandi og vildi gjarna
sleppa heim aftur til Føroy
ar. Eg iðri meg heldur ikki um
avgerðina nú, tí í veruleik
anum minnist eg fleiri keðilig
ting frá tíðini í Skotlandi,
enn góð ting. Men talan var
avgjørt um læruríka tíð, har
eg menti meg nógv sálarliga.
Heimlongsulin dróg
Á sumri í 2011 vendi Gilli
professionellu
tilveruni
í
Aberdeen FC og Skotlandi
bakið, fyri at venda heim at
spæla fyri barndómsfelagið
TB, ið tá spældi í næst
fremstu føroysku deildini.
Gilli hevði tá ætlanir um
at leika eina tíð í Føroyum,
fyri síðani at sleppa avstað
aftur einaferð seinni. Men
Gilli kendi seg ikki til reiðar,
at fara avstað uttanlands
beinavegin.
Gilli spældi tí í seinnu
hálvu 2011 við TB, ið vann
sær uppflyting tað árið. Gilli
minnist serliga væl seinasta
dystin í Streymnesi, har TB
vann sær uppflyting.
Longu á heystið í 2011
byrjaði eitt útlendskt felag at
fáa áhuga fyri Gilla. Áhugin
kom eftir, at U-21 landsliðið
hjá Føroyum í oktober 2011
spældi útidyst í Aalborg
móti danska U-21 lands
liðnum. Útlendska liðið, ið
fekk eyguni upp fyri kvika
føroyska
leikaranum
var
AaB úr bestu donsku deidini.
Gilli greiðir frá, at AaB venj
arin Kent Nielsen fekk eyga á
hann tann dystin, og at hann
ein mánað eftir at dysturin
var leiktur, bjóðaði Gilla
Sørensen til royndarvenjing.
Gilli var tó ikki áhugaður
í at fara avstað ta løtuna, tí
Gilli hevði bert verið tveir
mánaðar í Føroyum, um
framt at TB júst var flutt upp
í bestu føroysku deildina.
– Eg valdi at takka nei til
Kent Nielsen, tí eg kendi meg
ikki til reiðar at fara avstað
longu tá. Eg kendi á mær at
eg var noyddur at byggja
meg upp aftur sálarliga,
áðrenn eg kundi royna meg
uttanlands aftur.
Gilli
Sørensen
spældi
tískil alt kappingarárið 2012
í barndómsfelagnum TB, har
tað eydnaðist TB at varðveita
sessin í bestu deildini, eftir at
felagið júst var flutt upp.
Ungi tvøramaðurin Gilli Sørensen skifti eftir farna kappingarár
í føroyskum fótbólti frá B36 til danska felagið AaB úr Aalborg.
Hóast skaðar hava darvað fyrsta árið hjá Gilla Sørensen í
nýggja felagnum, so er ungi tvøramaðurin tó bjartskygdur
fyri, at hann fer at fáa sítt gjøgnumbrot uttanlands
Eg gevi
ikki upp!
Gilli Sørensen fekk debut fyri AaB í steypadysti
móti AC Horsens í farna kappingarárið