Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-09, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. september 2014síða 35

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 10. september 2014 · Nr. 102 ítróttur profilurin Samrøða við Mikkjal var nokk Árið eftir vóru tað eisini fleiri lið, ið vístu unga TB leik­aranum áhuga, men tað var B36, ið vann kappingina um Gilla Sørensen. Orsøkin til at Gilli Sørensen valdi B36, vóru samrøðurnar við B36 venjaran, Mikkjal Thomas­ sen, undan kapp­ing­ini. – Eg og Mikkjal Thomas­ sen høvdu ein felags mál­ setn­ing. Hann var, at eg skuldi sleppa avstað til út­ landið, tá kappingarárið í B36 var liðugt, og tann mál­setn­ ingurin eydnaðist. Gilli fór niður at royndar­ venja við AaB, tað summarið, ið Gilli leikti fyri B36. Avrikið í royndarvenjingini var so sannførandi, at danska felagið ynskti at knýta før­ oyska leikaran afturat hóp­ inum beinavegin, men sátt­ málin við B36 gjørdi tað, at Gilli noyddist at bíða til før­ oyska kappingin var av. Um skifti til danska felagið AaB Tískil flutti Gilli Sørensen niður til Aalborg í januar 2014, har hann gjørdi sátt­ mála við danska felagið AaB. Gilli greiðir frá, at tað hjálpti væl, at vinmaðurin Hallur Hansson var í felagnum, tá Gilli kom til. – Tað var heppið fyri meg, at Hallur Hansson var í felagnum, tá eg kom til felag­ið. Eg búði 4-5 teir fyrstu mán­aðirnar heima hjá fam­iljuni hjá Hallur og tað hjálpti mær væl við at fella til í Aalborg. Gilli greiðir eisini frá, at hugburðurin til fótbólt í Danmark ikki kann saman­ berast við tann í Skotlandi, ið Gilli royndi sum yngri. – Bæði hugburðsmessiga og fótbóltsmessiga eru Skot­ land og Danmark øgiliga langt frá hvørjum øðrum. Í Skot­landi verður stórur dent­ur lagdur á at gyppa og renna, meðan tað í Danmark verð­ur lagdur størri dentur á fót­bólts­spælið. Sjálvur merkir Gilli eisini, at hann hevur flutt seg sum fótbóltsspælari eftir skifti til AaB, men viðurkennir at tað í byrjanini var trupult at vinna sær pláss á lið­num, um­framt at ein keði­ligur skaði hevur darvað byrjan­ ina nógv. – Farna kappingarár vunnu vit bæði lands­kapp­ ing­ina og steypakappingina í Dan­mark. Tað sigur seg sjálvt, at venjarin er væl nøgd­ur við teir, ið spæla tá, og tí var tað munandi trupl­ ari hjá mær at fáa dystir ta tíð­ina, av tí at gongdin var so góð. Gilli sigur tó, at hann til tað nýggja kappingarárið hevði góðar vónir um at vinna sær pláss á liðnum, og at hann var uppsettur til at upp­starturin fór í gongd, men at ein keðiligur skaði forðaði byrjanina av nýggja kapp­ingarárinum hjá Gilla. – Eg var øgiliga upp­sett­ ur til pre-season. Eg fekk tó tey keðiligu boðini frá lækn­ anum í summar­steðg­inum, at teir vóru noyddir at skurð­ við­gera mín fót. – Hetta gjørdi tað, at eg mátti binda frið frá fótbólti í 5-6 vikur, og at eg tískil kom í gongd nógv seinni enn lið­ felagarnir í AaB. – Eg var sjálvandi ótrúliga keddur av tí, men eg eri tó glaður fyri nú, at fótliðið er við at vera púra frískt. Ætlar sær at sláa ígjøgnum uttanlands Gilli er tískil júst komin fyri seg eftir skurðviðgerðina í summarsteðginum, og dyst­ urin móti Finnlandi sunnu­ kvøldið var fyrsti týðandi dystur hjá Gilla Sørensen í hesum kappingarárinum. Gilli greiðir frá, at hann ikki heilt er nøgdur við persónliga av­rikið sunnukvøldið, men at hann tó bæði er glaður og stoltur fyri at hava umboða land­ið í einum týðandi undan­kappingardysti. – Tað er ein øgiligur munur á at spæla á A-lands­ liðnum og U-21 lands­liðnum og per­són­liga var eg ikki heilt nøgd­ur við mítt egna avrik sunnu­kvøldið. Eg haldi tó at landsliðið í løtuni er sera evnaríkt, og at vit um eina tíð koma at síggja úrslit frá føroyska landsliðnum. At enda greiðir Gilli Sørensen frá, at hann allatíð setur sær persónlig mál, og at hann longu nú hevur sett sær nýggj mál. – Eg havi ein málsetning um at eg skal fáa meira spæli­tíð á besta liðnum hjá AaB, tað sum eftir er til jólar. Eg merki undir venjing, at eg ikki standi aftanfyri mínar við­leikarar og meti hetta, sum eitt realistiskt mál. Harafturat hevur Gilli Sørensen ein málsetning um, at hann skal vera verandi uttan­lands, tí hann metir at tað í longdini fer at loysa seg. – Eg verið verandi uttan­ lands og ætli mær ikki at geva upp. Eg eri sannførdur um, at eg havi tað, ið skal til, fyri at klára meg uttanlands. Mynd: Álvur Haraldsen Gilli Sørensen í debut-dystinum fyri føroyska landsliðið móti Finnlandi á Tórsvølli FAKTA UM GILLA SØRENSEN Føddur: 11-08-1992 Felag: AaB Fyrrverandi feløg: TB, Aberdeen FC, B36 Dystir í fremstu føroysku deildini: 49 dystir, 8 mál A-Landsdystir: 2 U-21 landsdystir: 11 dystir, 1 mál