Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-11, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. september 2014síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 12. september 2014 · Nr. 103 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak 14. september køvir demokratiið í Føroyum Helgi Abrahamsen Fyri 1000 árum síðani vórðu politiskir spurningar avgjørdir við vápnaðum bardøgum. Tann sum kláraði at drepa mótpartin bleiv høvdingi. Nú á døgum hava vit demokrati. Okkara vápn eru argument. Tann sum við teimum bestu argu­mentunum klárar at sann­ føra fjøldina, vinnur slagið. Men demokratiið stendur ongantíð í stað. Tað at tú eina­ ferð hevur sannført fjøldina, merkir ikki, at tú kanst leggja teg afturá og lata standa til. Tá kann tað skjótt henda, at fjøldin hevur vent tær bakið, tá tú einaferð letur eyguni upp­aftur. Vit falla ofta í ta grøvina, at vit droyma um at vinna eitt val ella eina fólkaatkvøðu, og síðani vilja vit binda posa­ bandið fyri, soleiðis at eingin aftur skal kunna skala henda sigurin, sum vit einaferð vunnu. Men soleiðis virkar demo­kratiið ikki. Tað er livandi, og tú mást alla tíðina syrgja fyri (við góðum argumentum og røttum avgerðum), at tú áhaldandi hevur fólkið við tær. Møguleikin hjá veljarunum at venda tær bakið, má alla tíðina vera til staðar, annars hava vit ikki demokrati. Bundu posabandið í 1946 Summi loysingarsinnað fólk siga, at tey vunnu eina fólka­ atkvøðu í 1946, og tí hava tey bæði snørt og táttað posabandið, soleiðis at eingin nakrantíð skal kunna loysa tað aftur. Eingin fólkaatkvøða skal nakrantíð aftur geva Føroya fólki møguleika at velja nakað, sum ikki samsvarar við fólkaatkvøðuna í 1946. Hetta er beint ímóti tí demokratiska prinsippinum. Møguleikin at velja nakað annað, má altíð vera til staðar. Vit kunnu ikki krevja, at nútíðarfólk skulu vera bundin av tí, sum for­ fedrarnir valdu fyri næst­an 70 árum síðani. Tað er ódemo­ kratiskt. Fortíðin er órættvís Onkuntíð hoyri eg hesi somu fólkini siga, at danska grund­lógin er ikki galdandi í Føroyum, tí føroyingar hava ongantíð valt hana. Rætt er tað, at føroyingar valdu ikki donsku grundlógina, tá hon varð sett í gildi í 1849. Tað gjørdu danskarar heldur ikki. Fatanin av demokratii var ikki tann sama tá sum hon er nú. Kongur hevði einaræði, og hann setti tær lógir í gildi, sum hann helt vera hóskandi. Hyggja vit eftir søguligum hendingum, so kunnu vit ikki siga, at alt sum er hent í gomlum døgum, hevur ver­ ið serliga rættvíst og demo­ kratiskt. Tí nyttar ikki at leita eftir gomlum rættvísi, men vit mugu taka útgangsstøði í verandi støðu. Okkara land Vit siga, at Føroyar er okkara land, men hví er tað tað? Jú vit eiga hetta landið, tí at nakrir víkingar einaferð komu henda vegin og tóku lívið av teimum sum vóru her frammanundan. Og av tí at vit eru eftirkomarar hjá hesum ófriðarkroppunum, kunnu vit í dag siga, at vit eiga hetta landið. - Er tað rættvíst? Nei sjálvandi ikki. Um nú írar koma henda­ vegin og siga, at teir eiga hetta landið, tí teirra forfedrar vóru her áðrenn okkara forfedrar, skulu vit so geva teimum landið? Nei sjálvsagt ikki. Søgan er ikki altíð rætt­ vís, og hon er heldur ikki demo­kratisk, men vit kunnu ikki fara 1.000 ár aftur í tíð­ ina at leita eftir rættvísi. Onkursvegna eru vit eftir krók­utum og órættvísum vegi komin í ta støðu, sum vit eru í, og so mugu vit taka tað haðani frá. Virða verandi støðu Tí var tað, at vit sum mynd­ aðu meirilutan í Stjórnar­ skip­anarnevndini í mai 2011 skrivaði hesi orðini í okkara álit: ”Stjórnarskipanin virðir teir stjórnarrættarligu sátt­ málar og avtalur, sum eru í gildi, tá hon verður sett í verk, men staðfestir, at føroyskir myndugleikar hava fullan rætt til at siga hesar upp og taka við málsræðinum.” Meirilutin staðfesti við øðr­ um orðum ta støðu, sum Før­ oyar eru í (líkamikið um hon er rættvís ella órættvís), og síðani varð staðfest, at leiðin framyvir skal vera demokratisk. Fólk­ið í Føroyum skal hava møgu­ leika at velja at fylgja donsku grund­lógini, gomlu fólka­at­ kvøðuni, ella onkrum heilt øðr­um, men útgangsstøði má vera verandi støða. Men Tjóðveldi kundi ikki vera við í álitinum frá meirilutanum, tí flokkurin kundi ikki góðtaka, at vit eru her sum vit eru, og hann kundi heldur ikki taka undir við, at fólkið skal sleppa at velja nakað, ið gongur ímóti tí, sum 5.656 føroyingar valdu í 1946. Komið víðari Veruleikin er, at 14. september køvir tað føroyska demokratiið. Skulu vit koma víðari, mugu vit taka útgangsstøði í støðuni sum vit eru í, líkamikið um vit halda hana vera rættvísa ella órættvísa, og síðani má meirilutin, leysur av fortíðini, frítt sleppa at velja, hvønn veg vit skulu fara. So mín áheitan á Tjóðveldi og øll onnur skal vera: Gloymið nú 14. september og veljið heldur demokratiið. Johan Mortensen 18. september verður lagnu­ dagurin hjá skotska fólkinum, grannatjóð okkara og næstu frændir. Henda gandadagin fer skotska fólkið fyri fyrstu ferð í sløk 300 ár sjálvt at hava avgerðarrættin, um Skotland skal fara inn í 21. øld sum ein fræls tjóð millum javnlíkar, ella fyri altíð at liggja undir Lond­on. Á atkvøðuseðilinum eru bert tveir spurningar: YES ella NO ! Tað eru fá lond í heim­in­ um, sum eru so væl fyri at taka sjálvstýri og klára seg fíggjar­liga, sum Skot­land: • Skotland hevur 1% av fólk­ inum í Europa men 60% av olju- og gasstil­fang­in­ um, umframt sløk 25% av euro­peisku sjógv-, aldu- og vindorkuni og eitt sera stórt fiskatilfangi. Har­ aft­u­rat hevur Skot­land eina framkomna ferða­ mann­a­vinnu, matvøru- og whisky­framleiðslu, ídn­ aðar­fyritøkur og ein stór­an út­flutningi av ravmagni til UK og Europu. • Skotland hevur fleiri lærd­ ar háskúlar per capita enn nakað annað land í Europa, og harav ein vælskúlaðan ungdóm. • Fíggjarliga er Skotland rík­ ari per capita enn td., Frak­ land, Japan og sjálvt UK! Metingarstovnurin Stand­ ard & Poor sigur, at eisini uttan olju og gass er Skot­ land sera væl fyri fíggjar­ liga. Tað verður mett, at skotska oljuvinnan fer at vara tey næstu 60 árini. Orkney, Shetland og Suðuroyggjar eru blómandi oyggjasamfeløg Skotland hevur altíð ríkað heim­in. Tað vóru skotar sum upp­funnu sjónvarpið og telefonina. Ein skoti fann penin­cilinið, og eisini á gransk­ingar­økinum eru teir frammar­laga, hvør minn­ist ikki clonaða seyðin Dolly. Eisini mentanarliga og listarliga hava teir gjørt vart við seg gjøgnum tíðirnar við skaldum sum Robert Byrnes, Walther Scott og nógv við teimum, sjónleikarum sum Sean Connery, alheims tón­ leiki, leik­stjórar, films­list og so sjálvandi Sir Alex Fergus­ son. Heldur ikki mugu vit gloyma stóra andaliga árinið, sum skotin William Sloan hevur havt fyri Føroyingar. Samanumtikið ein tjóð, sum er búgvin til sjálvstýri, og sum áður hevur verið eitt sjálvstøðugt kongadømi við kongaætt. Sannroynd er at Skotland í dag hevur minni sjálvstýri enn Føroyar ! Tað er heldur ongin ivi um, at Skotland, eftir eitt YES, uttan trupulleikar avger, hvat gjaldoyra teir fara at nýta, og hvørjar relatiónir til EU teir velja. Allur heimurin vil samstarva við Skotland. Eitt YES í Skotlandi fer utt­an iva at hava nógvar av­leiðingar: Í november fer Catalanien allar­helst úr spanska sam­veldin­um, og flam­lend­ingar í Belgiu ætla tað sama. Rembingar eru longu í Wales og Norður Írlandi við krøvum um størri suverænitet. Tað kann eisini hugsast, at eitt YES fer at viðføra eitt størri fíggjarligt og vinnu­ligt sam­starv mill­um Skot­land, Føroyar, Ísland og Grøn­land. Við okk­ara saml­aða tilfangi av orku, fiski, ferða­ manna­vinnu, gastro­nomi, Arktis, geo­polit­isku støðu osfrs., hava vit møgu­leika at skapa ein heims­búskap, sum veru­liga kann seta EU treytir, og har vit burturav skulu samstarva við nýggjar marknaðir sum Rusland, Kina og ikki at gloyma USA . Til enda kann eg nevna, at tá ST varð stovnað, hevði tað 51 sjálvstøðugar tjóðir, í dag er hetta tal 193. Spennandi verður næsta hósdag, har allir sjálvræðis­ føroyingar við spenningi fara at fylgja valinum. Tað eru fá lond í heiminum, sum eru so væl fyri at taka sjálvstýri og klára seg fíggjar­liga sum Skotland við m.a. stórum fiskatilfeingi, oljuvinnu, sjógv-, aldu- og vindorku, vælskúlaðum ungdómi og framkomnari matvøru- og whiskyframleiðslu Johan Mortensen YES Skotland – 18. september