hósdagur 11. september 2014síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 12. september 2014 · Nr. 103
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
6. august fingu Magnhild og Eirikur Poulsen, búsitandi
í Odense, ein son. Hann var 52 cm og vigaði 3175 gram.
Stórasysturin Helena situr undir beiggjanum á myndini.
Føðingar
26. august fingu Jona Zachariassen og Bjartur Tórhalsson,
Vestmanna, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3980
gr.
1. september fingu Siri
og Martin í Grund,
Syðrugøtu, ein son.
Hann var 55 cm langur
og vigaði 3850 gr.
27. august fingu Turid
og Sakaris Frederiksen,
Hoyvík, eina dóttur.
Hon var 55 cm long og
vigaði 4460 gr.±
7. juni fingu Elisa og Lea Naomi hesa fittu lítlusystrina. Hon eitur Miriam og var 51 cm long
og vigaði 3.000 gr. Foreldrini eru Rakul Hentze Niclasen og Kristian Niclasen.
Týsdagin 16. september fyll
ir Birgir Andreasen, hand
ilsmaður í Havn, 60 ár. Birgir
er best kendur sum Birgir
í Idé-Møblum. Hann hevur
verið ímyndin av møblasølu
í høvuðsstaðnum seinastu
35 árini.
Birgir er ættaður av Oyr
arbakka, sonur Annu og Joan
Petur Andreasen og er giftur
Elsebeth, sum er ættað av
Eiði. Birgir og Elsebeth eiga
døturnar Joan og Beintu um
framt ommu- og abbabørn.
Hóast Birgir hevur fing
ist við møblar í langt yvir
30 ár so var hann ein drivin
forrætningsmaður, tá hann
byrjaði. Hann var valla fylt
ur 20 ár, tá hann tók yvir ein
matvøruhandil
í
Tórfins
gøtu í Havn, og fyri ta tíð
var hann í læru á amboðs
deildini hjá Thomas Dam í
N. Finsensgøtu.
Tað var í 1979, at Birgir
og Elsebeth leigaðu seg inn
í bygningin hjá P/F Jákup á
Dul við Staravegin í Havn
og byrjaðu eina eftir tátíðar
metum risastóra møblasølu.
Í 1982 bygdu tey stóran
bygning við síðuna av, har
ið Skemman er í dag. Hesin
bygningur var 2.200 fermetrar
til víddar. Í 1988 var so tann
rættuliga stóri bygningurin
bygdur við Hoyvíksvegin,
har sum Posta er í dag. Nógv
vóru tey, ið allarhelst hildu,
at Birgir spenti bogan í so
høgt, men hann trúði upp á
ætlanina – sum kundi havt
eydnast, um ikki ógvusliga
búskaparkreppan
skræddi
beinini undan virkseminum.
Í 1991 byrjaðu tey aftur í
smáum í leigaðum hølum hjá
Berg Motors - og frá fyrsta
degi gekk væl hjá teimum.
Árið eftir lótu tey upp størri
handil í bygninginum hjá
Havnar Timburhandli, har
tey vóru til 2000, tá flutt varð
í nýggja, stásiliga bygningin,
sum er góðar 4.000 fermetrar
til víddar.
Umframt handilsvirksem
ið hevur Birgir Andreasen
saman við øðrum skipað fyri
um hálvt hundrað túrum
til Rumenia við neyðhjálp.
Arbeitt verður útfrá barna
heiminum Betania í Uricani
í Rumena, sum Føroyingar
byrjaðu eftir at Causesko
fall seinast í áttati árinum. Á
barnaheiminum eru 23 børn.
Fyri trimum árum síðani
byrjaði Birgir saman við Páll
Mørkøre á Eiði eitt skúla
projekt í Rumenia. Í skúlanum
ganga 30 børn, sum fáa undir
vísing, mat og klæðir. Skúla-
projektið hevur vakt ans hjá
myndugleikunum.
Birgir er eisini við í leiðsl
uni í Zarepta, og hevur hann
seinastu árini saman við
øðrum staðið á odda fyri tí
stóru útbygging, sum fer fram
í Zarepta í Vatnsoyrum.
Føðingardagin er Birgir
staddur uttanlands saman
við familjuni.
Birgir Andreasen 60 ár
Fríggjadagin 12. Septembur
fyllir Trygvi Midjord í Hvalba
70. ár. Trygvi er Hvalbingur
við stórum H og ein verulig
eldsál fyri Bóltfelagið Royn.
Trygvi vaks upp við Neyst í
Hvalba sum einasti beiggji í
einum systktinaflokki uppá
5.
Trygvi vaks upp við at
pápin koyrdi rutu millum
Hvalba og Tvøroyri og valdi
Trygvi at fylgja í fótaspor
unum hjá pápanum, tá hann
bleiv gamal nokk. Trygvi
røkti starvið sum bilførari
í samfull 48 ár, líka inntil
hann legði frá sær fyri aldur
í 2013.
Trygvi fann sær gentu
úr Valinum á Tvøroyri og
giftust hann og Ruth í 1973.
Stutt eftir flutti tey í hús
undir Økslini, stutt frá barna
heiminum hjá Trygva. Trygvi
og Ruth eiga 3 børn og 7 abba
og ommubørn.
Trygvi er tiltikin fyri at
hava góðar hendur og hava
vit øll, sum standa honum
nær, mangan nýtt gott av
hesum.
Bóltfelagið Royn hevur
altíð staðið hjartanum hjá
Trygva sera nær og tað
finnast nokk ikki nógvar
liðmyndir hjá Royn, líka frá
60´inum til 80´ini har Trygvi
ikki er at finna á. Somuleiðis
hevur hann verið venjari
hjá flest øllum ungum, sum
eru vaksin upp i Hvalba og
sum hava spælt fótbólt við
Royn. Gongur ein framvið
plenuni tann dag í dag, so
sær man enn Trygva venja
vaksnamannalið hjá Royn.
Trygvi sat eisini í fleiri ár í
nevndini hjá Royn og stóð
hann saman við fleiri øðrum
á odda fyri at Roynhøllin
bleiv
bygt.
Nakað,
sum
bygdafólkið, sum heild hava
havt stóra gleði av.
Trygvi er sera róligur av
lyndi og hevur stóra gleði
í abbabørnunum og ikki
minnst tey av honum. Tey
vita sær einki betri enn, at
fara og vitja Ruth ommuna
og Trygva abban.
Góði Trygvi abbin. Vit vilja
hervið ynskja tær hjartaliga
tillukku við degnum við
ynskjum um nógv góð ár
framyvir.
Eg veit ein góðan
seyðamann,
og fylgi síni elskar hann;
tey teljast í mong túsundtal,
tó røktar hann øll líka væl.
Tær kærastu heilsanir frá
okkum øllum
Abbabørnini
Trygvi Midjord 70 ár
25. august fingu Vígdis Reinert Petersen og Jónstein
Petersen eina dóttur. Hon var 46 cm long og vigaði 2330 gr.
Tey eru búsitandi í Rituvík.