hósdagur 11. september 2014síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 12. september 2014 · Nr. 103
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jana Ólavsdóttir
PhD í jarðfrøði
Sigast kann, at grundarsteinurin
til eina føroyska kolvetnisleiting
bleiv lagdur longu í 1978, tá Jóannes
Rasmussen, sáli, saman við øðrum,
tók stig til at royna at fáa fígging
til eina djúpa boring á landi. Henda
boring var veruleiki í 1981, tá byrja
var at bora í Lopra. Endamálið við
boringini var at finna útav, hvat
fjaldi seg undir basaltinum1 .
Borað bleiv tá niður á 2500 met
rar, men tað eydnaðist ikki at koma
niður undir basaltið. Hildið bleiv
áfram at bora í Lopra í 1996, og
hóast borað bleiv niður á 3500 met
rar, var heldur ikki tá komið niður
undir basaltið.
Orsøkin til at Lopra var valt sum
boristað, var, at tað elsta basaltið
á landi er staðsett í Lopra. Út frá
arbeiðsroyndunum, ið eg havi
gjørt mær tey seinastu 13 árini á
Jarðfeingi í tí føroysku jarðfrøðini,
samanhildið
við
vísindaligum
greinum annars, kundi boringin,
sum var í Lopra, heldur verið stað
sett aðrastaðni í Føroyum, við
einum betri møguleika fyri at náa
endamálinum. Hetta tí, at ætlanin
var at koma niður undir basaltið
uttan at bora alt ov djúpt, og uttan
at koma ígjøgnum alt ov nógv
vánaligt tilfar, sum eitt nú royðu
grót, hyalo-clastitar2 v.m.
Hóast boringin í Lopra ikki kom
niður undir basaltið, er vitanin frá
boringini sera týdningarmikil í
sambandi við at skilja ta føroysku
jarðfrøðina betur.
Niðanfyri vil eg grundgeva fyri,
hvussu eg skilji ta føroyska økið
strukturelt. Út frá hesum geri eg
eina meting av, hvar tað í Føroyum
er best at staðseta eina landboring
fyri at koma niður undir basaltið,
uttan at bora alt ov djúpt, so at
endamálið við boringini, sum bleiv
sett av Jóannes Rasmus-sen við
fleiri í 1978, verður rokkið.
Í grein í oljan.fo í januar mánað
í ár, umrøði eg í samskifti við Jan
Müller viðurskiftini kring eina
framtíðar landboring í Føroyum.
Hendan greinin tekur støði í hesi
umrøðu og viðger landboringina
meira ítøkiliga.
Týdningarmikið at koma
niður undir basaltið
Heilt frá byrjan av hevur fokus í
føroyskari kolvetnisleiting ver
ið á tey løgini, sum eru eldri enn
basaltið. Bert “Judd lægdin” (Gull
hornið), sum fevnir um minni enn
1% av øllum tí føroyska økinum, er
frí fyri basalt, og tí varð byrjað at
leita eftir kolvetni har. Tá Marjun
boringin, sum er fyrsta boringin í
Judd lægdini, ikki innihelt kolvetni
í rakstrarverdum nøgdum, byrjaðu
oljufeløgini at gera meira við at
kanna basaltøkið.
Djúpar boringar hava sostatt
verið gjørdar í føroyskum økið
bæði á landi og sjógvi. Men nú
33 ár eru liðin síðani tann fyrsta
djúpa boringin var gjørd í Lopra,
er enn ikki eydnast at koma ígjøg
num basaltið, og fáa staðfest, um
siliciclastic3 sedimentir (goymslu
grýtið), móðurgrýtið (løgini, har
kolvetni stavar frá) og hvat slag
av grundfjallið4 goymir seg undir
basaltinum. Eisini hevði verið
áhugavert at fingið staðfest, hvussu
gamalt tað elsta basaltið er.
Staðfestingin av, um tað fjalir
seg
siliciclastic
sedimentir
og
móðurgrýti undir basaltinum er av
alstórum týdningi fyri framtíðar
kolvetnisleiting, tí nevndu sedi
mentir og serliga móðurgrýti eru
fortreytirnar fyri, um vit skulu
halda áfram við at leita eftir kol
vetnum í føroyskum økið. Hendan
vitanin er bert atkomulig við at
fremja eina djúpa boring. Tað eru
fyrimunir við at gera eina djúpa
boring á landi í Føroyum. Ein tílík
boring er nógv bíligari enn ein
boring offshore - hetta orsaka
av eitt nú logistikki. Ein leyslig
kostnaðarmeting fyri ein tílíka
boring er 50 mió. kr.
Bygnaðurin av jarðfrøðini
niðri undir Føroyum
Føroyar og tað føroyska økið er
sum áður nevnt fjalt við basaltið,
har tann samlaða tjúkdin av flága-
skipanini, sum sæst á landi, er
nakað omanfyri 3 km. Verður Lopra
boring-in tikin við, er samlaða
flágaskipanin umleið 6,5 km. Tann
samlaða tjúkdin á basaltinum
er ikki øll á einum og sama stað,
orsaka av ymiskum jarðfrøðiligum
fyribrigdum. Tað elsta basaltið
í 6,5 km tjúkku flágaskipanini
er umleið 60 mió. ár, ímeðan tað
yngsta basaltið er umleið 54,5 mió.
ára gamalt (Storey et al. 2007).
Í øllum tí føroyska økinum eru
tyngdarfráviks mátingar5 gjørdar.
Tá tyngdarfráviks mátingarnar
eru rættaðar í mun til hædd og at
dráttarmegi av lendinum, fáa vit
Bouguer tyngdarfrávik (mynd 2 og
3a). Bouguer tyngdarfráviks kort
er eitt amboð hjá jarðfrøðingum til
m.a. at tulka grundfjals bygnaðin.
Bygnaðurin
av
grundfjallinum,
sum vit síggja undir og við Føroyar
í dag, stavar frá víðkanin6 av jarðar
skorpuni í Krit7 tíðini. Víðkanin av
jarðarskorpuni á grundfjals støði,
stutt áðrenn gos virksemi byrjaði
í Føroyum, skapti lægdir og fjalla
ryggir, og tí gevur hetta meira pláss
fyri botnseting í lægdunum, tað
verið seg máa tilfar av landjørðini
ella gos tilfar.
Í høvuðsheitum kann sigast, at
gundfjals lægdir eru eyðkendar við
lágum Bouguer tyngdarfrávikum
samanborið við grundfjals ryggir,
sum hava hægri Bouguer tyngdar
frávik. Undir Føroyum síggjast
tvey
øki
við
lágum
Bouguer
tyngdarfráviki; eitt øki í ein út
nyrðing úr Vágoynni og eitt øki
undir Suðuroynni (mynd 2 og
3a). Omanfyri nevndu tulkingar
kunnu samanberast við tulking-
arnar av grundfjals strukturinum
gjørdar út frá Bouguer tyngdar-
frávikunum undir Deccan Volcanic
Province, Indien (Diljith et al. 2008,
Nageswara Rao et al. 2013), sum er
eitt økið, ið kann samanberast við
tað føroyska, tí tað er eisini fjalt við
basalti. Eisini í tí føroyska partinum
av Hetlandsrennuni verða tey lágu
Bouguer tyngdarfráviks økini tulka
sum lægdir (Ritchie and Ziska, 2011;
Ritchie et al. 2011).
Vanliga siga vit, at føroyska flága
skipanin hellur eystureftir, men
verður hugt at einum norð-suður
tvørskurði av Føroyum (mynd 3b,
ovari partur), so sæst at útnyrðings
og sunnari partur av Føroyum er
kúput (mynd 2 & 3b ovari partur).
Hetta samsvarar ikki við omanfyri
nevndu lægdir á grundfjals støði,
júst á somu støðum. Orsøkin til, at
tilfarið í lægdunum er kúput, er tí
at í mið Miocene tíðini8 hendi ein
inversjón9 av tilfarinum í lægd
unum undir Føroyum og í Het
landsrennuni (Ólavsdóttir et al.
2013). Henda inversjón orsakað av
stór skala tektonikki10. Innihaldið
í lægdunum er meira ávirkað av
stór skala tektonikki, tí tað er
meira formligt enn fjallaryggirnir
á grundfjalls støði.
Millum tey bæði lágu Bouguer
tyngdarfráviks økini, sæst eitt øki
við hægri Bouguer tyngdar-fráviki.
Hetta økið gongur tvørtur um
Sandoynna í ein landnyrðing til
sunnara partin av Streym-oynni,
sunnara partin av Eysturoynni
og Norðoyggjarnar. Hetta økið
kann tulkast sum ein fjallaryggur
á grundfjals støði. Jarðfrøðiligu
eygleiðingarnar hjá Rasmussen et
al. 1969 av basaltinum oman fyri
áðurnevnda fjallarygg, serliga í
útsynningspartinum, vísa nógv
færri umskaringar í lendinum enn
tey bæði økini við lágum Bouguer
tyngdarfráviki. Hetta týðir upp á,
at økið ikki hevur verið eins nógv
ávirkað av stórskala tektonikki
orsakað av tí undirliggjandi fjalla
rygginum, sum hevur verið meira
fastur/stabilur
samanborið
við
innihaldið í lægdunum.
Verður hugt eftir boringunum
fram við markið til Stórabretland,
so er minni basalt oman á Corona
fjallarygginum, har Cambo og
Rosbank fundini eru gjørd, enn í
lægdini í ein útnyrðing frá Corona
fjallarygginum har Súlan/Stelkur
og Anne Marie boringarnar eru
gjørdar. Nógv bendir á, at somu
jarðfrøðiligu viðurskifti gera seg
galdandi niðri undir Føroyum.
Vælvilji frá landsstýrin-um
og vinnuni er for-treytin
Rúni M. Hansen, stjóri fyri arktisku
eindini hjá Statoil, upplýsti í út-
varpinum fríggjadagin tann 15.
august í ár, í sambandi við at Súlan/
Stelkur boringin endaði, at Statoil
hevur fingið týðandi upplýsingar
frá boringini, sum Statoil nú fer at
hyggja nærri at.
Rúni M. Hansen sigur víðari, at
tað er ilt at siga, hvat Statoil fer
Næsta stig á kolvetnisleiðini kann
verða ein djúp boring á landi
1 Á føroyskum brúka vit hugtakið basalt
ella basaltøkið fyri alt tað vulkanskt
avleidda grótið, sum sæst í føroyskum
økið, tað verið seg ymisk sløg av basalti,
royðugrót, kolalindir og sedimentir
annars. Á enskum málið vildu vit
jarðfrøðingar brúkt hugtakið “Volcanic
Sequence” fyri basaltøkið.
2 Lava, sum er storkna í vatni.
3 Sedimentir samansett av støðugum
steinsløgum og sum tola væl trýstið í
undirgrundini.
4 Grundfjallið er ikki altíð á yvirflatuni,
sum m.a. sæst í Norra og Skotlandi. Í
føroyskum økið er grundfjallið fjalt av
basaltið og møguligum sedimentum.
5 Grót hevur ymiska evnistyngd alt eftir
havt slag tað er:
° Føroyska basaltið uml. 2,82-2,9 gr/
cm3 (Saxov & Abrahamsen, 1964).
° Basalt avleitt grót uml. 2,65 gr/cm3
(Ólavsdóttir et al. í print)
° Hyaloclastitar 2.3-2.8 gr/cm3
(Franzson et al. 2010)
° Upphavsaldar gneis 2,61-2,99 gr/cm3
° Siliciclastic sesimentir 2.5 gr/cm3’
° Tyngdarfráviki á einum stað er treyta
av atdráttarmegini á staðnum stýrd av
slagi av grótið.
6 Víðkan av jarðarskorpuni ger, at
grundfjalli í økjum søkka í mun til
onnur øki og síggjast sum lægdir og
fjallaryggir.
tíðargrein
Í ár eru 20 ár liðin síðan fyrstu seismisku kanningarnar á føroyska landgrunnunum vóru gjørdar, tvey ár eftir, at undirgrundin var yvirtikin
sum føroyskt sermál í 1992, og tey fyrstu fetini inn í eina føroyska kolvetnisleiting vóru tikin. Næstu 5 til 7 árini vóru nógvar seismiskar
kanningar gjørdar í Hetlandsrennuni. Fyrstu leitiloyvini á føroyskum økið vóru givin í ár 2000. Longu árið eftir vóru tríggjar tær fyrstu
offshore boringarnar gjørdar, og í dag eru boraðar 9 offshore boringar, tó uttan at staðfesta kolvetni í rakstrarverdum nøgdum.
West Hercules á veg inn á Skálafjørðin tann 19 august í
ár. Myndin er tikin á Strondum, Toftir í baksýni