hósdagur 11. september 2014síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Fríggjadagur 12. september 2014 · Nr. 103
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
kappróður U21-landsliðið
Frálíkur endi hjá
U-21 landsliðnum
Árgangurin 92 og 93 umboðaðu týskvøldið U-21 landsliðið hjá Føroyum fyri
seinastu ferð, og avrikið í seinasta dystinum var sannførandi
André Olsen
Týskvøldið
spældi
U-21
landsliðið hjá Føroyum fyri
seinastu ferð í brátt farnu
undankappingini. Sigast má,
at endin hjá føroyska liðnum
var góður, tí við sannførandi
avrikið móti Montenegro
vunnu okkara menn fult
uppiborið.
Tendrað føroyskt lið
Frá fyrsta brískli týsdagin
sást, at føroyska liðið hevði
ein møguleika. Okkara menn
tóktust ágrýtnir og brúktu
fyrstu tjúgu minuttirnar til
at seta seg í virðing yvirfyri
mótstøðuleikarunum. Hetta
ørkymlaði
gestirnar
úr
Montenegro, ið ikki tyktust
at hava so nógv at svara
aftur við.
Tá eini tjúgu minuttir
vóru farnir, kom veruligt glið
á tað føroyska spælið eisini.
Føroyska liðið kom fleiri
ferðir til góðar støður, har
tað sum oftast tó manglaði
tann seinasti neyvleikin.
Frálíkt føroyskt mál
Tíggju minuttir áðrenn
hálvleik
kom
føroyska
liðið tó á odda. Eftir eitt
mynstur álop, har føroyingar
megnaðu at varðveita bóltin
í langa tíð, og har spælið
var skjótt og gott, eydnaðist
tað Heðin Hansen at finna
vinstra bakkin, Ára Mohr
Jónsson, ið kom við fullari
ferð í yvirlappi. Ári Mohr
Jónsson trekti frá verjuni hjá
Montenegro og fekk umvegis
stongina, lagt Føroyar á
odda 1-0. Eitt frálíkt mál hjá
føroyska liðnum.
At
Føroyar
fór
til
hálvleiks við eini leiðslu,
var ikki óuppiborið, tí tað
føroyska liðið var munandi
meira
vandamikið
enn
gestirnir.
Føroyar var tættari at
økja
Í seinna hálvleiki var
væntandi, at gestirnir úr
Montenegro skuldu trýsta
tað
føroyska
liðið,
men
tað
føroyska
liðið
stóð
væl ímóti allatíð. Og tá so
landsliðsvenjararnir
um
miðjan seinna hálvleik skiftu
Pál Mohr Joensen úr HB inn,
tóktist tað sum um at tað
føroyska liðið hevði eitt eyka
gear. Pál Mohr Joensen kom
fleiri ferðir í góðar støður,
har hann ta einu ferðina
skuldi havt lagt Føroyar á
odda 2-0.
Samanumtikið
var
talan um frálíkt føroyskt
avrik, tí føroyska spælið
var sannførandi gjøgnum
allan
dystin,
umframt
tað at allir vóru ágrýtnir
í
nærdystunum.
Tað
er
ringt at taka nakran leikara
framum
nakran
annan,
men eyðsæð var at Brandur
Hendriksson Olsen úr FCK
er ein framtíðarmaður á
føroyska landsliðnum.
Eingin Lars Olsen
Merkisvert var tó, at
landsliðsvenjarin Lars Olsen,
ikki var millum áskoðararnar
á Svangaskarði týskvøldið.
Hetta hóast at a-landsliðið
bert 2 dagar frammanundan
hevði spælt heimadyst í
Føroyum, har fleiri av U-21
landsliðsleikarunum
vóru
partur av hópinum hjá Lars
Olsen.
andre@sosialurin.fo
Føroyar Teitur Matras Gestsson
– Bárður Hansen (Liðskipari), Bogi Reinert
Petersen, Hørður Askham, Ári Mohr Jónsson
– Árni Fredriksberg (Poul Ingason, 89.),
Tróndur Jensen (Rógvi Joensen, 75.), Brandur H.
Olsen ■, Heðin Hansen (Pál Mohr Joensen, 66.)
– Ari Ellingsgaard ■ – Gunnar Zachariassen
Montenegro Petkovic
– Gojacanin, Bogdanovic ■, Bakrac, Cavnic ■
– Vukcevic (Vujnovic, 60), Kosovic (Raickovic, 46 ■),
Mugosa ■, Jankovic (Hocko, 46.), Zoric ■
– Djordjevic
Føroyar - Montenegro 1-0 (1-0)
1-0 Ári Mohr Jónsson, 31.
Dómari: Ville Nevalainen (Finnland)
Myndir: Álvur Haraldsen