Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-11, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. september 2014síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 12. september 2014 · Nr. 103 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur ítróttur André Olsen B36 hevur takið á Víkingi Sunnudagin tekur oddaliðið úr B36 móti nýklaktu steypa­ vinnarunum úr Víkingi. Sigurin hjá Víkingi í steypa­ kapp­ingini hevur við sær, at Víkingur longu hevur tryggj­ að sær evropeiska luttøku fyri komandi ár. Tí er trýstið ikki líka stórt á Víkingi, sum tað annars var til seinasta dyst í landskappingini móti NSÍ, tá bæði NSÍ og EB/ Streymur tyktust at elta Víking í kappingini um evro­ peiska luttøku. Fyri oddaliðið úr B36 var tað dyggur smeitur, at teir í sein­asta dysti settu stig til í heimadystinum móti KÍ. Heldur óvæntað tapti B36 heima­dystin móti KÍ, ið við­ førdi at munurin millum B36 og HB nú einans er fýra stig. Tískil er tað eitt størri trýst á B36 liðnum sunnudagin, enn tað áður hevur verið í kapp­ ingini. B36 hevur tó søguliga sæð takið á gestunum úr Víkingi. Tí seinast Víkingur vann ein landskappingardyst móti B36 var tann 29.juni í 2012, tá Víkingur á heimavølli vann 3-2 móti B36. Klassikari í Klaksvík Størsti dysturin í 21 umfari verður leiktur í Klaksvík sunnu­dagin. Tá bresta tveir av aldursforsetunum í Effo- deild­ini, KÍ og HB saman í Djúpu­mýru. KÍ fer til dystin við fullum sjálvsáliti, tí í seinasta dysti eydnaðist tað KÍ at vinna trupla útidystin móti odda­ liðnum úr B36. Við sigr­ inum móti B36 í Havn er KÍ nú einans fýra stig frá at fáa 4 plássið, ið gevur altjóða luttøku í komandi kapp­ingar­árið. Leiðslan í KÍ meldaði eisini út undan kapp­ingar­árinum, at luttøka í Evropa var málsetningurin hjá KÍ fyri kappingarárið. Sigurin hjá KÍ í seinasta umfari kveikti lív í aftur Fylg føroyska fótbóltinum á www.in.fo og Rás2 sína roynd fótbóltur Oddaliðini úr B36 og HB hava um vikuskiftið truplar dystir. Og møguleikarnir hjá botnliðunum úr B68 og Skála fækkast eisini fyri hvønn dyst, ið fer LIÐ TÍÐINDI AB B36 B68 EB/Streymur HB Ivasamt: Sorin Anghel (Blóðsamling undir fótinum), Jobin Drangastein (Lærkrikin) Ikki við: Jákup á Borg (Leikbann) Allir mans tøkir Ikki við: Gert Hansen skaddur (Brotið fótin) Ivasamt: Rógvi E. Nielsen (Fótliður) Ikki við: Símun Samuelsen (Hælsinan, langtíðarskaddur), Gunnar Haraldsen (Lærkrikin, langtíðarskaddur) og Christian R. Mouritsen (Fóturin, langtíðarskaddur) Alex José dos Santos (Leikbann 1 dyst) Við aftur: Jóhan Troest Davidsen (Leikbann) Oddaliðini skulu standa