Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-11, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. september 2014síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 103 · 12. september 2014 4 VIKUSKIFTI Søguligt val í Svøríki Sunnudagin verður val í Svøríki. Eitt val, sum kann koma at enda við reyðgrønum sigri og endanum á borgarligu alliansuni, ið hevur stýrt seinastu 8 árunum. Føroysku Synnøve og Rúna, ið eru búsettar í Svøríki, geva sína meining um valið Politikkur Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Tvær av teimum, sum skulu á svenska partlamentsvalið sunnudagin, eru føroysku Synnøve Frick og Rúna í Baianstovu. Tær búgva í ymiskum pørtum av Svøríki, og eru teirra meingar um hvør sum skal stýra Svøríki líka ymiskar. Synnøve Frick, ið er ættað úr Klaks­ vík og búsett í lítla býnum Vellinge, er sjálv kommunupolitikari og umboðar Moderaterna. Vellinge er siðbundin blá kommuna, og seinastu 26 árini hava moderatarnir stýrt. – Tað er ikki so torført at verða moderat í einari slíkari kommunu. Størstu mótstøðuna fáa vit frá Folkpartiet og Sverigedemokraterna, sigur Synnøve, ið nú stendur sum nummar 5 á listanum til kommunuvalið. Tað, sum valið handlar um fyri hana er arbeiði til øll og ikki arbeiðs­loysis­ stuðul, ið hon meinar at Javnaðar­flokk­ urin heldur vil loysa støðuna við. – Eg hoyrdi leiðaran hjá Javnaðar­ flokk­inum siga fyri nøkrum døgum síðani í sjónvarpinum, at pengarnir, teir fáa inn fyri at hækka mat­stovu­av­ gjøldini, skulu nýtast til fleiri fólk til arbeiðis í Arbeiðsloysisskipanini, sigur Synnøve. Skúlin er eisini eitt hjartamál í hes­ um valstríðnum. Nógv eru misnøgd við skúlan og tær broytingar, ið eru framdar seinasta valskeið. Synnøve er ikki samd. Hon heldur, at skúlin er á góðari leið og reypar eitt sind­ur um, at hennara kommuna aftur er vald sum besta skúlakommuna í land­inum. Um Moderatarnir vinna valið 14 septemur, er tað fyrstu ferð í søg­uni, at tey vinna trý val á rað. Tað vónar Synnøve sjálvandi, men sum veljara­ kann­ingarnar síggja út í løtuni, verður tað torført. Rúna í Baianstovu er búsett í Ørebro, og hon vónar so avgjørt ikki, at borgar­ liga alliansan skal halda á fram at stýra Svøríki. – Mitt val snýr seg um at gera tað, eg kann, fyri at alliansan ikki skal kunna bróta samfelagið sundur enn meir. Alliansan vil í veruleikanum einki samfelag hava. Tá retorikkurin verður pilkaður av, og tað, sum verður gjørt av flokkunum í alliansuni stendur fram nakið, er einki samfelag har. Har er einans tað einsamalla individið og marknað­urin. Millum tey er tómt, sigur Rúna í Baianstovu. Nakað av tí, sum borgarliga alliansan hevur fingið nógvan kritikk fyri, er, at ellis­heim eru privatiserað, og fyri­tøkur­nar, ið hava tikið yvir, bara hugsa um vinn­ing og ikki um tey gomlu. Eitt av ræðuligastu døminum var fyritøkan Carema, ið vigaði blæðurnar hjá teimum avlamnu og vóru tær ikki nóg tungar, skuldu tær skitnar og vátar uppá aftur. Alt fyri at spara pening. Hjá Rúnu eru spurningar um soli­ dari­tet og javnlíkindi millum menn­ iskju tað, hon vil við sínum vali. – Øll skulu hava somu møguleikar óansæð kyn, hvat man trýr uppá, hvar man er føddur ella hvør sum hevur føtt ein. Rúna hevur ikki enn funnið nakran flokk, sum passar heilt til henn­ ara sjónarmið, men valið stendur millum teir vinstrahallu flokkarnar Vænster­partiet, Javnaðarflokkin og Miljøpartiet. Høgraekstremistiski flokkurin Sverige­demokratarnir kom inn í Ríks­ dagin á seinasta vali. Higartil hevur ikki eydn­ast teimum at fáa nakað vald, men hesu­ferð vísa tøl, at flokkurin kann fáa upp í móti 10 prosentum, og tá er ikki eins lætt at geva honum durða­fjórð­ ingin. Innflytarar Kommunan har Synnøve býr er kend fyri at ikki vilja taka ímóti innflytarum. Seinastu árini eru tó nøkur einsamøll børn komin til Vellinge. – Innflytarar er ein stórur trupul­ leiki, tí Svøríki og Týskland taka ímóti so nógvum. Eg haldi, at hesin spurning­ urin burdi verið greiddur í ES, so at fleiri lond verða noydd at taka ímóti innflytarum, sigur Synnøve. Hvussu leikur fer fáa vit at síggja sunnukvøldið. Verður tað borgarliga Alliansan, sum heldur á fram, eru flokk­arnir Moderaterna, Folkpartiet, Centern og Kristdemokraterna aftur í stjórn – um vinstrahallu flokkarnir vinna verða tað Javnaðarflokkurin, Vænster­partiet og Miljøpartiet, ið vænt­andi samstarva. Fakta • Ríkisdagsvalið verður 14. september • Svenska tingið eitur Ríkisdagurin. Tað hevur eitt kamar og 349 limir • Forsætisráðharri síðan oktober 2006 hevur verið Fredrik Reinfeldt, formaður í Moderaterna • Ein reyðgrøn stjórn verður mannað av Social­ demokraterna, Miljøpartiet og Vænsterpartiet Synnøve Frick er ættað úr Klaksvík men búsitandi í Svøríki. Hon umboðar Moderaterna Rúna í Bainastovu er ættað úr Havn og hevur búð í Svøríki seinastu 35 árini