Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-11, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. september 2014síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 103 · 12. september 2014 7 VIKUSKIFTI Grønlendskur poppur á altjóða stigi Altjóða miðlar sum Rolling Stone, BBC, The Sunday Times og aðrir hava skrivað viðurkennandi orð um grønlendingin Simon Lynge, sum vitjar í Føroyum um vikuskiftið. Dugnaligi tónleikarin hevur eisini vakt ans í Hollywood, sum hevur brúkt sangir hjá honum í filmum og sjónvarpsrøðum. Simona Lynge hevur konsertir í Spaniastovu í Klaksvík fríggjakvøldið, í Sjónleikarhúsinum í Havn leygarkvøldið og í Løkshøll í Runavík sunnukvøldið. Gylt høvi at hoyra grønlendskan popp á altjóða stigi! LURTA! kelda: Manntal Haves: Festival. Ønskes: Weekend. Hatta er ein av teimum, sum bara kann skrivast á donskum. Og tað ger einki, tí vit duga øll danskt her í Føroyum. Tú kanst ikki búgva og vera til og virka í Føroyum, uttan at duga danskt. Tú kanst heldur ikki lurta eftir Kringvarpinum uttan eisini at duga enskt. Men tað er eingin treyt at duga føroyskt fyri at vera her. Føroyskt er valgrein í skúlunum. Valgrein, sum eingin velur, tí føroyskt er so ókaffelatte og bygdarligt yvirhøvur. Festivalarnir eru vorðnir fleiri enn vikuskiftini. Teir 27.000 heimfø(r)ðingarnir í Danmark høvdu sín og sítt egna á Amager Strand, sum ikki er hvalvág, og tí var friður fyri SS og servandum løgregluliðum har. Hetta var annars eitt forkunnugt summar. Ikki bara var sólin her, men eisini havsins seyðamenn og seyðakonur, sum brúka fólkaræðið til at taka fólki av ræði. Landsstýri fólkaræðisins hevur tann takktikk ongan at hava. Summarið líður, tikktakk, tikktakk, sekundini fara aftur við borðinum á finningarbátinum. Sesongin endar, og vit eftirmeta, hvør vann og hvør tapti. Ella endaði tað kanska javnt, so umdystur verður næsta summar? SS verða tey kallað undir neystunum, í bindiklubbunum og á bukkuni sjálvandi. Vit fara ikki at gita um, enn minni staðfesta, nakra samanbering her. Annars, nú vit eru har, er ein stuttlig søga úr Reykjavík frá onkrum ári beint eftir annan heimsbardaga. Nakrir jødar komu til Reykjavíkar við skipi. Tað fyrsta, tey síggja á landi er flaggið, búmerkið, hjá Eimskipum, og tað líkist nógv hakakrossinum, ein speglvendur hakakrossur. Lítið hugaligt. Komin í land fara tey, jødarnir, til gongu eftir Skúlagøtuni, vegnum í fjøruni, og koma til eina stóra høll. Á høllina eru málað tvey stór S, SS, og undir hurðunum rennur blóð út á gongubreytina. Søgan sigur so, at neyðars ferðafólkini skundaðu sær um borð á skipið aftur. SS stendur fyri Sláturfélag Suðurlands, sum hvørt ár drepir túsundtals fitt lomb, tí eingir seyðamenn sita á vakt. Eitt sláturvirki. Tey kalla Sea Shepherd SS. SS var har, sum eingin vildi hava SS, men tey noyddust at hava tey, fólkaræði ella ei. Og SS prýddi seg eisini við sleiktum skøltum. Hetta var harafturat eitt hálvtrýss minus fasismusummar. Tey, sum eru eldri enn hálvthundrað, eru einki verd, bara gomul grenj, sum einki hava uttan royndir. Og hvat fanin kunnu tær brúkast til? Slíkt óakademiskt stakkalastás byggir ikki land. Tá so onkur kortini orkar at syngja og spæla eina heila konsert, kemur ungdómurin, fimmti minus, gapandi undan skjúrtufaldinum hjá mammu. Ber hatta til? Menninir eru hálvfjerðs, og hasir eru yvir trýss. Rolling Sister í Roskilde og Twisted Stones í Klaksvík. Eg siti framvegis ikki á feysbukkuni, eg brúki ifø. Eg veit tí lítið um, hvat hendir uttan um meg. Hvat rørir seg í samfelagnum, sum tey siga. Hvør er býttur og hvør ikki. Hvørji tilboð eru onnur enn tíggju litrar av kemiskum sukurvatni fyri 99,95 kr. Ein fyrimunur kortini ikki at hava eina vangamynd, har til ber at fáa ein undir vangan frá pseudovinum, tí so veit eg ikki, tá eg eri deyður. Viðhvørt er hent ikki at vita tað, sum øll onnur vita. Tað hevur ongantíð verið nøkur ovurlukka at vita ov nógv. Í fótbóltinum hava vit nú lært at tapa og allar umberingarnar uttanat. Nú eru vit við fyri at læra at selja atgongumerki. Og 70 ára gomul orka væl at rokka og rulla. Kánus stóð sum Gánus, og báðir høvdu bitið í lort. Umafturafturum høgni djurhuus Móðurmálsviðursløn 2012 Kánus stóð sum Gánus LURTA LES & UPPLIV lagt til rættis: Eyðun Klakstein Við sekkjapípu í kríggj Undir d-degnum í Normandínum í 1944, tá ið teir sameindu gjørdu stóru innrásina á europeiska meginlandinum, varð tann 21 ára gamli skotski hermaðurin Bill Millin biðin um at spæla á sekkjapípu, meðan hermenn fullu sum flugir rundan um hann. Seinni søgdu týskir hermenn, ið vórðu tiknir til fanga, við Bill, at teir hildu hann verða blivnan øran í høvdinum – og tí skutu teir hann ikki. Gentan við gula hattinum Eftir at hava skeldast við konuna, klamsar Henderson hurðina og fer út á gøturnar í New York. Hann er saman við einari aðrari kvinnu hesa náttina, men tá hann kemur heimaftur, er kona hansara dripin. Henderson er undir illgruna, men hann heldur seg hava eitt alibi. Men hvar er kvinnan við gula hattinum, sum hann hitti um náttina? Cornell Woorlich, ið skrivaði eitt ótal av krimisøgum, skrivaði skald­ søguna Phantom Lady í 1942. Hon verður framvegis endurprentað og kann eisini lesast á donskum máli undir heitinum Pigen med den gule hat. Gerandisdagurin fær eina skortfleingju Sjónleikurin Orsaka! er ein tragisk komedia ella ein komisk tragedia. Marita Dalsgaard hevur týtt leikin úr donskum og hevur eisini leikstjórnað føroysku uppsetingini, ið verður spæld á Tjóðpallinum í hesum døgum. Gunvá Zachariasen, Beinta Clothier og Jensina Olsen hava leiklutirnar í leikinum, ið vísur gerandissøgur, sum tey fægstu ditta sær at almanna­ kunngera á Facebook. Muðurin fríur – hondin bundin Kendi danski politikarin Bertel Haarder verður í blaðnum Euroman spurdur, hvat hansara yndissitat er. Hann svarar, at hann brúkar ofta eitt sitat hjá Grundtvig: »Muðurin fríur, hondin bundin«. Hetta sitat sigur Bertel Haarder seg brúka, hvørja ferð tosað verður um at banna víðgongdum bólkum. – Eg havi altíð hildið, at fólk skulu hava loyvi at siga tað, tey hava hug til. Men gera tey nakað av tí skeiva, tey tosa um, so skal hamarin falla. Tað var uppskriftin hjá Grundtvig upp á tælufrælsi, sigur Bertel Haarder við Euroman. 130 av teimum, sum búðu í Føroyum 11. november 2011, vóru fødd í Afrika UPPLIV! LES!