Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-11, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. september 2014síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 103 · 12. september 2014 8 VIKUSKIFTI tema Facebook Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Til løgtingsvalið í 2008 sást, at føroyskir politikarar høvdu tikið rákið frá um­ heim­inum til sín, og teir byrjaðu í smáum at nýta internetið at føra val­ stríð við. Tá vóru onkrar einstakar heima­síður og annars netlýsingar at síggja. Valið eftir – í 2011 – høvdu politikarar vant seg við internetið, og tá vóru millum annað videobrot nógv at síggja.  Við útbreiðsluni av internetinum síðst í 90'unum hendi ein demo­krati­ ser­ing av samskiftinum sum heild. Fyri­ tøkur, politiskir flokkar og privat­per­ sónar vóru ikki longur noydd ígjøgnum filtrið hjá journalistum og redak­tørum, men í staðin kundu tey sjálvi fara út við sínum boðskapum.  – Síðani internetið kom, hava vit sæð, at øll kunnu luttaka í orða­skift­ inum, og øll kunnu hava sín egna miðil. Sum heild er tað ein jalig gongd. Fólk eiga heilt víst at brúka møguleikan at vera við í orðaskiftinum, heldur Per Højgaard.  Hví markera seg í øllum málum?  Tað, sum síðani hendi, var, at nýggja sam­skiftisrákið fann sín veg langt inn í politiska umhvørvið, og nú eru so at siga allir politikarar á Facebook og nýta javnan høvið til at úttala seg um eitt hvørt.  – Eingin ivi er um, at Facebook setur okkum øllum krøv. Til politikarar eru krøvini herd. Mong teirra halda, at tey støðugt skulu markera seg og gera vart við teirra hugsan um hetta og hitt. Tað kann vera eitt samskiftisligt skráplan við yvireksponering, sigur Per Højgaard.  Hann vísir á, at vandin er, at yvir­ skip­aðar politiskar linjur kunnu hvørva, og høvuðs­málini hjá flokkum og politik­arum kunnu kámast onkunstaðni í bak­grundini.  – Tað verður fokuserað øgiligt á ein­støk mál, sum poppa upp, og tá tey detta niður aftur, ja, so skal eitt nýtt ein­stakt mál finnast. Lopið verður stein av steini, og áðrenn vit vita av, sæst lítið til yvirskipaðan politikk. Politisku and­litini verða eisini slitin í almenna rúm­inum, og fólk troyttast, sigur Per Højgaard.  Hann heldur, at best er hjá politik­ arum, at hugsa seg væl um, áðrenn teir fara út við boðskapum.  – Tá tú sigur nakað, sig tað so siðiliga og sakliga. Tað røkkur longst. Fólk síggja væl munin millum politikarar, ið siga okkurt bara fyri at siga tað, og so politik­arar, ið hava nakað upp á hjartað, sigur Per Højgaard.  Opna bræv- sprekkuna og geyla Ein vansi við Facebook er, at nógv fram­vegis ikki hava lært, at Facebook í veru­leikanum er nakað tað sama sum at standa á gøtuni. Í nógvum førum er tað líka alment, um ikki meira alment.  – Í høvuðsheitinum er tað gott, at politikarar kunnu nýta Facebook til samskifti. Hinvegin er eisini so ómaka­ leyst á Facebook, at tað er skjótt at skriva okkurt, sum tú kanska ikki hevði um­hugsað nóg væl. Og tá gáloysni ella til­vild ráða, er úrslitið neyvan serliga gott, sigur Per Højgaard.  Samstundis hava fólk møguleika at viðmerkja alt, sum politikarar siga, og tað kann mangan gerast eitt runudíki, sum einki hevur við orðaskifti at gera. – Tað er so skjótt at svara, at vit mangan uppliva, at fólk tveita um seg við ókvæmisorðum, sigur Per Højgaard.  Hann vísir á, at Facebook er eitt al­ment rúm, og tí er tað løgið, at fólk mangan missa seg sjálvi burtur og broyta persónligheit, tá ið tey logga á netið.  – Hóast nógv eru saklig og rímilig, er eisini nógv ljótt, óreint og sárandi at síggja á Facebook. Stereotypurnar eru nakað soleiðis, at annaðhvørt eru fólk ómetaliga góð við hvønn annan, ella grensa tey til tað óndskapsfulla, sigur Per Højgaard.  Hann heldur hetta vera eina óhepna gongd, tí tá kann demokratiska orða­ skiftið blíva til runublaking uttan gagn ein demokratisering sum setur krøv Demokratiseringin, sum Facebook ber í sær, er grundleggjandi góð. Men tá tað er so lætt og ómakaleyst at hava eina almenna meining, er vandin eisini, at fokus flytir yvir á einstøk mál, sum koma fram av og á. Tær yvirskipaðu linjurnar í politikki kunnu hvørva, um politikarar ikki eru tilvitaður um at halda fast í teimum, sigur Per Højgaard, journalistur, sum hevur drúgvar royndir av at arbeiða við politiskum samskifti