Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-11, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. september 2014síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 103 · 12. september 2014 9 VIKUSKIFTI ella perspektiv, ið nógv ikki tíma at vera við í. – Tað svarar til at rópa »IDIOT« inn ígjøgnum brævsprekkuna hjá fólki og síðani renna avstað. Tað høvdu fá gjørt í veruliga lívinum, og tí er tað bæði undrunar­vert og áhugavert, at summi gera tað á netinum, sigur hann.  Øll kunnu eygleiða teg á Facebook Tað er áhugavert hjá Peri at fylgja við í, hvussu politikarar í Føroyum smátt um smátt mennast innan internet­- samskifti.  – Mest umráðandi er, at man lærir seg at brúka Facebook rætt. Tú noyðist at hugsa um, at øll kunnu eygleiða teg og tína atferð á Facebook, sigur Per Højgaard.  Hann vísir á, at í Fólkating- inum, har sum hann dagliga starvast, er at kalla alt samskifti professionali- serað, men enn er Facebook eitt øki, har ið politik­arar í stóran mun stýra sjálvir.  – Dugir tú at nýta Facebook rætt, so kann tað vera ein stórur fyrimunur, sigur Per.  Hann talar um, at tá ið valstríð er, er eyðsýnt hvussu politikarar hava ment seg á internetøkinum.  – Fyri fýra árum síðani vóru tað video­brotini, sum øll framtraðkandi valevni brúktu. Tað verður áhuga­vert at síggja, hvørji am­boð verða brúkt komandi val, sigur Per Højgaard.  Sjálvur væntar hann, at video framhaldandi verður dominer­andi, og at beinleiðis stroyming frá val­fundum og kjakfundum verð­ur brúkt í ávísan mun.  – Tey, sum vilja fyrireika seg væl til eitt komandi valstríð, kunnu hyggja at tí, sum fer fram í USA og í Bretlandi. Eisini val­stríðið í Svøríki, sum júst er liðugt, hevur verið áhugavert. Serliga USA er fleiri ár framman fyri Europa, tá ið tað kemur til politiskt samskifti, og haðani er íblástur at fáa – eisini til samskiftið á Face­book, sigur journalisturin og sam­skiftis­ráðgevin, Per Højgaard, at enda. tema – Hóast nógv eru saklig og rímilig, er eisini nógv ljótt, óreint og sárandi at síggja á Facebook, sigur Per Højgaard, journalistur og samskiftisráðgevi