Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-11, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. september 2014síða 34

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 103 · 12. september 2014 10 VIKUSKIFTI Kjak­mentanin á Facebook er ein illusjón – Kjakmentanin á Facebook er ein illusjón, tí veruleikin er, at alt, tú sært, er filtrerað og sensurerað av Facebook áðrenn, so tú sært so at siga ongantíð tær meiningarnar, sum eru heilt øðrvísi enn tínar egnu. Tí liva vit í einari sera stýrdari boblu, sum Facebook metir, vit vilja hava. Tað sigur Niels Arge Galán, kreativi stjóriN á Sendistovuni. facebook Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Facebook hevur grundleggjandi broytt okk­ara samskiftishættir. Frá at skriva brøv, rætta í teimum, senda tey, bíða eft­ir svari og so framvegis, eru allar okk­ara meiningar og okkara samskifti bein­leiðis. Vit nýtast ikki longur at gruna um, hvat vit skulu greiða frá í okk­ara brøvum. Ístaðin eru allar okkara kensl­ur og upplivingar gjøgnum dagin bert eitt klikk burtur frá okkara vinum og kenningum. Fyri mong er tað ein sannroynd, at mest sum øll tíðindi, vit fáa, fáa vit um­veg­is Facebook. Men veruleikin hand­an hvørji tíðindi, kjak og status­ upp­dat­eringar, tú sært á tínum veggi, er ógvu­liga innviklaður og ræðandi. – Tað er ein illusjón, at øll hava eina rødd og kunnu koma fram við sínum. Tí Face­book ger nakað, sum tú ikki varn­ ast, og tað er, at tað, sum tú sært á tín­ um veggi, er væl og virðiliga filtrerað, áðr­enn tú sært tað, sigur Niels Arge Galán. Hann vísir á, at fyri persónligar vanga­síður er tað soleiðis, at Facebook er munandi broytt seinasti árini, utt­an at fólk veruliga hava varnast broyt­ing­ina. Áður var tað soleiðis, at alt, tú sást á tínum vanga, var kronologiskt. Í dag er støðan tó ein heilt onnur. – Tað eru bara tey fólkini, tú sam­ skift­ir við, sum tú sært á tínum veggi. Tey, tú skrivar við, dámar myndir ella status hjá og so framvegis. Og tað merkir altso, at Facebook er ein auto­ mat­iskur dunnuhylur av vrang, tí tú sært bara tey, tú hevur nakað við at gera, og sum tú helst ert samdur við framm­an­undan, sigur Niels Arge Galán. Fyrstu ferð, Niels upplivdi hesa filtr­ er­ing, var tá ið SummarFestivalurin fyri nøkr­um árum síðani kunngjørdi um­ veg­is miðlarnar, at nú fór ein mynd av Dynamit at koma út á Facebook síð­una hjá festivalinum, og um nóg nógv dámdu myndina, ja, so spældu Dynamit á ársins festivali. – Eftir eina tíð hugsaði eg, at Dynamit neyv­an komu á SummarFestivalin, tí eg hevði ikki sæð nakað sum helst til hesa mynd á Facebook. Men síðani fór eg at leita, og fann so útav, at Facebook síð­an hjá Summarfestivalinum høvdu yvir 15.000 "dáma", og myndin av Dyna­mit hevði áleið 3000. Og hetta var hent, uttan at eg yvir­høvur hevði sæð nakað sum helst til tað, sigur Niels Arge Gálan. Niels og hansara vinaskari á Face­ book eru helst ikki tann rætti mál­ bólk­urin til júst SummarFestivalin ella Dynamit, og tískil hevur Facebook í hesum føri hildið, at hetta ikki var áhuga­vert fyri Niels at síggja. – Tað vísir bara, at tú verður ong­ antíð útsettur fyri kjakum ella við­ur­ skift­um, sum eru øðrvísi enn tað tú van­liga fast við. Og tað er ræðandi, held­ur Niels Arge Galán. Internetið veit hvat tú vilt hava Tá Facebook byrjaði, var tað soleiðis, at fyritøkur, tónleikabólkar og líknandi kundu stovna eina síðu, og fingu tey 1000 "dáma", ja so fór alt tey skrivaðu út til tey 1000 fólkini. Men eisini hetta er broytt. Í dag er tað áleið 12 prosent av teimum, ið hava "dámt" eina slíka síðu, sum síggja tað, ið verður lagt út á síðuna. – Facebook er jú ein fyritøka og livir av lýsingum. Tí er tað nú soleiðis, at tú fært møguleikan at rinda fyri at fáa tína stat­us­uppdatering víða út, sigur Niels Arge Galán. Síðani hendir tað, at um tín upp­ dat­er­ing er "dámd" ella "deild" nóg ofta, so tekur Facebook maskinaríið støðu til, um tað er nóg áhugavert at koyra víð­ari út. Hetta er í stóran mun í andsøgn við tað, internetið varð ætlað til. Upp­ runa­liga varð sagt, at internetið skuldi gera vitan atkomiliga hjá øllum, men tær stóru internetsíðurnar liva í dag av lýsingum og eru tí brynjaðar til at stað­festa, hvat hvør einstakur brúkari vil síggja. – Facebook og Google filtrera tað vit síggja. Facebook og Google vita, hvat eg havi søkt eftir, hvat eg havi áhuga fyri og so framvegis, og tí kunnu eg og tú leita eftir júst tí sama á Google, og fáa hvør sítt úrslit, sigur Niels Arge Galán. Sagt verður javnan, at Google veit alt, og tað sama ger seg galdandi fyri Face­book. Havast skal jú í huga, at báð­ ar síð­urnar liva av lýsingum. – Eg skilji væl at Google og Face­ book hava tikið hetta stigið, tí tá okk­ urt er ókeypis, so er tað sum oftast tú, sum ert vøran. Og tað er júst tað, hetta botnar í. Okkara atferð og okkara sam­ skiftishættir eru vøran, tí tað snýr seg um at avdúka, hvat hvør einstakur av okkum vil hava og síðani selja tað til fyritøkur, sum keypa lýsingar á síð­un­ um, sigur Niels Arge Galán. Hóast Facebook í stóran mun kann vera gott at hava, so er týdningarmikið at sláa fast, at tað er ein sera skipaður heim­ur tú sært á tínum Facebook vanga, og als ikki tann samlaði veruleikin. tema