Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-11, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. september 2014síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 103 · 12. september 2014 12 VIKUSKIFTI Hvat brúkar tú Facebook til? Eg brúki Facebook til at forvitnast á, skrolli ein túr ígjøgnum fyri at vita um nakað áhugavert er at lesa. Eisini verð­ur Facebook nýtt til at fylgja við og sam­skifta á familju- og vinkonubólkum. Eg eri í ymsum bólkum, tí har ber til at samskifta á ein meira privatan hátt. Eg eri ikki tann brúkarin, sum postar tað stóra út til almenningin. Haldi ikki, eg havi so nógv áhugavert at siga frá, men mær dámar væl at síggja tað, sum onn­ur leggja út. Hvat er tað besta við Facebook? Fyrimunurin fyri meg við Facebook er, at eg kann fáa upplýsingar, sum eg ann­ars ikki fái á tíðindaportalum, og til tið­ir síggi eg okkurt, sum eg kann fáa eina søgu úr. Ein annar fyrimunur við Fac­e­book er, at tað sum oftast ber til at finna ein persón har, sum tú ikki kann finna telefonnummarið hjá. Samskiftið gerst lættari onkurvegna við Facebook, og tað er ein stórur fyrimunur fyri tey, sum ynskja at náa út til fjøldina við ein­um tiltaki ella vøru. Harafturat haldi eg, tað er gott, at við Facebook kunnu øll sleppa til orðanna og taka lut í einum almennum kjaki. Áðrenn sosi­alu miðlarnir komu, vóru tað bert tey við einum hvøssum penni, ið hildu seg framat við lesarabrøvum. Men hetta leiðir meg eisini víðari til triðja spurn­ingin. Hvat er tað ringasta við Facebook? So gott sum tað er, at øll nú kunnu siga sína meining alment, so óheppið haldi eg eisini, tað kann vera. Tað tykist, sum fleiri ikki altíð hugsa seg um, áðrenn skriv­að verður. Tað tykist mangan spon­tant, og tað verður lopið framav í eini brádligari øsing um kanska okk­urt, sum júst hevur verið at hoyrt í miðl­unum. Tað verður skrivað á ein hátt, sum niður­ger persónar, og har haldi eg, tað er meira óheppið fyri tann, sum skriv­ar, enn tann, sum skrivað verður um. Eg vænti, at um fólk bíðaðu einar 15 minuttir við at geva sína meining til kenn­ar, so hevði tað verið meira sakligt, og meiningin hevði komið meira til sín rætt. So er tað tílíkt keðiligt við Facebook, at tað kann vera misbrúkt uppá ymsar mát­ar. Tað er eisini keðiligt, at Facebook kann fara avstað við ov nógvari tíð. Hvat brúkar tú Facebook til? Frá at vera eitt stað, eg gott kundi “hanga út” leypandi ígjøgnum dagin og ofta uppdaterað meg um, hvussu fólk høvdu tað, hvat tey gjørdu, hvat tey brendu fyri og líknandi, so er tað eitt stað eg nú fari inn at samskifta við fólk, sum eitt annað gement meylsystem, har tað bara er sindur lættari at skriva, tí her síggi eg, um tey hava fingið boðini – og tað er lættari við felagsmeylum. Eg skrolli leystliga veggin niður, soleiðis beint áðrenn eg leggi meg, ella meðan eg bíði eftir onkrum, í reklamupausum og líknandi. Facebook er farið frá at vera eitt stað eg treivst, til at vera eitt stað eg brúki, tí tað er eitt ómakaleyst stað at samskifta. Og jú, eg deili eisini ting og skrivi uppdateringar, men als ikki sum eg plagdi. Fyrr dugdi eg at meta um, hvussu lagið hevði verið yvir eitt tíðarskeið við at hyggja hvussu nógvar uppdateringar, eg hevði, og tónleikadeilingar. Nú er passiónin ikki hin sama, og tí ber heldur ikki til at brúka tað barometrið longur. Hvat er tað besta við Facebook? Tað góða við Facebook er mátin, man kann samskifta, uttan at tað í veruleikanum er so formelt. Áðrenn Facebook bleiv "hvørmanseje", var eitt Posta bræv formelt og kurla meylurin ómformellur. Nú er kurlameylurin næstan blivin formellur, meðan Facebookmeylurin er óformellur. Tað er onkursvegna gott. Men tað besta er nokk, at eg hóast alt fái fylgt eitt sindur við í, hvussu vinfólk hava tað, tí eitt er vist – tey eg kenni, tey síggi eg eisini, hvussu lagið er við mátanum, tey leggja út, tumla og skriva á Facebook, uttan at tað er skrivað svart uppá hvítt. So tað er gott, eitt gott barometur. Og so fær man eisini ting við, sum man kanska ikki annars vildi fingið við – so sum Europameistaraheitið í svimjing í Berlin herfyri. Tá var Facebook gott! Eg fekk høvið at fylgja við úr Berlin via svimjienthusi­ast­arnar, sum tryggjaðu, at vit vistu alt og eitt sindur afturat. Hvat er tað ringasta við Facebook? Tað ringasta við Facebook er, at tað er blivið alt ov nógv copy/paste. Dillurnar fylla ov nógv, um tað er at leypa á sjógv, at skelda løgmann, Sea Shepard, komið og deilið hetta og hatta videobrotið, og so framvegis. Kanska var tað farligt, tá ferð av álvara kom á Facebook, sum summi ikki hugsaðu um, at tað tey skrivaðu og gjørdu á Facebook bleiv goymt, men nú er tað, sum øll sita við sela, reim og hjálmi. Tað er blivið stívt og einkisignadi. Persónligheitirnar er langt ímillum, tey sum kundu redda degnum við einum frískum inputti, góðari uppdatering og so víðari. Tey, sum eru eftir av teimum, muga næstan liva upp til, at hini eru sovnað, og tey eru nærum blivin professionellir bloggarar nú, og so reyk eisini teirra pragtfulla spontana, sum eisini avspeglaði huglagið hjá teimum. So ja, onkursvegna er sjarmerandi spontana erligheitin og nærveran forsvunnin – hóast eg eri fult greið yvir, at nærvera ikki ordiliga er orðið, man brúkar um Facebook. tema lagt til rættis: Barbara Holm Før Sára Jógvansdóttir Sissal Kristiansen oyi