Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-11, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. september 2014síða 37

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 103 · 12. september 2014 13 VIKUSKIFTI Malan Eyðunsdóttir tema Hvat brúkar tú Facebook til? Sum øll onnur, brúki eg Facebook til at kunna meg um tað, sum fyriferst. Haraftrat verða nógvar avtalur gjørdar við fólk, tí tað er so skjótt og lætt at skriva sínámillum. Hvat er tað besta við Facebook? Facebook gevur okkum møguleika at samskifta beinleiðis við fleiri hundrað fólk. Hetta er eitt stórt frælsi, tí eingin annar enn tú sjálvur ger av, hvat skal verða lagt út – so leingi hetta ikki skaðar onnur. Hvat er tað ringasta við Facebook? Tað er øgiliga óheppið, at Facebook ikki rindar eina krónu í skatti í Føroyum. Fyritøkur og stovnar í Føroyum fáa nógv burtur úr at lýsa á Facebook. Tað er gott. Men tað er ikki gott, at allur peningurin fer av landinum, tí Facebook ikki rindar skatt her. Hvat brúkar tú Facebook til? Eg brúki Facebook hvønn dag. Eg sam­ skifti við fólk, eg lesi og skrivi teldu­ post, og lesi, hyggi og lurti eftir tí, ið fólk leggja út. Taki lut í kjaki, og so leggi eg eisini sjálv ymiskt út. Eisini eri eg í ymsum bólkum, har eg kann savna meg um míni áhugamál, fáa kunning í sambandi við ítrótt og annað hjá børnunum og so framvegis. Hvat er tað besta við Facebook? Tað besta við Facebook er, at nærum øll eru har. Skalt tú hava fatur á onkrum her og nú, so er tað oftast á Facebook, tí skjótast og lættast fært fatur á teimum. Tú kanst eisini hava ein tráð saman við fleiri fólkum, sum tú kanst samskifta við. Og í dag hava flest øll iPhone ella aðra snildtelefon, so tey fáa fráboðan á telefonina beinanvegin, um tú skrivar til teirra á Facebook. Hvat er tað ringasta við Facebook? Eitt tað ringasta við Facebook er sjálvsagt allar umbønirnar um spøl og annað, men tað kanst tú altíð sláa frá. Tað er sjálvandi eisini ein trup­ul­ leiki, um tú nýtir ov nógva tíð á Face­ book. Fyrr kundi eg ofta fanga meg sjálva í at skrolla og hyggja at púrasta tápu­ligum tingum, og áðrenn eg visti av, so var ein tími farin. Men hetta er kanska mest í fyrstani. Eg havi havt Face­book í fleiri ár, so nú er tað mest sum vorðið ein púra vanligur partur av ger­and­isdegnum. Líka kanna teldupost, eitt skjótt skroll og so útaftur Ein annar trupulleiki er kanska eis­ini, at tað eru nøkur, ið hava valt Face­book frá. Og tað kann onkuntíð vera eitt sindur irriterandi, tí tað er nær­um vorðið einasti samskiftismiðil eft­ir­hondini. So ert tú ikki á Facebook, so ert tú onkursvegna uttanfyri. Hvat brúkar tú Facebook til? Eg brúki facebook at fylgja nakað av tí meira óformella prátinum og partar av veruliga kjakinum í sam­ fe­lag­num. Facebook er gott afturat tíð­inda­miðl­un­um, og tað gevur eina góða ábend­ing um, hvørjar áskoðanir van­liga fólkið í landinum hevur um líkt og ólíkt. Harafturat er ein rúgva av forvitnisligum myndum, bæði av goml­um og nýggjum, sum tú hvønn dag­in fært atgongd til. Og so er Face­ book serstakliga gott, um tú skalt miðla tína meining, kunn­ gera eitthvørt til­tak, senda eini boð ella bara koma í sam­band við fólk í Før­oy­um og í út­land­in­um. Hvat er tað besta við Facebook? Tað besta við Face­ book er, at skip­an­in er skjót og væl­virk­ andi. Tú kanst venda tær bein­leið­is til fólk, og tær nýt­ist ikki at bíða leingi eft­ir svari. At kunna sam­skifta frítt yvir øll mørk, einans und­ir egnari ábyrgd, er eis­ini ein ómissandi og kær­ komin demo­krat­isk­ur rættur, sum eg vóni, at fólk flest fara at duga at virð­is­meta og umsita á all­ar­ bestan hátt. Hvat er tað ringasta við Facebook? Tað ringasta er nokk, at miðilin er ein tíðartjóvur, og nógv av virk­sem­in­um hevur lítið uppá seg. Tann stóri op­in­ leik­in á Facebook, at fólk óum­hugs­ in kunnu posta óhepnar myndir og leysa­søg­ur, hevur eisini ta slagsíðu, at van­ligi borgarin kann gerast rættuliga verju­leysur á netinum. Facebook hevur sítt egna lív 24 tímar um døgnið, so tað kann eisini gerast ein stressfaktor hjá nógv­um menniskjum. Uni Arge Hvat brúkar tú Facebook til? Fyrstu árini kjakaðist eg nógv, men nú er minni av tí, og eg brúki mest miðilin til at fáa fatur á fólki og senda boð. Hvat er tað besta við Facebook? Tú kanst samskifta við alskyns fólk um alt, tær lystir. Tú kanst gera tað bæði opið og afturlatið, og tað er frálíkt. Hvat er tað ringasta við Facebook? At vera á Facebook er sum at vera roykjari. Tú hugsar altíð um at leggja av, tí nýtslan er ein óvani, ið fyllir ov nógv. ng Høgni reistrup ar um Facebook Steintór Rasmussen