Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-11, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. september 2014síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 103 · 12. september 2014 14 VIKUSKIFTI Siðsøga við Óla Jacobsen Tann fyrsta varð vald í 1918 Tað er lítið skrivað um kvinnur í kommunustýrum, men her skal gevast eitt íkast Í røðini við Jógvan Christiansen varð sagt, at kona hansara, Poula, helst var fyrsta kvinnan uttan fyri Havnina, sum var limur í einum kommunustýri. Við­ hvørt kann tað vera hent at siga nakað, sum ikki er púra rætt, tí nú vita vit um tríggjar aðr­ar. Hetta verður ikki sagt fyri at taka nakað frá Poulu. Tey, sum kenna hana, bera Poulu, at hon var ófør. Her skulu umrøðast aðrar tríggjar kvinn­ur, sum hava verið slóðbrótarar á hesum øk­inum. Johanna Mortensen Tann fyrsta kvinna, vit vita um, er Johanna Caro­lina Mortensen f. Poulsen, fødd í Skopun 10.11 1865. 19 ára gomul fór Johanna á læraraskúla í Havn og tók prógv í 1887. Hetta var fyrstu ferð kvinnur fingu prógv frá hesum skúla. Sum tað varð sagt í eini afturlítandi grein í Dimmalætting: “Tað er hetta árið, at konufólk troka seg inn á læraraøkið hjá mannfólkunum, og tað var ikki við mýkindum. Heilar fimm av tí veik­ara slagnum móti einum sterkum fáa prógv frá læraraskúlanum”. Hon gjørdist fyrst lærari í 8 ár við komm­ unu­skúlan í Quillingsgarði í Havn. Hon var av­hildin bæði av børnum og foreldrum, sum eis­ini góvu hetta til kennar, tá hon segði skúl­ anum í Havn farvæl. Tá sunnudagsskúli byrjaði í Havn í 1894 gjørdist hon fyristøðukvinna sam­an við C.C. Dani­elsen, sparikassastjóra, og her gjørdi hon eitt arbeiði, ið var høgt mett. Í 1895 giftist hon við Daniel Johan Mortensen, skip­ara, føddur í Froðba 3.9. 1868. Tá flutti hon til Tvøroyri, har tey búsettust við Sílánna. Hon tók eisini lut í almennum starvi og sat eitt skeið sum limur av sóknarstýrinum í Froðbiar sókn., ivaleyst fyrsti kvinnu­ligu sókn­arstýrislimur í landinum. Privat­skúla­ arb­eið­inum helt hon á við til stutt áðrenn hon doyði hin 3.11 1930. Ummæli frá løgmanni Kristian Djurhuus, sum seinni gjørdist løg­ mað­ur, var granni hjá Johonnu, og hann skriv­ar um hana í sín­um end­ur­minn­ing­um: “Ved sko­ le­årets be­ g y n ­d e l ­s e n om­kring 1. S e p ­t ­e m ­b e r 1925 kom Jo­ han [son­ur­in, seinni skriv­ stovu­stjóri í lands­stýr­in­ um] i Skole hos Jo­hanne Mor­ten­sen. Hun var ung­ doms­ven­in­de af min mo­der. Jo­hanne Mor­ tensen var en dyg­tig læ­rer­ inde og forstod både at bi­bringe bør­nene gode skole­kund­ska­ber og at holde god orden. Hun forstod at ind­gyde bør­nene tryg­hed. Læ­rer­ in­den holdt me­get af Jo­han og talte ofte om, at han havde en så smit­ten­de lat­ter, at det vir­kede helt op­li­vende. Minningarorð í Føroyatíðindi En Uge før sin 65 aarige Fødselsdag døde fru Jo­hanne Mortensen paa Hospitalet i Thors­ havn. Hendes Sygeleje var kun kort, men in­gen der kendte Fru Mortensen vil kunne være i tvivl om, at hun i Virkeligheden længe havde været syg og lidende, og at det kun var hendes sjældne Karakterstyrke og Energi, der gjorde, at hun ikke for længe siden havde givet op overfor sin Sygdoms tunge Byrde. Selv efter at denne, en pinefuld Kræftlidelse, helt havde taget overhaand, og der kun var Dø­den tilbage for hende, holdt hun sig stærk og rolig – til det sidste beskæftiget med sine nær­mes­tes Fremtidslykke. Hun døde som hun havde levet, frygtløs med Hensyn til sig selv og af hele sit Hjerte omsorgsfuld overfor andre. Men fru Johanne Mortensen var ikke blot fra Karakterens Side et betydeligt Men­ neske – hun ejede også megen Klogskab og paa mange forskellige Maader fik hun Be­ tyd­ning for Trangisvaag, hvor hele hendes Livs­ger­ning faldt. Levende op­taget del­tog hun paa for­ skel­lig Maa­de i By­ens Liv, var saaledes en Peri­ode med­lem af For­stan­der­ ska­bet – det før­ste og hid­ til det enes­ te kvin­de­lige Med­lem. Men størst Be­tyd­ ning fik hun gen­nem sin Læ­rer­ger­ning. I 44 Aar holdt fru Mor­ ten­sen Skole for de yngre Børn, og i mange Til­fæl­de blev det saaledes to Ge­ne­ra­ti­o­ner, som hun kom til at yde sin Ind­fly­del­se paa. Den­ne Lærer­ ger­ning, som de fleste vel i Læng­den vilde have fundet uhyre trættende, hang hun i den Grad ved, at hun, selv efter at være ble­ ven gammel og syg, slet ikke kunde tæn­ke sig at undvære den. Grundlaget for hen­des Indflydelse paa Børnene var altsaa gjort i hendes store Kærlighed til disse – og fin­des der forøvrigt noget andet Grundlag, hvor­ paa der kan ydes Indflydelse paa Børn? Men i Kraft af hendes Personlighed blev det en Indflydelse, der sikkert for manges ved­kom­ mende kom til at veje megen senere me­ka­ nisk Kundskabstilegnelse op. Hun og Bør­nene hørte sammen, de følte sig trygge ved hen­ de, fordi de med Barnets sikre instinkt følte, at hun virkelig vilde dem vel, og for hen­de var Skolen bleven en Del af hendes Liv. En lykkelig Skole var den ude ved Sílá – inde i Skolestuen. Fru Mortensens hjertelige In­te­ res­se og Indfølelse med Børnene, den intet uspo­leret Barn kunde finde paa at krænke og i Frikvartererne udenfor: Haven og den smuk­ke Natur. Lykkelig det Barn, hvis første Skridt udenfor Hjemmet blev ledet til hende, og – af Sorg og Modgang tiltrods – lykkelige fru Mortensen, der formaaede at Skabe dette! De, der lærte hende at kende, vil aldrig glem­me hende. H.T. (helst Herluf Thomsen, keypmaður) Til hetta søguliga kommunuvalið í Froðbiar sókn í 1918 vóru fýra vallistar. Á vallista A vóru hesi valevni: Tømrer Daniel Johan Strøm, Trangisvaag Politibetjent Martin Christiansen, Tveraa Lærerinde Johanne Mortensen, Tveraa Stenarbejder Niels Peter Vang, Frodebø Fyrpasser Hans Jacob Poulsen, Ørdevig Tá bar vist bert til at atkvøða fyri listanum. Hetta merkir, at tá ið Johanna er vald sum nr. 3 á listanum, hevur hesin listin fingið valt minst trý umboð og er helst blivin størsti flokk­ur. Men Føroyatíðindi, sum varð givið út á Tvøroyri, sigur einki um úrslitið av valinum. Fýra ár seinni stillar Johanna ikki upp aftur. Og tá er einki konufólk millum valevnini ella still­arar. Katrina Sofía Anthoniussen, Fuglafirði Hon var fødd 14.1. 1883 og giftist í desember 1905 við Reinhold Anthoniussen úr Húsavík. Men tey fingu ikki langa tíð saman. Longu 11. apríl 1906 doyði hann av einum skaðatilburði um­borð á fuglfjarðaskipinum Mazeppu. Sofía varð tá biðin um at fara til Danmarkar at læra til jarðamóður. Tað var ikki óvanligt, at einkj­ur gjørdu hetta fyri at fáa ein vinnuveg. Hon varð útlærd 30. august1909 og fekk starv í Fuglafirði 1. september sama ár. Tað er kent, at hon fyrst í tjúgunum í kjall­ar­anum hýsti Frelsunnarherinum, sum eis­ini hevði eitt “Sailors Home” har. Seinni ella kanska partvíst samstundis hevði tann tá nýggja brøðrasamkoman innivist hjá jarð­ar­ móðr­ini, áðrenn hon fekk síni egnu høli, Siloa. Sofía var eisini í Brøðrasamkomuni. Hon varð annars kend fyri at vera ein ógvu­liga avgjørd kvinnu, sum vildi hava ord­an í viðurskiftunum. Sofía varð limur í kommunustýrinum í Fugla­firði 1941-1945, og her lá hennara partur ikki eftir. Heilsuviðurskifti lógu henni nógv á sinni, og hon gjørdist formaður í heilsunevndini. Í hes­um starvi var tað millum annað hennara upp­gáva at fáa innilokað køstarnar í bygdini. Kvinnur í kommunustýri: Ein kvinnusøgulig lýsing við kvinnu á listanum