hósdagur 11. september 2014síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 103 · 12. september 2014
15
VIKUSKIFTI
Men tað var ikki altíð, at tað gekk so væl í
hond. Men semja var um, at tað sum hon ikki
kundi klára, kundi eingin annar.
Hon var eisini við í øðrum almennum
lívi. Hon var eitt skifti nevndarlimur í
sjúkrakassanum, og hon var enntá eisini
nevndarlimur í Fuglafjarðar Arbeiðskvinnu
felag. Eisini var hon formaður fyri Reyða
Kross deildini í Fuglafirði, og deildin hevði
eisini innivist í kjallaranum hjá henni. Hon
hevur verið sera virkin á mongum økjum.
Sofía var í 1917 við til at stovna jarðar
móðurfelagið. Hon gjørdist formaður aftaná
Hansinu í Fjósi, sum eisini var ein markant
kvinna. Sofía greiðir frá í verkinum Dan
marks Jordemødre, sum kom út í 1935, at
umstøðurnar hjá jarðarmøðrum vóru sera
vánaligar. Tað kravdist nógv av teimum í
bardaganum at bøta um teirra viðurskifti.
Lønin var so vánalig, at hon var helvtin av
lønini hjá djóralæknanum.
Í 1920 sóu tær ongan annan útveg fyri at
bøta um teirra kor, enn at allar søgdu upp í
sínum størvum. Tá kom so mikið av røringi
í, at løgtingið kom upp í og samtykti at seta
donsku reglurnar á økinum í gildi í Føroyum,
og hetta merkti munandi hækking í lønini hjá
jarðarmøðrunum.
Í 1937 skrivaði Sofía eina grein í Tidsskrift
for Jordemødre um Hansinu í Fjósi, har henn
ara avrik fyri jarðarmøður verður lýst. Her
sæst, at tað lá væl fyri at skriva.
Tá ið Sofía doyði í 1964 lat hon ein part
av síni ogn í ein hjálpargrunn fyri einkjur við
børnum. Hesin grunnur er til enn.
Sofía giftist ikki aftur, men hon tók Svend
Sigvardssen til sín.
Karen Pouline Samuelsen
Karin var fødd 19.juli 1885 í Kirkjubø. Ein
systir var Frederikka, kona Gazet Patursson,
kenda urtagarðsmannin í Kirkjubø. Ein beiggi
Karina var kendi lærarin Poul Titus Samu
elsen.
Karen fór 17 ára gomul á læraraskúla og
aftan á prógvið í 1906 varð hon lærarinna í
Kvívíkar sókn. Her var hon til á sumri 1919, tá
ið hon gjørdist lærari á Hvítanesi og í Hoyvík.
Í 1925 fekk hon starv sum lærari í Kirkjubø
sókn. Í Kvívík var hon formaður fyri sjúkra
kassan, og í Kirkjubø var hon limur av sókn
arstýri og meinigheitsráð. Tað er ikki eydnast
at fáa at vita hennara tíðarskeið í sóknarstýr
inum, men tað hevur so verið aftaná 1925.
Á eldri árum flutti hon aftur til Kvívíkar.
Hon var í ætt við teir fýra brøðurnar, sum
gingu burtur við Stella Argus í 1957. Tískil
kom hon at búgva hjá systir teirra Ninnu.
Karin doyði 15.desember 1967.
Tá ið hon fór til gravar vóru tveir prestar
úr Norður Streymoy við. Her skal verða end
urgivin ein partur av teirri prædiku, sum var
hildin yvir henni:
“Undir navninum Karin í Kirkjubø var
hon kend av mongum. Har var hon borin í
heim, har vaks hon upp, og ongantíð kundi
hon gloyma tað, sum henni var givið í barn
dómsheiminum.
Í dag varð hon borin út úr tí heimi her í
Kvívík, sum hon kom at verða knýtt at við
kærleikans bondum fram um nakað annað.
Tað sum við henni verður borið út frá tykkum,
Ninnu og Jógvan og børnum tykkara, eru vit
onnur ikki før fyri at meta um tíansheldur at
tala um við gravarferð hennara.
Longu tíðliga var Karin farin at gera vart
seg í ymiskum kirkjuligum og kristiligum arb
eiði. Hennara partur kom ikki at liggja eftir,
tá ið talan var um heimamissión, heidninga
missión, KFUK og mangt annað, men hjarta
barn hennara mundi sunnudagsskúlin vera.”
Tað verður sagt, at Hans Andreas Djur
huus, skaldið, var forliptur í Karini. Men
hesum kom so einki burtur úr. Hon giftist
ongantíð. Men tað verður eisini sagt, at Karin
í sanginum hjá Hans Andreasi “Vit kunnu øll
at renna dyst”, er henda Karin. Seinasta ørindi
ljóðar soleiðis:
Ja, Karin, hon er altíð fyrst,
hon allar leikir kann.
Hon lærdi meg at renna dyst
og spæla gamlan mann.
Kvinnutíðindi: Eitt
søguligt kommunuval
Í 1976 var tað framvegis sjáldsamt við kvinn
um í kommunustýrum, sum tað sæst í grein
í Kvinnutíðindum.
Í oktober hevði Kvinnufelagið í Havn
vitjan av fýra sóknarstýrislimum av bygd.
Tær vórðu valdar við kommunuvalið í 1974
og tóku við í sjálvum kvinnuárinum 1975.
Tó hevði Poula Christiansen sitið fyrra
valskeiðið, sum greitt frá í umrøddu røð, sum
eisini umrøddi hesa søguna hjá Poulu.
Óluva Bærentsen, Skopun, greiddi frá,
at dóttirin var komin inn eitt kvøldið og
hevði sagt mammuni frá, at hon var komin
á forstandaraskapslistan. Hon hevði lagt aft
urat, at “tú fer so beint og biður teir koyra
teg av listanum”. Men tað fór hon ikki, og
hon varð vald.
Kirstin Viberg Andreassen, Toftir segði frá,
at hon í arbeiði sínum hitti nógv ungfólk. Tey
høvdu upp undir valið sagt, at tey vildu stilla
hana upp. Tískil varð hon vald.
Óluva Hansen, Leynar, hevur sjálv arbeitt
á kommunuskrivstovuni og sostatt verið við
til at skriva listarnar. Á einum lista restaði eitt
valevni. Hann, ið gekk við listanum, segði,
at “har er einki annað at gera, enn at tú sjálv
kemur uppá.” Tað hendi eisini og hon varð
vald.
Allar søgdu seg hav fingið góðan stuðul frá
monnunum. Samstarvið í kommunustýrinum
hevði verið gott. Tær hildu ikki, at tær fingu
aðra viðferð enn hinir sóknarstýrislimirnir.
“Tað prógvar eisini tað, sum vit altíð hava
sagt, at tað er tað mest náttúrliga at samar
beiða á øllum økjum. Vit skulu bara av við
teir gomlu fordómarnar”.
Í Havn
Ein partur av hesi søgu er eisini, at Malla
Samuelsen í 1956-1960 var fyrsta kvinna í
Tórshavnar Býráð. Tann næsta, Jona Hen
riksen sat 1969 -1973. Vit skulu fram til 1985,
tá verður Lisbeth Petersen vald. Men í 1989
kemur gongd á. Tá koma Katrin Dahl og
Kristianna Rein afturat Lisbeth.
Hetta var so eitt sindur av kvinnusøgu lýst
av einum mannfólki!
Komandi partur:
Karin Sofía Anthoniussen
Johanna Mortensen saman við manninum Dánjal Johan
Fýra bygdaráðslimir og ein løgtingslimur í Kvinnuárinum 1975. V.f. Óluva Hansen,
Jona Hendriksen, Kirsten Andreassen, Poula Christiansen og Óluva Bærentsen.
Jona Henriksen var í 1974 fyrsta kvinna, sum fekk fast sæti á tingi
sum varafólk hjá Jákupi Lindenskov, ið varð landsstýrismaður.
Komandi partur verður ein lýsing av frímerki, sum kemur út 24.
september. Tað lýsir søguna um Daniel J. Danielsen og hansara
Congo søgu og ta viðurkenning henda søga nú fær úti í heimi
Karin Samuelsen