hósdagur 11. september 2014síða 40
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 103 · 12. september 2014
Í ranga
strúpan
Mentanarvikur
í Fuglafirði og
Sundalagnum
Komandi dagarnar eru nógv mentanartiltøk
á skránni í Fuglafirði og í Sunda kommunu.
Bæði í Fuglafirði og kring Sundalagið hava tey
mentanarviku, og tær bjóða alt frá smáum
konsertum, framsýningum og fyrilestrum til
barnaundirhald, matstølur og kristin
tiltøk.
Vígdis í Menta
málaráðnum
Vígdis Petersen Høgagarð hevur restina av árinum framsýning
í Mentamálráðnum í Havn. Framsýningin, ið kallast
»Spectrum«, lat upp mikudagin og hongur uppi restina
av árinum. Á framsýningini verða keramisk verk v.m. sýnd
fram. Flestu verkini eru gjørd í Japan í The Shigaraki Ceramic
Cultural Park, men við íblástri frá ferðum í Føroyum, Íslandi
og Japan. Vígdis er fødd og uppvaksin í Tórshavn og flutti
til Danmarkar í 1991 fyri at lesa. Hon hevur útbúgving sum
Unika Designari frá Danmarks Designskole og er Cand.it frá
IT-Universitetinum í Keypmannahavn. Samstundis hevur hon
eisini dyrkað listina, serliga innan skulptur og málarí, verið á
námsferðum og sýnt fram á ymiskum framsýningum, bæði í
Føroyum og í útheiminum.
At liva í nú’inum
Fríggjadagin kl. 16.00 hava tey hugnaløtu við hugleiðingum, sangi, drekkamunni og
práti í kjallaranum í Miðvágs kirkju. Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur, hugleiðir
um evnið »At liva í nú’inum«. Valdemar á Løgmansbø, Eivind á Presttrøðni og John
Edvin Joensen syngja og spæla. Prestarnir siga, øll eru hjartaliga vælkomin.
Føroyskur
filmur í biografi
Hóskvøldið varð nýggi spælifilmurin hjá
Katrin Ottarsdóttir frumsýndur, og komandi
dagarnar ber til at síggja filmin í Havnar Bio, í
Atlantis og í Biografinum undir Gøtuni á Sandi
(hjá Thomasi Koba). Talan er um psykologiskt
drama um eina gentu, sum er fangað millum
sína sálarsjúku mammu og sín hjálparleysa
pápa.
Janus á bókasavni
Janus á Húsagarði vísur komandi tíðina tekningar fram á
Býarbókasavninum í Havn. Janus á Húsagarði er føddur í Havn
í 1975. Hann hevur teknað, síðan hann var smádrongur, og
sum vaksin hevur hann havt hópin av listaframsýningum
í Føroyum, Íslandi og Danmark. Hann hevur teknað fleiri
bøkur, plakatir, lýsingar og fløguhúsar, hevur teknað í
barnasjónvarpi og undirvíst í tekning. Framsýningin á
Býarbókasavninum er av myndum úr barnabókunum Veiða
vind og Ferðin hjá Mosalisu. Framsýningin er søluframsýning
og er at síggja í september og oktober.
baksíðan...
lagt til rættis: Eyðun Klakstein
– Afturfyri at
royna at fáa
okkara út
flutnings
vinnu betri
sømdir, verður
ein kallaður idiotur og ikki at
brúka vit og skil, hevði ynskt
at politiskir mótstøðumenn
kundu brúkt betri orðaval, sjálvt
um ikki samdir, hetta fyri at
varðveita virðingina fyri politikki
– Kaj Leo hevur sitið Moskva og
stungið Vesturheimin og NATO í
bakið. Tað er ein kolossal provokatión,
sum kann gerast okkum sera dýr
Kaj Leo Holm Johannesen,
løgmaður
Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður
– Besti lær-
dómurin hjá einum
sjónleikara er fara
út á gøtuna at
eygleiða fólk
Rosamund Pike,
enskur sjónleikari
Egil’s ella Føroya Bjór?
Ætla at finna gull í Íslandi
portal.fo
Skuldu arbeitt ókeypis
Løn til føroyskar bankastjórar er vandamikil
in.fo
Javel!
Klaksvík: Tað regnaði – men takið er tætt
Portal.fo
Ruddið forsíðuna!
Í dag er veður at tekja
Portal.fo
Ætlar hon
sær til skips?
Bjørt vil vita um
mynstringartreytir
In.fo
Hevði verið trupult at
funnið, um tað var sprongt!
Hava funnið ósprongt dynamit hjá SEV í Vági
In.fo