mánadagur 15. september 2014síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Mánadagur 15. september 2014 · Nr. 104
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Fróði Magnussen
Kjak síða 14-15
Hækkið
hámarks
ferðina
Høgni Hoydal
Kjak síða 18
Fagnað
ardagur
fyri alla
tjóðina
Norðurlond hava verið kend fyri
at taka sær væl av teimum, sum
av einhvørji orsøk hava klárað seg
verri enn gott er. Tað verður tosað
um »tað norðurlendska modellið«,
samfelagið, sum rúmar øllum, og
har latið verður teimum, ið tørva.
Norðurlond hava eisini verið
kend fyri at veita hjálpandi hond tá
á stendur í øðrum londum – og at
taka ímóti flóttarfólkum og fólkum,
sum av neyð ella øðrum orsøkum
eru flýggjað úr heimlandi sínum.
Serliga hevur Svøríki tikið ímóti
nógvum fremmandafólkum. Har
hevur verið breið politisk semja um
hesa leiðina – bæði í javnaðarstjórn
um og borgarligum stjórnum.
Men her er vent í holuni. Á rík
isdagsvalinum í gjár vunnu Stefan
Løfvén og Javnaðarflokkurin sam
an við samstarvsflokkunum á borg
arligu samgonguni hjá Frederik
Reinfeldt.
Men í veruleikanum valdu sviar
í gjár borgarligan meiriluta. Tí ultra
høgravendi flokkurin, Sverigesdem
okraterna, meira enn tvívaldaðu
undirtøku sína til 12,9 prosent.
Tað er í nógvar mátar ein depri
merandi demokratisk tilgongd, sum
er í Norðurlondum. Vit hava sæð
tað í Noreg og í Danmark, at hesir
ultra høgraflokkar hava fingið vald.
Hinir borgarligu flokkarnir – sum
ikki hava so rabiat sjónarmið, hava
valt at samstarva við hesar flokkar
fyri at klóra seg tilvaldið.
Tað gjørdi Erna Solberg í Noreg,
og tað gjørdi Anders Fogh Rasmus
sen í Danmark.
Men tað gjørdi Frederik Rein
feldt í Svøríki ikki. Hann hevur
gjørt púra greitt, at borgarliga
samgongan fór ikki at samstarva
við Sverigesdemokraterna – um
tað so merkti, at hann í dag mátti
lata lyklarnar til forsætismálaráðið
frá sær.
Og Frederik Reinfeldt helt orð.
Hann fer í dag at trekkja seg aftur
og fer seinni úr politikki. Hann
kundi hildið fram, um hann gjørdi
sum floksfelagar hansara í Dan
mark og í Noreg.
Hetta er kanska munurin millum
hesi trý norðurlondini. Í Svøríki
hava hava tey havt størri tolsemi.
Svøríki er eitt postmodernað sam
felag, har nationalisma og fremm
andahatur ikki fyllir so nógv sum í
Danmark. Í Svøríki merkir til dømis
javnstøða millum kynini, at valdið
verður býtt javnt millum mann og
kvinnu.
Norðurlond reypa sær av at
byggja samfelagið á kristna grund
– at vit skulu vísa næstrakærleika,
miskunnsemi og tolsemi í verki.
Soleiðis tykist ikki longur at
vera.
óttin fyri fremmandafólki
Camping.fo, sum er felag fyri
kampingáhugað, hevur havt
aðalfund í Klaksvík.
Áhugin fyri kamping er
nógv vaksin seinastu árini.
Í 2006 vóru eini 30 kamping
vognar, og nú eru 450 í Føroy
um. Felagið telur tó ikki meir
enn 265 limir.
Camping.fo, sum felagið
eitur, skipar fyri ymiskum til
tøkum fyri limirnar, og hetta
vikuskiftið varð so skipað
fyri tí, tey kalla »endatreff«
í Klaksvík. Har vóru eini 40
kampingvognar um viku
skiftið.
Nýggja nevndin sær so
leiðis út: Ivan Skorheim,
formaður;
Tummas
Heri
Thomassen, skrivari; Henrid
Johansen,
kassameistari;
Krissolvur Johannesen vara
limur. Arnbjørn Johannesen
fór úr nevndini – Til grann
skoðara varð Sigrun Rubek
sen vald.
Tey lata væl at umstøð
unum í Klaksvík og umtala
serliga hugnaligu løturnar
á sandinum, har tað eru so
nógvir
kampingvognar
í
sambandi við Summarfesti
valin, at tað plagar at verða
kallað bygdin í býnum.
Tá ið Bústaðir fara í holtur
við bygging sína seinni í
heyst á Sandinum liggur
ein avbjóðing í at kunna
bjóða eins góðar og rúmligar
umstøður
til
kamparnar,
verður víst á.
Fimm ferðir so nógvir vognar
Hóast Sosialurin skrivaði
síðsta mánadag, at Annika
Hoydal ikki møtti til tíðina
til konsertina á Mítt Land, so
er tað ikki heilt rætt kortini.
Gamaní stóð tað í skránni á
heimasíðuni.
– Annika Hoydal kom ikki
klokkan 18, tí hon skuldi ikki
koma tá. Skráin var broytt,
og tað bleiv kunnað væl og
virðiliga um, at hon kom
klokkan 22:50, sigur Gissur
Patursson frá Mítt Land.
– Men rætt skal verða
rætt, at fyrireikarin ikki
fekk rættað hettar í skránni
á heimasíðuni, og var hettar
sjálvandi eitt misstak, at
hettar ikki bleiv kunnað á
heimasíðuni, sigur Gissur
Patursson.
– Men stutt sagt, so
kom Annika Hoydal
sum lýst á senuna
klokkan 22:50, og hon
hevði øll hesi yvir tús
und fólkini i síni »hulu
hond«, og var hettar
stutt sagt nakað av
eini roynd. Ikki eitt
instrument, bert hennara
sera vakra rødd, sigur Gissur
Patursson, sum sigur, at hetta
er ein løta, ið hann seint fer
at gloyma.
Annika kemur altíð til tíðina
Byggja vit veruliga
samfelagið á kristna grund?
Mánadag
Týsdag
Petur Skeel
Jacobsen
greiðir frá
um veðrið
Mikudag
Seinnapart:
Fleyr til gul av suðri og landsynningi
og yvirhøvur turt og sólglottar, men
mjørkaflókar. Hitin millum 9 og 12 stig.
Gul til stívt andøvsgul av eystri
og landsynningi og yvirhøvur turt
og sólglottar. Hitin millum 9 og
12 stig.
Fleyr til gul av landsyningi og yvirhøvur
turt og sólglottar, men mjørkaflókar.
Hitin millum 11 og 14 stig.
Veðrið hósdagin og
fríggjadagin:
Fleyr til gul milum landsynning og
útsynning og yvirhøvur turt. Hitin
millum 9 og 13 stig.
Veðrið mánanáttina:
Eitt hátrýst, 1035 hPa. Yvir
Skandinaviu viknar.
Veðrið týsnáttina:
Hátrýstið við Lofoten viknar.
1-6 m/s
5-10 m/s
1-6 m/s
1-6 m/s
5-10 m/s
1-6 m/s