mánadagur 15. september 2014síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 15. september 2014 · Nr. 104
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
krígssavnið
Mentamálaráðharrin ivast í, um nakað krígssavn var til, um ikki
eldsálirnar í Vágum høvdu tikið stig til tað, og tí er upplagt at
myndugleikarnir og Krígssaavnið samstarva, heldur hann
Gamli Skúli í Sørváig var fullsettur, tá Steve Lloyd í seinasta mánaði helt fyrilestur um, hvussu bretska lofthermegin var skipað undir seinna
kríggi. Hann greiddi eisini gjølla frá, hvussu SOR-bygningarnir, sum tann við flogvøllin, vóru innrættaðir, og hvussu teir virkaðu
Ingolf S. Olsen
Stendur tað til Bjørn Kalsø,
mentamálaráðharra,
so
sleppur Krígssavnið eisini
fram eftir at virka eftir nøku
lunda sama leisti sum nú og
fremja tær ætlanir, ið nevnd
in fyri savnið hevur sett sær.
– Vit mugu finna eina
smidliga loysn, sum allir
partar kunnu liva við. Tí er
tað av týdningi at vit finna
stevið og samstarva, tí virk
semið
á
Krígssavninum
krevur eisini okkurt slag
av almennum trygdarneti,
soleiðis at raksturin kann
tryggjast frameftir. Tí eigur
Krígssavnið onkursvegna at
virka eftir tí lógarverki, sum
er á økinum, sigur hann.
Nýggj savnslóg
Mentamálaráðharrin heldur,
at tað ber væl til at skipa
Krígssavnið undir verandi
bygdasavnslóg, uttan at virk
semið hjá savninum harvið
verður skert.
– Nei, eg síggi onki vera til
hindurs fyri, at Krígssavnið
eisini í tí førinum kann virka
sum eitt sersavn, og sýna
fram lutir úr øllum landinum,
um semja annars er um tað.
Eisini kunnu lutir frá Føroya
Fornminnissavni og øðrum
søvnum sýnast fram, men
tað skal bara gerast undir
skipaðum viðurskiftum, sig
ur hann.
Júst hvør endaliga loysnin
verður, veit hann tó ikki við
vissu enn, tí hann hevur júst
sett gongd á eina umfatandi
dagføring av allari savns
lóggávuni. Dagføringin skal
eftir ætlan enda við einari
heilt nýggjari savnslóg.
– Uppkastið til hesa lóg
er gjørt, tað er enn í trúnaði,
tí ein arbeiðsbólkur situr og
arbeiðir við tí, men endamálið
er at gera lóggávuna greiðari
og meira fullfíggjaða, so hon
eisini tekur hædd fyri nógv-
um, sum verandi lóggáva
ikki tekur hædd fyri – og
ætlanin er at sersøvn, sum
eitt nú krígssøvn, beinleiðis
verða fevnd av lógini. Annars
vænti eg, sum avtalað var, at
nevndin fyri Krígssavnið
sjálv vendir aftur við onkrum
útspæli í kjalarvørrinum av
fundinum, sum vit høvdu við
tey síðst í juni, sigur Bjørn
Kalsø.
Góð verkætlan
Landsstýrismaðurin ætlar, at
nýggja savnslógin skal leggj
ast fyri Løgtingið í hesi ting
setuni og avgreiðast haðani
til várs, men líka mikið, hvør
loysn verður funnin fyri
Krígssavnið, so heldur hann
at tað hevur týdning at
savnið fær framt tær ætlanir,
ið eru stungnar út í kortið.
– Tað eru eldhugað fólk í
Vágum ella við tilnknýti til
Vágar, ið hava tikið stig til
Krígssavnið, og spurningurin
er, um vit nakrantíð høvdu
fingið eitt sovorðið savn, um
tað ikki var so. Sum myndug
leiki skulu vit stremba eftir at
ganga hond í hond við slíkar
eldsálir og ikki køva tær,
leggur mentamálaráðharrin
dent á.
Hann heldur, at verkætl
anin, ið longu liggur á borð
inum hjá Krígssavninum,
sær spennandi út.
– Eg haldi tað sær ógvuliga
positivt og spennandi út, men
tað er bara mín persónliga
áskoðan, og ikki nakað, eg
sum landsstýrismaður einsa
mallur skal taka støðu til. Men
tað er greitt, at ein verkætlan
so ella so skal góðkennast av
savnsmyndugleikunum
og
í síðsta enda Mentamála
ráðnum, sigur Bjørn Kalsø.
Bjørn Kalsø,
landsstýrismaður í
mentamálum, hevur sett
gongd á eina dagføring
av allari savnslóggávuni,
og ein nýggj savnslóg
skal leggjast fyri tingið í
hesi tingsetuni. Men líka
mikið, hvør loysn verður
funnin fyri Krígssavnið, so
ætlar hann ikki, at savnið
skal forðast í at fremja
tær ætlanir, ið longu eru
stungnar út í kortið
Bjørn Kalsø: – Vit finna
eina smidliga loysn