mánadagur 15. september 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. september 2014 · Nr. 104
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
krígssavnið
Í seinasta mánaði hevði
Krígssavnið vitjan av bretska
hernaðarflogsøgu-serfrøð
inginum og fyrrverandi hern
aðarflogskiparanum
Steve
Lloyd. Hann er í dag vara
ovasti fyri loftsøgudeildini
hjá bretsku lofthermegini
Royal Air Force, RAF.
Umframt at kanna grøna
SOR-bygningin væl og virði
liga helt hann tveir fyrilestrar
– ein almennan og ein fyri
nevndini fyri Krígssavnið
og øðrum serliga áhugaðum
– um, hvussu bretska loft
hermegin var skipað undir
seinna heimskríggi.
Góð loysn
Undir almenna fyrilestrinum
í fullsetta Gamla Skúla í Sør
vági 19. august duldi Steve
Lloyd ikki, at hann er hugtikin
av Krígssavns-prospektinum,
sum Fuglark í Klaksvík og
WestTech í Sørvági hava
gjørt, og sum hevur við sær,
at SOR-bygningurin verður
lokaður inni í stóra savns
bygninginum.
– Eg havi kannað bygn
ingin væl, og hann er í
hampuligum standi. Men
takið er í ringum standi,
og um onki verður gjørt,
so heldur tað kanska ein
vetur afturat, men neyvan
tveir. Tykkara ætlan fyri at
varðveita SOR-bygningin er
ein framúrskarðandi loysn,
segði Steve Lloyd.
Landsverk hevur í nógv
harrans ár nýtt bygningin
at hýsa sínum maskinum,
serliga kavaplógvum, og tí
eru stór stykki sagað úr út
veggjunum og garaguhurðar
ísettar. Men annars helt
Steve Lloyd, at bygningurin
er rættiliga væl varðveittur,
og hann fegnaðist um, at
Krígssavnið ikki sjálvt var
farið undir nakað renover
ingsarbeiði, áðrenn hann fekk
høvi at kanna bygningin.
Serligur bygningur
Vitjanin hjá Steve Lloyd í
summar var fingin í lag, tá
nevndin fyri Krígssavnið í
fjør var á námsferð í Onglandi
og vitjaði søvn og millum
annað SOR-bygningar har.
SOR stendur fyri Sector
Operation Room, og tað var
úr hesum bygningum, ið lógu
spjaddir í Stórabretlandi og
hertiknu økjunum, at loft
vegis hernaðarátøkini vórðu
stýrd og samskipað.
– Tað serstaka við tykkara
bygningi er, at hann er ein
kombineraður
bygningur
við tveimum høllum, eini
SOR-støð og eini GR-støð.
GR stendur fyri General
Operation ROOM, og tað
var úr hesi høll, at sjóvegis
hernaðarátøkini í Norður
Atlantshavi
vórðu
stýrd,
greiddi
Steve
Lloyd
frá.
Átøkini í stórum parti av
Norðuratlandshavinum
bæði loftvegis og sjóvegis
vórðu sostatt stýrd úr hesum
bygningi við flogvøllin.
Steve Lloyd, serfrøðingur í enskari hernaðarflogsøgu,
fegnast um, at SOR-bygningurin við flogvøllin er
varðveittur, men tað hevur skund at gera okkurt, um
hann ikki skal farast, tí takið er í ringum standi
Serfrøðingur: Ætlanin
er framúrskarandi
– Tykkara ætlan fyri at varðveita SOR-bygningin er ein framúrskarðandi loysn, segði Steve
Lloyd, fyrrverandi flogskipari í RAF. Hann er í dag varaovasti fyri loftsøgudeildina hjá RAF
Føroyar vóru strategiskt
týdningarmiklar fyri
tey sameindu undir
seinna kríggi, greiddi
Steve Lloyd frá.
Átøkini í stórum parti av
Norðuratlandshavinum bæði
loftvegis og sjóvegis vórðu
stýrd úr SOR-bygninginum,
sum eisini hýsti eini
sonevndari GR-støð, haðani
stríðið á sjónum varð stýrt